mánadagur 18. januar 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 11 - 18. januar 2010
Landsstýrið nýtti
242.492 krónur og
20 oyru á COP15
ráðstevnuni í
Keypmannahavn.
– Tað var eitt
upplivilsi fyri
lívið, segði Kaj
Leo Johannesen,
løgmaður, beint
eftir ráðstevnuna
COP15
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Fyri júst einum mánaði síð
an endaði COP15 veður
lagsráðstevnan
í
Keyp
mannahavn. Veruliga úrslit
ið var so sum so, men vón
var alla tíð fyri, at okkurt
kundi spyrjast burturúr.
Føroyar vóru eisini um
boðaðar á ráðstevnuni. Løg
mansskrivstovan, Innlendis
málaráðið,
Uttanríkisráðið
og Vinnumálaráðið vóru far
in mannsterk avstað.
Málið var alla tíð greitt:
Føroyar skuldu nevnast í
eini møguligari avtalu.
Ongin avtala kom, og
hevði ein avtala verið,
høvdu Føroyar helst ikki
verið nevndar.
Tá løgmaður eftir ráð
stevnuna varð spurdur, hvat
hann fekk burtur úr COP15,
var svarið greitt.
– Tað var eitt upplivilsi fyri
lívið. Tað var sera áhugavert
og læruríkt at síggja, hvussu
ymiskar avbjóðingar ríkis
leiðarar hava, staðfesti Kaj
Leo Johannesen.
Og løgmaður legði aftur
at, at hann heldur tað vera
sera týdningarmikið, at pol
itikarar sleppa út at síggja,
hvørjar avbjóðingar aðrir
politikarar úti í heimi hava.
Løgmaður nýtti mest
Men hetta upplivilsi fyri
lívið hjá Kaj Leo Johanne
sen og øðrum av Løgmans
skrivstovuni kostaði eisini
skattgjaldarunum.
Ætlanin var, at løgmaður
skuldi luttaka í 12 dagar á
ráðstevnuni, og Løgmans
skrivstovan hevði funnið
fram til, at tað skuldi kosta
125.000 krónur at senda
løgmann og trý onnur á
Løgmannskrivstovuni.
Fíggjarlógin kom tó ikki
upp á pláss, og tí endaði tað
við, at løgmaður bert luttók
á ráðstevnuni í tveir dagar,
og tá endaligu rokningarnar
komu var úrslitið, at Løg
manskrivstovan hevði nýtt
126.215 krónur og 20 oyru.
Altso meira enn ætlað í
nógv styttri tíð.
Annika trýsti danir
Landsstýriskvinnan við Inn
lendismálum fór við fylgi
til Keypmannahavnar við
málinum at fáa Føroyar
nevndar í eini møguligari
avtalu.
Dagarnir á COP15 ráð
stevnuni gingu, og Dimma
lætting, ið var einasti før
oyski tíðindamiðil, sum lut
tók inni í Bellasentrinum,
staðfesti
við
yvirskrift
mánadagin 14. desembur
at, »Annika roynir at trýsta
danir«, so Føroyar kundu
nevnast í avtaluni, og eftir
hetta fekk Annika Olsen
nógv pláss í Føroysku
miðlunum, har tað gjørdist
alsamt greiðari, at tað gekk
striltið
at
fáa
Føroyar
nevndar í eini møguligari
avtalu.
Og tá alt var liðugt í Bella
sentrinum bar Innlendis
málaráðið seinastu tíðindini
frá COP15 ráðstevnuni.
»Ein
hendingaríkur
COP15fundur«, har fegn
ast var um góða samstarvið
við Lykke Friis, veðurlags
og orkumálaráðharra, men
ikki eitt orð, um Føroyar
høvdu verið nevndar, um
ein avtala kom.
Men Annika Olsen, lands
stýriskvinna, og Anni á
Hædd, deildarleiðari, lut
tóku á ráðstevnuni í næstan
allar dagarnar, hon vardi, so
tað kemur kanska ikki óvart
á, at Annika Olsen við
50.650 krónum er beint
aftanfyri Kaj Leo Johannesen
í kostnaði fyri COP15.
Marknaðarføra
Føroyar
Ráðstevnan er eitt gott
høvi at seta Føroyar á heims
kortið. Í hesum sambandi
hevur Uttanríkisráðið sam
starvað við danskar myndug
leikar um at marknaðarføra
Føroyar á COP15, skrivaði
Uttanríkiráðið í tíðinda
skrivi um luttøkuna.
Og tað kostar ikki onki
hjá Uttanríkisráðnum at
marknaðarføra Føroyar í
Danmark.
37.635
krónur
brúktu
tvey embætisfólk hjá Uttan
ríkisráðnum á túrinum í
Danmark.
Uttanríkisráðið megnaði
eisini at marknaðarføra seg
sjálvt í Føroyum, har tað
millum annað í skrivi stað
festi, at undir setanarhaldin
um sang føroysk kvinna, og
at Uttanríkisráðið – saman
við Indonesia, Noregi, FAO
og Norðurlenska Ráðharra
ráðnum – skipaði fyri tiltaki
undir heitinum Seas the
Future.
Jørgen Niclassen, lands
stýrismaður í Uttanríkismál
um, luttók ikki á COP15.
Johan Dahl
vitjaði Dong
Umframt løgmann og lands
stýrisfólkini í uttanríkismál
um og innlendismálum, lut
tók Johan Dahl, landsstýris
maður við Vinnumálum
eisini.
Johan Dahl var tó ongan
tíð nærindis Bella sentrin
um, tí hann og ein embætis
maður vóru á vitjan hjá
Dong, har millum annað
var tosað um Granaverk
ætlanina.
Hetta kostaði landskass
anum 27.692 krónur.
Triðingur av
heimahjálpsparing
Hyggja vit at samlaðu
mongdini av nýttum peningi
hjá
teimum
10,
sum
umboðaðu landsstýrið, gev
ur tað slakar 250.000 krón
ur.
Samanbera vit hetta við
tað, sum fáast skal inn aftur
at við at hækka gjøldini fyri
heimahjálp og at lækka
loftið hjá pensjónistum,
sum vinna pening, áðrenn
teir skulu rinda fyri heima
hjálp, sum ætlandi skal
geva landinum eina meir
inntøku á 600.000 krónur.
So kunnu vit staðfesta, at
landsstýrið brúkti meira
enn ein triðing av tí, sum
pensjónistar skulu rinda inn
afturat fyri heimahjálp á
COP15 ráðstevnuni, sum
løgmaður kallar fyri eitt
upplivilsi fyri lívið, og Inn
lendismálaráðið kallar fyri
ein hendingaríkan fund.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hitti Gordon Brown, forsetisráðharra, á COP15 ráðstevnuni í Keypmannahavn. Hetta upplivilsi kostaði landskassanum meira enn
125.000 krónur. Annika Olsen, landsstýriskvinna, var eitt sindur aftanfyri løgmann í nýtslu, hóast hon luttók á nærum allari ráðstevnuni
Kvarta millión fyri eina uppliving
Færri flóttafólk
Tað komu munandi færri flóttafólk úr Afrika við báti um
Miðjarðarhavið til Spania í fjør enn árið fyri. Spanski
innanríkisráðharrin, Alfredo Perez Rubalcaba, sigur, at
talið var heili 45 prosent minni í fjør. Sponsku myndug
leikarnir skrásettu í fjør umleið 7.300 ólóglig flóttafólk úr
Afrika. Tað almenna talið í 2008 var oman fyri 13.000,
sigur ráðharrin. Hann heldur, at betri eftirlit hevur fingið
nógvar afrikanarar at sleppa ætlanini um at fara um Mið
jarðarhavið, og harafturat hevur búsksparkreppan við veks
andi arbeiðsloysi fingið fleiri at setast aftur, sigur hann.