Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. januar 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 18. januar 2010 – Nr. 11 Kvinnufinalan í Føroya Banka-kappingini um viku- skif tið endaði við, at Dráttur vann á Fleyr, men enn er ikki greitt, hvat av liðunum kemur í steypa finaluna. Dráttur og Fleyr skulu aftur spæla miku kvøld ið, áðrenn tað er av gjørt Tað var kanska eitt sindur óvæntað, at Dráttur skuldi vinna seg heilt fram í finaluna í Føroya Banka-kapp ingini, sum var í Badmintonhøllini í Klaksvík seinnapartin í gjár. Fyri tað fyrsta var liðið ikki fullmannað, tá tað kom norð- ur til Klaksvíkar leygar dagin, og har n- æ st var spælið heldur ikki sannførandi at byrja við. Men Dráttur kom víðari úr bólka- spæli num og megnaði so at vinna 2-0 á TB í hálvfinaluni, sum kanska var eitt tað mest óvæntaða úrslitið av øllum. Og tá tað bar til, so kundi sjál vandi alt bera til í sjálvari finaluni. Tað skuldi eis- i ni vísa seg, at so var. Fleyr hevði vunnið FK-kappingina fyrr í heyst, so tí var ein sigur í finalu ni í gjár nóg mikið til at fáa sæti í steypa- finaluni. Fleyr vann seg víðari úr bólka spælinum við tveimum sigr um og tapi fyri TB, ið leingi sá út til at vera favorit tur, men ikki rakk á mál. Tá so Fleyr í hálvfinaluni vann 2-1 á Mjølnir, sá veruliga ljóst út hjá havnar kvinnu- num undan finaluni. Dráttur-Fleyr 3-1 (22-25, 25-22, 25-20, 25-16) Hóast Dráttur legði fyri sum eitt óløgi og var á odda mestsum allan veg in og enntá so seint sum 21-17, gjørd ist tað Fleyr, sum megnaði at koma sterkt aftur og vinna fyrsta sett- ið í finaluni. Men sum spælið hevði ging ið í fyrsta settinum, var alt púra opið enn. Í øðrum setti kom Fleyr betur frá byrj an, hóast tað ongantíð gjørdist tann stóri munurin á liðunum. Lein gi leik aði javnt á, men av tí at Fleyr ímóti endanum alla tíðina var liðið, sum var tað fyrra at leggja seg á odda, áðrenn Dráttur fekk javnað, lá tað líkasum til Fleyr. Men tá hevarin hjá Drátti, Maja Popo vic, snýtti Fleyr og smasjaði í gólv ið til 22-22, var liðugt hjá Fleyr, ið einki stig fekk aftr at í settinum. Í triðja setti var uppaftur javnari, og nú fylgdust liðini alla tíðina. Ser- liga byrjan in var stuttligt at síggja, tí tá vóru l angar duellir og kampur um hvønn bólt, so tú skuldi trúð, at hetta var eitt fimta sett. Her var Fleyr á odda so seint sum 21-19, men allíka væl fekk Dráttur sloppið sær fram við og vunn ið. Nú var Dráttur frammanfyri 2-1, so í fjórða settinum ráddi veruliga um hjá Fleyr at koma afturíaftur, men tað eydnað ist ongantíð. Hin vegin var tað Dráttur, sum streyk av stað og eitt skif- ti var á odda 15-5. So kom stígur í eina løtu og Fleyr slapp at nærkast, men nær ri enn fýra stig kom Fleyr ikki, og tí kun di Drátt ur stinga av við sigrinum og somu leiðis gullinum í Føroya Banka- kappingini. Dráttur vann finaluna einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Kvinnurnar hjá Drátti og Fleyr skulu aftur mikukvøldið dystast, og tá verður avgjørt, hvat av liðunum sleppur í steypafinaluna ímóti SÍ Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Fyrsti sigur í hálvt ár At tað kann vera skjótt báðar vegir, kann týska felagið Hertha Berlin skriva undir uppá. Undanfarna kappingarár var høvuðsstaðarfelagið til tað síðsta við í kappingini um gullið, men í vetur hevur liðið verið botnlið. Tá tað leygardagin eydnaðist Hertha Berlin at vinna 3-0 á Hannover 96, var tað fyrsti sigurin í Bundesliguni síðani 8. august. Ein sigur í 17 dystum munar tó í minna lagi, og enn er Hertha Berlin langt frá at bjarga sær í bestu týsku deildini. Rangers vardi oddasess Við einum seinum máli frá Nacho Novo eydnaðist Glasgow Rangers leygardagin at vinna 1-0 á Hamilton, og sostatt er Rangers framvegis oddalið í skotsku Premier League. Uttan fleiri lyklaspælarar og við nógvum møguleikum til mótstøðuliðið, sum er nummar 10 av teimum 12 liðunum í deildini, megnaði oddaliðið at fáa øll trý stigini, tá Novo 12 minuttir fyri tíð var á rætta staðnum til rætta tíð og fekk sent bóltin fram við Hamilton-málverjanum. Vánaligar móttøkur Spælararnir hjá Fleyr vóru vónsviknir eftir finalutapið fyri Drátti í Klaksvík í gjár, men kortini varð hildið fast um vón ina at koma í steypafinaluna, sum livir enn, tí ein dystur aftrat skal spælast ímóti Drátti. – Í dag fingu vit ongantíð mót- tøkurn ar at rigga, og av tí sama bar einki annað til hjá okkum heldur. Eg haldi heldur ikki, at vit satsaðu nóg mik ið, tí høvdu vit vunni, so komu vit beinleiðis í steypafinaluna. Vit kun du avgjørt alt í dag, men tað megn aðu vit ikki, segði Birita Joen- sen. – Vit eiga at spæla nógv betur, enn vit gjørdu í dag, so tað mugu vit bara vísa mikukvøldið. Tá mugu vit royna at fáa móttøkurnar at koyra betur, so vit kunnu fáa miðjuna við, tí tað var størsti trupulleikin hjá okkum í dag. hil Ótrúliga glaðar Tað gekk sjón fyri søgn, at kvinnurnar hjá Drátti vóru sera fegnar eftir finalusigurin á Fleyr, sum samstundis gevur teimum ein nýggjan møguleika mikukvøldið at koma í steypafinaluna. – Hetta kennist heilt ótrúliga gott. Vit fóru norður við næstan hálvari manning, so vit høvdu ikki so góðar vónir undan kappingini. Men at vit kláraðu okkum í gjár, gav okkum trúnna á, at vit eisini fóru at klára Fleyr í dag, so nú eru vit ótrúliga glaðar, sigur Helga Nordendahl. Hon væntar, at hálvfinalan mikukvøldið, sum aftur verður ímóti Fleyr, verður ein dystur, sum fer at líkjast dystinum í gjár. – Eg vænti, at tað verður nakað tað sama. Fleyr hevur ein øgiligan blokk, sum vit skulu royna at sleppa framvið, men megna vit tað, so kunnu vit vinna aftur tá, sigur Helga, sum ásannar, at sigurin í Føroya Banka-kappingini eisini gevur gott mót til restina av landskappingini. – Har eru vit eitt av fýra jøvnum liðum, sum royna at taka dystin upp við SÍ, sum er í flokki fyri seg. Vit hava ikki havt tað so lætt í ár, tí vit hava havt trupult við at mannað lið, men nú síggja vit ljósari upp á tað. hil Øll úrslitini frá Føroya Banka-kapp- ingini kunnu síggjast á síðu 16