mánadagur 18. januar 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 11 - 18. januar 2010
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Dagurin
18. januar. Prisca. Ung genta, sum einaferð í 3. øld
verður hálshøgd fyri trúar sakir. Gomlu jól enda, tá ið
jóladagur er 6. januar eftir julianska kalendaranum.
Dagurin verður eisini róptur gamli trettandi. Vilt tú
verða ríkur, skal tú gomlu trettandu nátt ganga út og
sita á kjørbreyt. Magnus Heinason varð hálshøgdur
hendan dagin í 1589.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Kringvarp Føroya
skipaði fríggjadagin
15. januar fyri mót
tøku í sambandi
við at Jógvan Arge
útvarpsmaður hevur
starvast á stovninum
í 40 ár
Myndir: Jens Kristian Vang
Kendi frásøgumaðurin í
Kringvarpinum,
Jógvan
Arge, varð heiðraður við
móttøku fríggjadagin í sam
bandi við at hann hevur
starvast 40 ár á stovninum.
Nógv fólk nýttu høvið at
heilsa upp á Jógvan hendan
dagin, starvsfelagar, fam
ilja, vinir og kenningar, og
fleiri røður vórðu hildnar.
Tey sum hildu røðu vóru
millum onnur kringvarps
stjórin Annika Mittún Jacob
sen, Rúni Heinesen, formað
ur í kringvarpsnevndini, og
starvsfólkini í Kringvarpin
um Solby Eliasen og Suni
Merkistein. Eisini helt Jógv
an sjálvur røðu.
Millum
føroyingar
er
Jógvan er helst best kendur
fyri sínar frásagnir frá t.d.
kappróðri og fótbóltsdyst
um, umframt at hann eisini
er kendur sum rithøvundur.
Hann hevur m.a. skrivað
ymisk minnisrit og bøkur
um føroyingar í Grønlandi.
Eftir at Jógvan varð liðug
ur við sína útbúgving sum
journalistur á Ritzaus Bur
eau í Keypmannahavn, byrj
aði hann sum programmed
arbeiðari í Útvarpi Føroya
1. januar 1970. Frá 1979
1989 var hann leiðari fyri
tíðindadeildina, og eftir tað
var hann programleiðari á
stovninum til 2008.
Jógvan heiðraður
Tøkk
Hjartaliga tøkk til øll tykkum, sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæri bróðir
Elias Karl Petersen
fyrrverandi lærari,
Sandavági
doyði og varð jarðaður.
Somuleiðis ein tøkk til tykkara, sum hava latið
peningagávu til Meinigheitshúsið í Sandavági.
Familjunnar vegna
Brøðurnir
70 ára føðingardagur
19. januar verður Finn í Puntabyrgi, Tórshavn, 70 ár.
Dagurin verður hildin saman við teimum nærmastu.
Diamantbrúdleyp
28. jan. kunnu hjúnini Diana og Alfred Klein, Fuglafirði, halda
diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í
Leirvík leygardagin 30. jan., kl. 16, har øll eru vælkomin. Fólk
verða biðin um at siga frá í seinasta lagi 23. jan. á tlf. 444092.
Diamantbrúdleyp
Fríggjadagin 26. feb. hava hjúnini Heinina og Sigurd Gaard
Hansen diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin
tann 27. feb. í Royndarhúsinum í Nólsoy. Tey, sum vilja gleðast
saman við okkum, verða biðin um at siga frá á tlf. 327145 ella
527145 innan 7. feb.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 2. feb. hava Jóhan Petur S. og Lis Olsen
silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í kafeteria í Kelduni
í Skálafirði týskvøldið 2. feb. frá kl.18. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin 23. jan. kl. 15 giftast í Hoyvíkar Kirkju Tóra
Simonsen, Saltangará, og Herbert í Lon Jacobsen, Hoyvík.
Vælkomst verður heima við hús frá kl. 19, har øll eru hjartaliga
vælkomin.
Merkisdagar
Kringvarpsstjórin,
Annika Mittún
Jacobsen, handar
Jógvani ein málning
gum gávu frá
Kringvarpinum
Jógvan og mamman, Petra, og konan Marita Arge
Starvsfelagarnir Suni Merkistein og Jógvan Arge
Jóannes Ejdesgaard, fíggjarmálaráðharri, heilsar upp á Jógvan
Lesið
-so eru tit við!