Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. januar 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 18. januar 2010 – Nr. 11 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19 Eisini Rúni Seloy og Rebekka Fuglø vóru við í kapprenningunum í Reykjavík leygardagin, men úrslitini hjá teimum báðum vóru ikki so góð. Rúni gjørdist nummar fimm á 800 metrum við tíðini 1.59,10 minutt, og Rebekka gjørdist nummar sjey í 400 metrum við tíðini 63,95 sekund. – Rúni hevur havt ein skaða í knænum í vetur og er stutt síðani aftur farin at venja. Hann er sum fyrsti føroyingur nakrantíð tikin út av danska sambandinum í frælsum ítrótti til ungdóms-OL, so hansara mál var at koma undir 1.57, sum hann skal klára í onkrari kapping, áðrenn hann í mai mánaði skal til Moskva at kappast, sigur Hallur Holm, sum var við ungu rennarunum í Reykjavík. – Rebekka hevur lagt um frá 800 metrum til 400 metrar, so tað tekur tíð hjá henni at finna seg til rættis á nýggja teininum. Enn vita vit ikki ordiliga, um hon skal satsa upp á 800 ella 400, men í øllum førum hevur hon fyrr runnið 400 metrar skjótari, enn hon gjørdi leygardagin. hil Bjørk Herup Olsen vann og setti nýtt føroyskt met á 1500 metra teininum í stóru kappingini, Reykjavík International, sum var leygardagin. – Hetta er helst størsti sigurin, eg nakrantíð havi vunnið, staðfesti vælnøgda havnargentan eftir kappingina Tað var vorðið sum sigur, ið 18 ára gamla Bjørk Herup Olsen vann í Reykjavík leygardagin, tá hon við einum rimmar endaspurti á sjálvari málstrikuni megnaði at stríða seg fram um 39 ára gomlu Fríðu Rún Þórðardóttir, sum ikki hevði tapt eina kapping í Íslandi í áravís. Longu tíðliga í kapprenningini legði Fríða Rún Þórðardóttir seg á odda og eitt langt glopp var niður til næstu rennararnar, men alt hetta megnaði Bjørk at eta upp við einum ótrúligum avriki, ið til fulnar vísti, hvussu sterk og seig hon kann vera, tá mest umræður. – Hinar byrjaðu øgiliga ógvusliga við nógvari ferð, og eg var aftast tey fyrstu trý umførini. Men so líðandi fekk eg arbeitt meg upp ígjøgnum feltið, so eg miðskeiðis í kapprenningini fekk hana aftur, sum var næstfremst. Eftir eina løtu yvirhálaði eg eisini hana, so eg nú var næstfremst, greiðir Bjørk Herup Olsen frá í telefonini úr Reykjavík. Enn var tó eitt fitt petti eftir á mál og eisini ein langur teinur fram til Fríðu Rún Þórðardóttir, sum hevur sera drúgvar royndir frá slíkum kappingum og hevur verið á íslendska landsliðnum í frælsum ítrótti síðani 1989. Í eygunum á teimum flestu hevði uppgávan óivað sæð ómøgulig út, men ikki hjá Bjørk, ið miðvíst arbeiddi seg longur og longur fram. Størsti sigurin – Eg gav bara alt og vónaði, at tað skuldi røkka til eina góða tíð. Men so hvørt sum vit komu nærri málinum, sá eg eisini, at eg nærkaðist. Tá vit komu á ta síðstu langsíðuna áðrenn málið, var eg 20 metrar aftan fyri hana, men so spurtaði eg sum fyri lívinum, og beint áðrenn málið slapp eg framum, sigur Bjørk. – Frá egnum royndum veit eg, hvussu súrt tað kennist, tá tú verður yvirhálaður á málinum, men nú veit eg so eisini, hvussu deiligt tað kennist, tá tú ert tann, sum yvirhálar. Og eg fekk hana beint áðrenn málið. Eg haldi ikki, at hon visti av tí, tí tað kom bara eitt gníst frá henni, tá eg fór framum. Kanska visti hon slett ikki av, at eg hevði verið í hølunum á henni. At spurturin hjá Bjørk var nakað serligt, kundi aftaná staðfestast á stoppurinum, tí eftir at hava runnið fyrstu túsund metrarnar, setti hon ferðina so mikið nógv upp, at teir síðstu 500 metrarnar rann hon upp á ein minutt og 30 sekund, sum er sera skjótt. Vinnaratíðin var fýra minuttir og 38,04 sekund, sum er nýtt føroyskt met, og Bjørk var bara 10 sentimetrar framman fyri ta íslendsku, sum kom á mál átta hundraðpartar aftanfyri. Bjørk átti sjálv gamla metið, men megnaði at betra tíðina við fimm ella seks sekundum. – Hetta er helst størsti sigurin, eg nakrantíð havi vunnið í kapping hjá teimum vaksnu. Eg havi vunnið onkrar DM-kappingar, men tað hevur alt verið fyri ungfólk, staðfestir vælnøgda havnargentan, sum við sigrinum fekk best hugsandi byrjanina upp á nýggja árið. Yvirhálaði á málstrikuni einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Rúni og Rebekka ikki so góðar tíðir Reykjavík International 2010 1500 metrar, kvinnur Nr. Tíð Navn Árgangur Felag 1 4.38,04 Bjørk Herup Olsen 1991 Bragdið 2 4.38,12 Fríða Rún Þórðardóttir 1970 ÍR 3 4.43,67 Arndís Ýr Hafþórsdóttir 1988 Fjölnir 4 4.50,50 Aníta Hinríksdóttir 1996 ÍR 5 4.55,32 Íris Anna Skúladóttir 1989 Fjölnir 800 metrar, menn Nr. Tíð Navn Árgangur Felag 1 1.53,85 Snorri Sigurðsson 1991 ÍR 2 1.54,80 Ólafur Konráð Albertsson 1989 ÍR 3 1.56,58 Leifur Þorbergsson 1989 Fjölnir 4 1.56,78 Kristinn Þór Kristinsson 1989 HSK 5 1.59,10 Rúni Seloy 1988 Bragdið DQF Bjartmar Örnuson 1988 UFA 400 metrar, kvinnur Nr. Tíð Navn Árgangur Felag 1 57,93 Stefanía Valdimarsdóttir 1993 Breiðablik 2 58,03 Hafdís Sigurðardóttir 1987 HSÞ 3 58,24 Arna Stefanía Guðmundsdóttir 1995 ÍR 4 60,20 Erna Dís Gunnarsdóttir 1990 ÍR 5 60,41 María Rún Gunnlaugsdóttir 1993 Ármann 6 61,36 Vera Sigurðardóttir 1994 ÍR 7 63,95 Rebekka Fuglø 1993 Treysti Bjørk Herup Olsen endaði einsamøll á sigurspallinum eftir sigurin á 1500 metrum leygardagin, tí í Reykjavík International verða bara vinnararnir heiðraðir við gullmerki Mynd: Hallur Holm Costin givin á Skála Costin Dumitrescu er ikki longur venjari hjá StÍF, skrivar felagið á síni heimasíðu. Rumenin hevur boðað felagnum frá, at hann gevst í starvinum. Costin kom til StÍF ímóti endanum á síðsta kappingarári, og í ár hevur hann so staðið við stýrisvølin hjá mansliði felagsins. Fyrsta partin av kappingini gekst heilt væl, men síðstu dystirnar hevur gingið av skriðuni. Nýggir venjarar verða fyribils Alexandur Johansen og Tonni Kjær.