Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. januar 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 18. januar 2010 – Nr. 11 Ítróttarliga endaði tað við niðurflyting. Men fíggjarliga eydnaðist at endurreisa KÍ. Enntá somikið væl, at felagið eftir øllum at døma kann rinda Tony Paris pengar við kassa eitt KÍ hevur eina loysn upp á málið um endurgjald til Tony Paris. Tað vóru boðini, sum komu úr Klaksvík í farnu viku, har tey seinastu vikurnar hava mett um og vigað dómin, sum felagið fekk í sakarmálinum frá fyrr­ ver an di venjaranum. Seinnapartin í dag skuldi KÍ taka enda liga støðu til, um dómurin verð ur góðtikin ella kærdur, og tað er alt, sum bendir á, at dómurin verð ur góðtikin. Eiga pengar Og hóast talan var um dóm, sum sendi stóran skelk ígjøgnum stolta felag ið í Klaksvík, so eru greiðar ábend ing ar um, at KÍ faktiskt hevur ráð at gjalda venjaranum tað, sum hann nú krevur. 2009 var kanska lakasta árið í felags søguni á tann hátt, at KÍ fyri fyrstu ferð nakran tíð flutti úr bestu mansdeildini. Men alt hevur sínar orsøkir. Og í hesum førinum var orsøkin, at KÍ repaði seglini fíggjarliga. Felagið hvørki vildi ella hevði ráð til fram­ halda ndi at vera partur av peng a­ mylluni, sum hevur koyrt við fyri­ litar leysari ferð seinnu kap p ing ar­ árini. Og hóast felagið í summar­ steðg i num styrkti seg við fleiri spælar um, so er endaliga úrslitið helst eitt úrslit, sum er nakað langt oman fyri nullið. Eginognin í smápartafelagnum, sum hevur raksturin av besta mans­ lið num um hendi, var við ársbyrjan nega tiv við nærum 700 túsund krón um, men hendan er nú endur­ reist við einum positivum rakstri. Og eisini KÍ sjálvt hevði yvirskot, tó at hetta helst ikki var heilt so stórt sum hjá Sp/f KÍ. Samanlagt ber hetta við sær,at KÍ í dag er hampuliga væl fyri fíggjar­ liga. Og hóast allar 503.000 krónur­ nar, sum Paris skal hava, ikki standa á bók, so er neyvan nakar trupulleiki hjá felagnum at læna hesar pengar í dag. Eisini hóast peningastovnarnir hava verið nakað trekari við út lán­ um nú, enn teir áður hava verið. Tróndur heldur fram- vegis frí Tað hevur ljóðað, at 30 ára gamli Tróndur Vatn hamar skal verja málið hjá NSÍ, men fyribils stendur av gerð in um at halda steðg frá fótbóltinum við Avgerðin hjá Meinhardt Joens en um at fara til B36 ber við sær, at NSÍ í løtuni stendur uttan nakað upplagt val millum stólparnar. Og tað er sjálvandi eitt hol, sum leiðslan í felagnum vil tippa. Í vikuni hoyrdist, at felagið vildi hava Trónd Vatnhamar at verja málið, men hetta er ein spurningur, sum spælarin sjálvur ikki hevur hug at gera stórvegis viðmerkingar til. – Eg steðgaði í summar­ steðgi num í fjør, tí hugurin til fót bóltin var ikki longur so stór ur, sum hann skal vera fyri at spæla í fremstu deildini. Tann støðan er í løtuni ikki broytt, men sjálvandi havi eg um hugsað møguleikan at byrja aftur, sigur Tróndur Vatn­ hamar. Tróndur spældi í fjør fyri B36, har hann eisini hevur sín upp runa. Seinnu hálvu av ári­ num í fjør vardi Jóan Pauli Dahl Jakobsen málið hjá B36, og nú verður tað altso Mein­ hardt Joensen, ið skal standa millum stólparnar. Claus á veg heimaftur Nógv bendir á, at Claus Bech Jørgensen, sum eitt skifti spældi á føroyska fótbóltslandsliðnum, kundi verið á veg heimaftur til danskan fótbólt. Í farnu viku var hann til royndarvenjing hjá gamla felag sínum, AC Horsens, og har lata tey væl at tí, tey sóu. – Claus vísti arbeiðssemi á venjingar­ vøllinum, og vit fingu sjón fyri søgn, at hann bæði er royndur og væl fyri. Men sum markanaðurin er í løtuni, standa okkum fleiri spælarar í boði, og vit kanna fleiri møguleikar. Tað er tó eingin ivi um, at Claus er ein møgu­ leiki, vit umhugsa, sigur venjarin hjá AC Horsens, Johnny Mølby. Claus Bech Jørgensen er fyribils farin aftur til Onglands. 2009 bjargaði KÍ jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Hóast talan var um dóm, sum skelkaði stolta felagið í Klaksvík, eru greiðar ábendingar um, at KÍ sjálvt megnar at gjalda Tony Paris hálva millión krónur í endurgjaldi Mynd: Álvur Haraldsen