mánadagur 18. januar 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 18. januar 2010
15
H
evði tað fjórða statsvaldið
ikki sovið seinastu árini, so
hevði tað, sum á mannamunni
nevnist MVG-stuldurin, verið
størsta umsitingarliga og
fíggjarliga gølan í søguni. Einar
tvær lofnaðar greinar í Dimmu
fyri árum síðani og nú tveir
leiðarar í Sosialinum og so ein
tíðindastubbi í Svf, tað er alt.
M
álið er í stuttum, at Toll
og Skatt í heimildarloysi
krevur MVG av skrasetingar-
gjaldi. Hetta verður uppdagað
og kært til Kærunevndina, sum
gevur kærara viðhald. Tá átti
málið at verið steðgað. Men
Toll og Skatt ignorerar myndug-
leikan. Fyrst handlar stovnurin í
heimildarloysi, og síðan ger
hann onki at rætta brølaran.
Longu nú er rættartrygdin
brotin. Tá átti tað fjórða stats-
valdið at biðið um alment
innlit. Komu boðini um at
ignorera úrskurðin hjá Kæru-
nevndini frá hægri stað, úr
fíggjarmálaráðnum?
T
ann arroganta viðferðin
bilkeyparin fekk frá Taks
er tankavekjandi. Sendur frá
Peri til Pól og frá Heródus til
Pilatus av stovninum við
pantirætti varð hann hildin fyri
ta turru rukku. Slíkt eigur ikki
at koma fyri í einum
rættarsamfelagi.
N
ú hevur so eisini Føroya
Rættur talað: Heimild var
ikki fyri at krevja pengarnar
inn. Hóast tað, so situr stjórin
og verjir tann ólógliga atburðin:
»Taks kravdi tað inn, sum løg-
tingið ætlaði«. Hetta er sakini
óviðkomandi. Eitt rættarsam-
felag verður umsitið við lógum
og ikki eftir, hvat politikarar
ætla. Í einum rættarsamfelagi
hevur borgarin krav upp á at
kunna líta treytaleyst á landsins
stovnar. Tað kann borgarin ikki
eftir hetta.
F
lestu okkara hava eina
sterka rættarkenslu. Verður
nakað tikið av órøttum, skal tað
sjálvandi berast aftur, eisini um
5 ár eru farin. Tað er ikki í lagi
at stjala, halda tað dult í 5 ár og
so sleppa undan.
H
etta reisir eisini tann moral-
ska spurningin: Hevur tú
skyldu at vera reiðiligur móti
einum, sum er óreiðiligur ímóti
tær? Tey flestu munnu svara
nei. Og nú eru vit á einum
skráplani.
F
ólk rinda – um ikki við
gleði so av samfelagsskyldu
– sín skatt. Ymiskt er. Onkur
ilskast um sjómannafrádráttin.
Onnur inn á DIS og aftur onnur
ilskast inn á firmatelefon,
firmabil, firmasummarhús osv.
Men alt hetta er ásett við lóg og
tí góðtikið av fólkinum. Men
hesaferð er kravt inn uttan lóg,
og tí er vandi fyri, at fólk fara
taka seg sjálvan til rættis.
N
ú eri eg sjálvur fastløntur
og kann á ongan hátt luska
mær undan skatti; havi ongan-
tíð ætlað tað heldur. Men var eg
arbeiðsmaður ella handverkari,
so tori eg ikki at garantera fyri,
at eg ikki hevði arbeitt svart, til
eg hevði fingið mínar 20.000
kr., sum tað almenna uttan
heimild tók frá mær. Tað sama
um eg var B-skattari og hevði
egnan roknskap. Soleiðis er
tann generelli holdningurin, tá
tú tosar við fólk. So hetta málið
er ótrúliga demoraliserandi fyri
samfelagið. Taks og fíggjar-
málaráðið føra okkum út á eitt
skráplan við skattaundandrátti
og misáliti á rættartrygdina.
A
t so fíggjarmálaráðharrin í
blaðgrein verjir hesa
ólógligu innkrevjing ger, at
borgarin heldur ikki kann hava
álit á tí politisku skipanini.
Fíggjarmálaráðið hevur ábyrgd
av, at Taks krevur inn sambært
lóg. Klárar fíggjarmálaráðið
ikki hesa skyldu, hevur løg-
tingið eftirlit við figgjarmála-
ráðnum og øllum øðrum ráðum.
Í
einum rættarsamfelagi
sleppur ongin ministari væl
frá at verja óreglusemi; hann
hevði fingið fótin. Skal borgar-
ans álit á umsiting, landsstýri
og løgting endurreisast, megu
allir teir politisku flokkarnir
semjast um eina lóg, sum veitir
øllum bilkeyparum fult endur-
gjald. 120 milliónir eru nógvir
pengar, men hetta eigur borgar-
in. Málið er púra greitt.
M
illiónirnar hava rullað á
meira ivasomum moralsk-
um grundarlagi enn hesum.
Fullveldissamgongan skar
blokkin við hundraðtals milli-
ónum. Tann fyrra ABC-sam-
gongan gav teimum vælbjarg-
aðu hundraðtals milliónum í
skattalætta, og eitt samt løgting
sendi hundraðtals milliónir til
Íslands. Tí er landskassin tóm-
ur. Borgarin eigur áleið 120
milliónir til góðar. Hetta skal
gjaldast so ella so. Ein vegur at
ganga er, at landið útskrivar
lánsbrøv. So fær landskassin ein
skáa.
Á
facebook er ein bólkur,
sum eitur »Mótmæli
MVG-stuldrinum«. Hann telur í
skrivandi løtu 3686 limir. Hesin
hevur eitt vakið eyga við gongd-
ini og kann skjótt gerast ein
pressiónsbólkur, sum kann fáa
stóra ávirkan t.d. á eitt
komandi val.
Rættarsamfelag ella anarki
Tíðargreinin
tíðargreinin
Dan R. Petersen
S
øguliga hava Føroyar virkað
sum ein blandingsbúskapur,
tvs. á nøkrum økjum hava
marknaðarkreftirnar virkað,
meðan landið á øðrum økjum
hevur blandað seg í búskapin og
roynt at upprætthalda einari
javnvág kunstiga við stuðli til
vinnugreinar og fyritøkur, sum
ikki bera seg búskaparliga í
longdini.
Landsstýrið hevur ikki ein
meira formliga bindandi vinnu-
politikk og royndirnar vísa, at
landsstýrið ikki so frægt sum
fylgir tí vinnupolitikki, sum
roynt varð at stápla uppá bein-
ini fyri nøkrum árum síðani.
Her verður hugsað um at
halda skilna millum vinnuligt
virksemi og alment virksemi,
herundir at tað almenna held-
ur seg frá, at ábyrgdast sum
eigari og tann, sum er við til
at reka vinnuligar fyritøkur.
Tað er ongantíð í nýggjari tíð
farin fram ein politisk uppgerð
við hetta fyribrigdi sum eitur
stuðul til føroyska vinnu. Tí
verður nýliga partapeningur
settur í Smyril Line og Atlantic
Airways verður 1/3 privatiserað,
vantandi privatisering av Føroya
Tele og Posta, stuðul til sethúsa-
bygging og harvið óbeinleiðis
til byggivinnuna o.a. Lands-
stýrið, ella politiska skipanin,
handlar frá sak til sak.
Búskapurin er grundaðaur á eitt
netverk av stuðulsskipanum og
loftingarpolitikki, sum m.a.
hevur við sær, at íverksetarí og
innovatión er á einum lágum
støði – eisini í dygd. Vit hava
royndirnar við, at næstan hvør
einasti íverksetari ella fólk, sum
ætlað sær í gongd við eitthvørt
vinnuligt prosjekt, sum tað allar
fyrsta vilja tosa við landsstýris-
mannin á einum øki – eitt tekin
um at stuðul og politiskt lobby-
arbeiði er við at taka grundar-
lagið undan øllum
vinnuligum virksemi í
Føroyum. Stuðul verður
harafturat brúktur til nógv
annað, eitt nú at føra
útjaðarapolitikk.
Kreppuloysnir eru royndar fyrr
við, at øll flakavinna á landið
varð løgd til tað almenna at eiga
og reka í fyrru kreppuni. Henda
loysn vístu seg nógv ár eftir at
gerast ein nærmast varandi
loysn og privatiseringin av
Fiskavirkuing kom ov seint til,
at neyðugar umstillingar vórðu
gjørdar til eina altjóða
kappingarføra vinnugrein.
Føroyska fiskivinnan á sjógvi
og landi er okkara høvuðsvinna
og eigur tí undir vanligum
umstøðum at skapa avlop ella
verða lønandi. Men veruleikin
er, at fiskivinnan á sjógvi og
landi verður sum heild rikin við
stórum halli – vegna bygnaðar-
trupulleikar í nógv ár, vantandi
almenna stýring og nú er so
eisini búskaparkreppa og
rávørukreppa.
Eyðkenni fyri fiskivinnuna:
• Høvuðsvinna – megin-
parturin av útflutninginum
• Framleiðslurættað vinna – sera
lætt at avrita framleiðsluna o.a.
• Arbeiðstung og lítið
automatisera framleiðsla
• Rávøruheft – mongd í mun
til tilvirkan á landi ella umborð
• Politiskt tilvildarliga stýrd
• Stór hall og vánaligt løn-
semi – serliga á sjógvi
• Stórar gjaldsføristrupul-
leikar
• Skuldarsanering í fleiri
umførum
• Yvirkapasitetur í mun til
rávørutilfeingi
• Hørð kapping innlendis og
altjóða.- um rávøruna og kundar.
Fiskivinnan í Føroyum líkist tí
mest einum virksemi ella einari
vinnu í avtøku ístaðin fyri at
hon skuldi staðið í menning.
Fiskivinnan eigur at virka út frá
fortreytum sum lívfrøði,
búskapi og sosialum atlitum. Í
løtuni virkar fiskivinnan í alt ov
lítlan mun út frá lívfrøðiligum
og búskaparligum fortreytum.
Vegurin úr kreppuni
Tað finnast fleiri mátar at koma
burturúr kreppuni hjá fiski-
vinnuni.
• Automatisera alla framleiðsl-
una mest møguligt – minkað
munandi um framleiðslukostn-
aðin av hesum standardvørum/
massaframleiðsla
• Frítt at landa í útlandinum –
ongar forðingar
• Minka og tillaga framleiðslu-
kapasitetin til rávørutilgongdina
• Framleiða seg úr kreppuni
við at Innflyta fisk – við stuðli
til flutingin ella toll og síðan
steðga beinvegin fiskanøgdirnar
vaksa
• Rationalisering og effektivi-
sering alla staðni í fiskivinnuni
komandi 2 árini
• Vørumenning og branding.
Hvat høvdu vit sagt um sviar í
dag framleiddu hestavognar úr
rávøruni málmur
• Dygdarmenning.
Tíðargreinin
Politiskt lobbyarbeiði tekur
grundarlagið undan vinnuni
tíðargreinin
Reidar Nónfjall