mánadagur 18. januar 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 11 - 18. januar 2010
Politiið vil fegin tosa við bilføraran á bilin
um, sum tíðliga sunnumorgunin koyrdi á
fótin á einum ungum manni og rýmdi
Ferðsluóhapp
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Klokkan var farin av hálvgum seks sunnumorgunin,
tá ið tveir menn í 20-árunum vóru á veg í eitt
morgunball á Argjum.
Teir høvdu ilt við at finna húsið, teir skuldu vitja,
men tá ið teir vóru staddir í Reynsgøtu, kom ein
bilur.
Teir báðir ætlaðu at steðga bilinum fyri at spyrja
bilføraran um veg, og teir fóru yvir móti bilinum.
Men bilurin steðgaði ikki, og annar av teimum
ungu monnunum var so óheppin, at fóturin kom
undir hjólið, og fóturin brotnaði.
Bilurin fór bara víðari.
Teir báðir ungu menninir hava ikki dgað at sagt
politinum nakað um bilin. Politiið veit tí hvørki, um
bilurin var stórur ella litil, hvussu vorðin hann var,
um tað var ein vanligur bilur ella ein hýrivognur.
Politiið heitir inniliga á bilføraran um at gera vart
við seg fyri at hoyra hansara frágreiðing um tilburðin.
Fóturin kom undir hjólið
Næstan samstundis fekk poliitið boð um
tveir tilburðir, har menninir høvdu bukað
konur sínar
harðskapur
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Tað gongur stundum hart fyri seg millum mann og
konu, og leygarnáttina vendu tvær kvinnur sær til
politiið og meldaðu menn sínar fyri harðskap.
Annar tilburðurin var í Havn. Maðurin, sum var í
40-árunum, hevði sligið konu sína i andlitið við
knýttum neva, og hon fekk eina tveir cm langa rivu
oman fyri aðra eygnabrúnna.
Kvinnan, sum var gjøgnumbankað, varð løgd inn
á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Hetta hendi leygarnáttina, tá klokkan var farin av eitt.
Trý korter seinni ringdi ein kvinna í Sørvági til
politiið og boðaði frá, at maður hennara hevði sligið
skrætt klæði hennara og sligið hana í gólvið.
Henda kvinnan var ikki so illa viðfarin sum hin fyrra.
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Um fimm tíðina leygarmorgunin fekk politiið í
Havn boð um, at unglingar vóru í ferð við at bera
beinkir úr úr garðinum við Brúna skúla í Havn.
Politistar komu og fingu hendur á unglingunum,
og teir sluppu at bera allar beinkurnar inn aftur í
garðin.
Teir fáa eisini bót fyri brot á politiviðtøkurnar.
Ein konubukaranátt
Ótangarnir settir í arbeiði
Fólk, sum keypa ross
úr Íslandi, halda
gjaldið fyri at koma
gjøgnum markna
støðina í Havn vera í
so høgt. Tað kann ikki
vera øðrvísi, ti kostn
aðurin fyri húsið
skal niðurgjaldast,
sigur havnanevndar
formaðurin
Djóra
innFlutningur
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Tað er kostnaðarmikið at
innflyta ross, og tí hevði tað
verið ein stór hjálp, um
gjaldið
fyri
at
koma
gjøgnum marknastøðina á
Eystaru bryggju í Havn.
Hetta sigur Leif Berg,
sum hevur Berg Hestar og
javnan
keypir
ross
úr
Íslandi.
Áðrenn
marknastaðin
varð bygd, noyddust rossini
at koma umvegis Danmark
til Føroya, og av tí at
rossafólkini hildu hetta vera
ein ov langan túr fyri
rossini, fóru rossafólk at
streingja á at fáa bygd eina
marknastøð í Tórshavnar
havn.
Hetta var neyðugt, tí
rossini skulu hava váttan
frá djóralækna, áðrenn tey
kunnu sleppa inn í landið.
Frammanundan fingu tey
hesa váttan á marknastøð í
Danmark ella í Svøríki og
kundi so flytast víðari til
Føroya.
Støðin er ikki annað enn
eitt lítið hús, sum stendur á
bryggjuni, men tað kostaði
kortini hálva millión krónur
at fáa upp.
Dýrari í Føroyum
Gjaldið fyri at koma við
einum rossi gjøgnum støð-
ina, mvg og djóralækna-
váttan er meira enn 6.000
krónur, og tað heldur Leif
Berg vera ov nógv. Sama
tænasta í Danmark kostar
væl minni, sigur Leif Berg.
Keypsprísurin fyri rossið
í Íslandi liggur millum
12.000 og 15.000 krónur
umframt mvg. Keyparin má
eisini gjalda fyri at flyta
rossið til Seyðisfjarðar, og
Smyril Line tekur 3.000
krónur fyri at flyta rossið til
Føroya.
Keyparin
má
sjálvur til Íslands eftir
rossinum og má keypa sær
ferðaseðil.
Tá ið rossið er komið inn
í Føroyar, hevur tað kostað
keyparanum millum 25.000
og 30.000 krónur.
- Tað hevði munað væl,
um marknagjaldið ikki var
so høgt, sigur Leif Berg.
Ov fá ross
Grundgevingin fyri høga
gjaldinum er, at húsið skal
avskrivast sum aðrar íløgur,
sigur Jákup Símun Simon-
sen, formaður í havnadeild
Tórshavnar býráðs.
Haraftrat koma útreiðslur
til reinhald. Tað má gerast
væl reint, hvørja ferð eitt
ross hevur verið inni í
húsinum.
- Tað kann ikki gerast
bíligari,
tí
tað
koma
lutfalsliga fá ross til Føroya
um árið. Høvdu fleiri ross
komið, kundu vit tosa um
at lækkað kostnaðin, sigur
Jákup Simonsen.
Í fjør komu 28 ross úr
Íslandi til Føroya.
Vinnumøguleikar
Leif Berg heldur, at tað má
bera til at finna eina skipan,
soleiðis at alt ikki gongur
út uppá at gjalda íløguna
aftur. Hann heldur, at tað
átti at vra ein landsuppgáva
at rikið eina marknastøð.
Haraftrat sær hann fleiri
vinnumøguleikar í at inn-
flyta ross.
- Vit kundu keypt tey úr
Íslandi, vant tey her, og so
selt tey av landinum aftur
sum vand ross, sigur Leif
Berg.
Hann leggur aftrat, at
íslendingar kundu hugsað
sær at útflutt ross gjøgnum
Føroyar, men tað er eingin
livandi møguleiki, tá ið
marknagjaldið er so nógv
hægri her enn í øðrum
londum.
Leif Berg upplýsir, at
hóast tað er betri fyri ross at
flyta rossini til Føroya
beinleiðis úr Íslandi, tí
ferðin tekur bara 18 tímar.
Verri er at skula flúgva ella
sigla rissið til Danmarkar
og víðari haðani til Føroya.
Men
summi
gera
tað
framvegis, sigur hann.
Halda marknastøðina
vera ov dýra
Marknastøðin er bara hetta lítla húsið á brygguni í
Havn. Hesa árstíðina koma eingi ross, tí íslendingar lata
ikki ross fara av landi við skipi um veturin
Mynd: Jens Kristian Vang
Skipalistin styttist
Íslendski skipalistin tódnaði eitt sindur í fjør. Morgunblaðið
skrivar, at 38 skip vórðu ný- ella endurskrásett í fjør, men tá
69 skip samstundis fóru úr skrásetingini, vóru 31 færri skip
á listanum nú við árslok. Av teimum 69 skipunum, sum fóru
úr skrásetingini, vórðu 31 seld av landinum. Tann 1. januar
stóðu 1.056 dekdfør í íslendsku skrásetingini, og tey vóru
tilsamans 209.085 bruttotons. Teir opnu bátarnir, sum vóru
1.181 í tali, vóru 7.115 bruttotons. Samanumtikið var tað
samlaða bruttotonsatalið góð 7.000 tons minni nú á
nýggjárinum enn fyri einum ári síðani.
Umval í Ukraina
Sum væntað fekk fyrrverandi forsætisráðharrin Viktor
Janukovitj flestar atkvøður á forsetavalinum í Ukraina í
gjár, men hann fekk ikki nóg nógvar, og tí verður eitt val-
umfar afturat tann 7. februar. Tá stendur valið millum
Janukovitj og núverandi forsætisráðharran, Julia Timo-
sjenko, sum fekk næstflestar atkvøður í gjár. Tað endaliga
úrslitið av valinum í gjár var ikki greitt fyrrapartin, men
fyribilstølini tá søgdu, at Janukovotj fekk umleið 35 pro-
sent av atkvøðunum og Timosjenko umleið 26 prosent.