mánadagur 18. januar 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 18. januar 2010 – Nr. 11 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21
SÍ, sum fyrr í heyst vann
FK-kappingina, hevði
møgu leikan at spæla seg
bein leiðis í steypafinaluna,
um tað eisini eydnaðist at
vinna Føroya Banka-kapp-
ingina. Tann kjansin tók
SÍ, so tí verða í minsta lagi
tvey lið úr Vágum í steypa-
finalunum
Vágar eru sera væl umboðaðar í
frems tu røð í flogbólti, har bæði SÍ
og Dráttur hava lið í Eik-liguni hjá
kvinn um, umframt at SÍ hevur lið í
Eik- liguni hjá monnum. Og sum
støð an er nú, er SÍ í øllum førum væl
um boðað í steypafinalunum, sum
verða í Havn 20. februar, og spurn-
ing urin er so, um Dráttur eisini skal
megna at spæla seg í kvinnufinaluna,
sum so verður ein rein Vága-finala.
Nú Mjølnir um vikuskiftið skipaði
fyri Føroya Banka-kappingini, gekk
tað sum fótur í hosu hjá SÍ- mon n u-
num, ið struku ósigraðir gjøgnum
alla kappingina. Hjá monnunum
vóru bara fýra lið við, so tí var hon
a v greidd í einum bólki, har SÍ og
Fleyr gjørdust tey bæði fremstu lið-
ini, sum tí skuldu spæla finalu.
Eyka bonus í finaluni var atgongd
til sjálva steypafinaluna, og har
hevði SÍ ein trumf liggjandi, tí liðið
fyrr í heyst vann FK-kappingina.
Eydn aðist at vinna aftur nú, var
finalu sessurin tryggjaður. Um tað
hin veg in gjørdist Fleyr, ið vann, skul-
du SÍ og Fleyr spælt ein altavgerandi
dyst aftrat mikukvøldið um steypa-
finalu sessin.
Mjølnir, sum skipaði fyri kapp ing-
ini um vikuskiftið, slapp ikki at hava
sítt manslið við, tí reglurnar siga, at
liðini, sum eru komin í steypa finalu-
na umvegis oddasess fyrr í lands-
kapp ingini, sleppa ikki at spæla við
her. Tí vóru heldur ikki kvinnurnar
hjá SÍ at síggja aðrastaðni, enn á
áskoðar a plássunum, har sørvingar
vóru serstakliga væl mannaðir til
mans finaluna í gjár.
SÍ-Fleyr 3-0
(25-18, 25-16, 28-26)
Hóast nógv stóð upp á spæl, so
gjørd ist tað ikki fyrr enn ímóti enda-
num á triðja setti, at eitt sindur av
spenningi kom í finaluna millum SÍ
og Fleyr. Eftir at SÍ hevði vunnið tey
bæði fyrru settini sannførandi, var
Fleyr nógv betur við í triðja setti, ið
eisini til fulnar vísti, at tá hesi bæði
lið ini spæla upp til sítt besta, er
tor ført at taka dagar ímillum tey.
Fleyr gekk undan ta fyrstu
løtuna, men aftan á 11-11 gekk
javnt á allan vegin uppeftir. Fleyr
var við leiðsluni 24-23 fyrra liðið at
hava settbólt, men síðani skiftust
liðini at kunna av gera, til tað at
enda var SÍ, ið fór av stað við
settinum og sigrinum.
Tað var so tann spenningurin, tí
– sum sagt – var SÍ nógv betri tey
bæði fyrru settini. Bara fyrstu
løtuna í fyrsta setti var javnt, men
so fór SÍ av stað og vann trygt. Og í
øðrum setti fekk Fleyr slett einki
gjørt við SÍ, ið spældi sera væl og
fekk alt at bera til, og samanlagt
var eingin ivi um, at tað var klárt
betra liðið, ið vann finalu na og
uppiborið slapp í steypa finaluna.
Ótrúliga súrt
– Tað er ótrúliga súrt at tapa í dag,
tí vit hava spælt fult upp ímóti
teimum alt kappingarárið,
staðfesti Janus úr Dímun eftir
finaluna í Føroya Banka-
kappingini, har Fleyr tapti 0-3 fyri
SÍ, sum sostatt streyk av stað við
steypafinaluplássinum.
– Í fyrsta setti spældu vit sum
eitt hol í jørðini, men í øðrum setti
vóru teir ótrúliga góðir og vunnu
allar bóltar. Í triðja setti koma vit í
gongd og spæla upp ímóti
teimum allan vegin, men tá teir
síðstu bóltarnir koma, tora vit ov
illa at avgera tað, men tveita bóltin
yvir til teirra. Teir vunnu uppiborið,
tí tað er ikki nóg mikið at spæla
eitt gott sett í einum slíkum dysti.
hil
Ikki verið betri
– Størsti munurin á okkum og
Fleyr í dag var, at álopsspælið og
verjan hjá okkum var betri. Tað
stóð eitt sindur á í triðja setti, men
vit fingu so koyrt tað heim, segði
fegni hevarin hjá SÍ, Ólavur Jensen,
eftir 3-0 finalusigurin á Fleyr, ið
samstundis gav SÍ beinleiðis
atgongd í steypafinaluna, sum
verður ímóti Mjølnir.
– Fyri okkum er tað ein stórur lætti,
at vit kundu avgera tað í dag, tí tað
hevði verið strævið at skula spælt
aftur mikukvøldið, nú vit hava havt
nógvar dystir í síðstuni. Hjá okkum
var tað eisini gott, at vit í hesi
finaluni vístu nakað av tí frægasta
spælinum, vit hava spælt í ár.
hil
Líkamikið hvør
vann
– Fyri okkum var tað líkamikið, um
tað var SÍ ella Fleyr, sum vann, tí
hetta eru alt jøvn lið. Hjá okkum
ræður bara um at vinna
steypafinaluna, óansæð hvørjum
vit spæla ímóti. Men 3-0 sigurin
hjá SÍ var bæði sannførandi og
uppiborin, segði Mjølnir-spælarin,
Thorvald Danielsen, sum í gjár sat
sum skrivari við dómaraborðið, tí
Mjølnir ikki kundi spæla við í síni
egnu kapping.
– Tað er eitt sindur keðiligt, at vit
ikki eisini kundu spæla. Kanska
skuldu reglurnar verið broyttar, so
tað eitt lið sleppur at vera við í
hesi kappingini, hóast tað longu
hevur vunnið seg í steypafinaluna.
hil
Sørvingar í
steypafinaluni
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Sørvingar vóru væl mannaðir
á áskoðaraplássunum, tá SÍ og
Fleyr spældu mansfinaluna í
Føroya Banka-kappingini, og ikki
fór teir heldur skuffaðir avstað
aftur, tí SÍ vann og tryggjaði
bygdini pláss í steypafinaluni
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Nýtt Messi-met í Barcelona
22 ár og 206 dagar. So gamal – ella ungur – var Lionel Messi, tá hann
í gjár skjeyt sítt mál nummar 100 fyri Barcelona. Og við hesum er
hann nógv tann yngsti spælarin, sum hevur rokkið hesum tali. Metið
undan hesum átti Mariano Martín, sum var 24 ár og 60 dagar, tá
hann rakk teimum 100 málunum. Enn eru tó 14 spælarar framman
fyri Messi á samlaða máltindinum hjá Barcelona, men uttan iva hevur
argentinski áleyparin ætlanir um at skjóta fleiri mál enn tey, sum
hann nú hevur skotið. Barcelona vann dystin leygardagin móti
Sevilla við 4-0, og er felagið nú fimm stig framman fyri Real Madrid í
bestu sponsku deildini.
Øll úrslitini frá Føroya Banka-kapp-
ingini kunnu síggjast á síðu 16