Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. januar 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 18. januar 2010 – Nr. 11 Veðrið var ikki tað besta til renning, og tað sást aftur í tíðunum, ið ikki blivu serliga góðar í nógva mótvindinum frá Funningsfirði út á Toftir. Men tað tekur einki frá sannførandi sigrinum hjá Eiriki Hansen – fýra minuttir framman fyri nummar tvey Tvær ferðir varð kappingin avlýst fyri veður, og tá hon endiliga var gjøgnumførd leygardagin, var veðrið nú heldur einki at reypa av. Gamaní, vóru hálkan og kavin ikki nakar trupulleiki, men hinvegin var nógvur vindur – og hann var ímóti allan samlan teinin, frá startinum og til málið! Hetta sást eisini aftur á tíðunum, sum av tí sama ikki kundu gerast serliga góðar. Eitt nú var vinnaratíðin hesa ferð næstan 20 minuttir verri enn fyri einum ári síðani, men tað skal ikki standa rennarunum til last, tí teir royndu at kýta seg og berjast sum frægast ímóti mótvindinum. Greitt var somuleiðis, at ein nýggjur vinnari fór at verða funnin, tí eingin av teimum níggju fremstu í Nýggjárshálvmaraton í fjør var við hesa ferð. Tá starturin gekk einar 500 metrar inni á Funningsfjarðarvegnum, vóru 24 mannfólk og eitt konufólk til reiðar at herja á teir 21,1 kilometrarnar, sum teinurin fevndi um – umvegis niðara Søldar fjarða­ rvegin og Fjørðuvegin í Runavík – út á málið á Toftakei. Skjótt á odda Beinanvegin sást, at Eirikur Hansen, Andrass Joensen og Jonhard Larsen vóru teir, ið løgdu mest fyri, og teir tríggir vóru eisini fremstir mestsum allan vegin. Tá avtornaði, vóru tað eisini teir, ið endaðu á sigurspallinum við ávikavist gull­, silvur­ og bronsumerkjum. Aftan fyri hesar tríggjar var eitt felt, ið helt seg samlað nokk so leingi, men tó nokk so skjótt dragnaði frá trimum teimum fremstu. Millum teirra, sum vóru í feltinum, var einasta kvinnan, Helga Súsanna Johansen, umframt Trygva Hansen, Dan Knudsen, Gunnar Dahl­Olsen, Jóhan M. Jacobsen og aðrar. Út ímóti Skipanesi nærkaðist feltið aftur teimum trimum fremstu, og Trygvi Hansen fekk í Søldarfirði fatur í Jonhard, men mátti lúta, tá teir fór niðan gjøgnum Byrgisbrekkuna úr Søldarfirði. Heilt har frammi økti Eirikur Hansen um munin aftur til Andrass Joensen, ið aftur var eitt fitt petti framman fyri Jonhard Larsen. Sum sagt, gjørdust hesir tríggir teir fremstu um málstrikuna, í nevndu raðfylgju. Andrass Joensen vann somuleiðis innanhýsis kappingina hjá veteranunum framman fyri Dan Knudsen og Óla Jákup Kristoffersen, og hjá superveteranunum var Ólavur Herup Olsen framman fyri Regin Jóanesarson. Helga Súsanna Johansen var einasta kvinnan, og gjørdist hon tí vinnari har – enntá við einari heilt góðari tíð, hóast tað annars ikki eyðkendi kappingina leygardagin. Nýggjárshálvmaraton 2010 Kvinnur – opin bólkur Nr. Tíð Navn Árgangur Felag 1 1.49,24 Helga Súsanna Johansen 1981 Treysti Menn – opin bólkur Nr. Tíð Navn Árgangur Felag 1 1.34,40 Eirikur Hansen 1980 Bragdið 2 1.38,47 Andrass Joensen 1963 Bragdið 3 1.44,24 Jonhard Larsen 1966 Treysti 4 1.46,11 Trygvi Hansen 1966 Bragdið 5 1.46,36 Gunnar Dahl-Olsen 1965 Bragdið 6 1.47,17 Dan Knudsen 1962 Bragdið 7 1.47,38 Jóhan M. Jacobsen 1966 Treysti 8 1.48,54 Eirikkur Joensen 1967 Roysnið 9 1.49,27 Jóhan E. Simonsen 1969 Bragdið 10 1.51,01 Heini Heinason 1970 Treysti 11 1.52,19 Eli Jógvanson Christiansen 1985 Tórshavn 12 1.53,17 Arnfinn Johannessen 1965 Tórshavn 13 1.53,46 Óla Jákup Kristoffersen 1959 Bragdið 14 1.53,58 Kári Simonsen 1959 Bragdið 15 1.54,04 Niels Hansson 1964 Bragdið 16 1.58,04 Magni Jacobsen 1976 Skáli 17 1.58,04 Evald Rasmussen 1956 Bragdið 18 2.03,43 Súni Christiansen 19 2.03,43 Terje Hansen 1968 Treysti 20 2.10,46 Ólavur Herup Olsen 1943 Bragdið 21 2.12,00 Jón Rasmussen 1967 Treysti 22 2.14,20 Theodor Askham Olsen 1958 Treysti 23 2.24,30 John Vangberg Petersen 1968 Treysti 24 2.38,39 Regin Jóanesarson 1945 Treysti Menn – veteranar Nr. Tíð Navn Árgangur Felag 1 1.38,47 Andrass Joensen 1963 Bragdið 2 1.47,17 Dan Knudsen 1962 Bragdið 3 1.53,46 Óla Jákup Kristoffersen 1959 Bragdið 4 1.53,58 Kári Simonsen 1959 Bragdið 5 1.58,04 Evald Rasmussen 1956 Bragdið 6 2.14,20 Theodor Askham Olsen 1958 Treysti Menn – supervetaranar Nr. Tíð Navn Árgangur Felag/Staður 1 2.10,46 Ólavur Herup Olsen 1943 Bragdið 2 2.38,39 Regin Jóanesarson 1945 Treysti einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Egil á Bø heldur fram Nú er endaliga greitt, at Egil á Bø eisini verður at síggja í Vodafonedeildini í 2010. Heimasíðan hjá EB/Streymi skrivar, at 35 ára gamla verjukempan hevur longt avtaluna við einum ári. Egil endaði annars kappingarárið í fjør við at skora sítt fyrsta landsliðsmál, sum var á útivølli ímóti Rumenia. Somuleiðis halda Gert Hansen og Arnar Dam fram í EB/Streymi. Eyðun og Andreas til Íslands Føroyska altjóða hondbóltsdómaraparið, Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen, skal 13. februar til Íslands at døma áttandapartsfinalu í Challenge­Cup í kvinnuhondbólti millum Fram og RK Tresnjevka úr Kroatia. Hetta er fimta altjóða uppgávan, dómararnir báðir fáa hetta kappingarárið, og hetta er aðru ferð í tvey ár, at teir døma eina áttandapartsfinalu í europeiskum høpi. Rennararnir stríðast ímóti vindinum í Skálafirði á hálva maratonteininum, sum varð runnin frá Funninsfirði út á Toftir Mynd: Guttorm Sørensen Eirikur bestur í mótvindinum