mánadagur 18. januar 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 18. januar 2010 – Nr. 11 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23
Tað eydnaðist ikki føroyska
mans lands lið num í
hondbólti at vin na sær
nakað stig, tá HM- undan-
kapp ing varð spæld á
Kypros
Meðan stóru londini fyrireika seg til
EM-endaspælið í hondbólti, hava
smærru tjóðirnar kappast um, hvør
skal sleppa við í play-off dystirnar í
HM-undankappingini.
Og lat tað bara verða sagt alt fyri
eitt, at Føroyar sluppu ikki upp í part
millum hesi londini.
Føroyska manslandsliðið var um
vikuskiftið á Kypros, har bólkur 1
varð avgreiddur, og við trimum
tapum í eins nógvum dystum gjørd-
ist talan ikki um nakra beinleiðis
succés.
Sveis vann bólkin klárt, og longu í
fyrsta dystinum fingu okkara menn
at vita, at sveisiska landsliðið anno
2010 er nakað nógv sterkari enn
tað, sum Føroyar fyri 9 árum síðani
mun du fingið javnleik ímóti .
At talan var um fyrsta dystin eftir
langa ferð, er sum so ikki tann heilt
stóra umberingin, men okkara
høvdu neyvan sett beinini inn í høll-
ina, áðrenn Sveis streyk avstað. Og
so var ikki tað stóra at gera í einum
dysti, har endaliga úrslitið gjørdist
ein veruligur avsmurningur.
Mistu móti Kypros
Í hinum báðum dystunum gekk
nak að betur, hóast úrslitið eisini her
gjørd ist tap.
Tað var kanska væntandi, at
okkara menn skuldu gera okkurt við
Kypr os, men vertirnir vístu longu í
fyrs ta dystinum, at teir eisini kunnu
bíta frá sær. Og tað gjørdu teir, tá teir
vunnu tepran sigur á Hvítarusslandi.
Føroyska avrikið móti Hvíta rus s-
landi leygardagin var tó fyri tað
nógva góðkent. Kring steðgin eydn-
aðist tað mótstøðuni at renna frá
okk ara monnum, men í aðrar mátar
spæl di føroyska liðið væl og virð i iga
upp til mótstøðuna.
Men júst tað, at liðið í løtum dett-
ur úr dystinum, varð aftur tru pul -
leikin á Kypros-ferðini.
Undan seinasta dystinum søgdu
føroysku venjararnir, at her var
kanska ein møguleiki at fáa stig, og
møgu leikin var avgjørt til staðar.
Fyri steðgin hevði føroyska liðið
eitt gott tak á Kypros, og støðugt
hildu okkara menn seg á odda í
dysti num.
Men eftir steðgin gekk ikki eins
væl. Konsentratiónin í føroyska
spæl inum sveik eina løtu, og tað
gagn nýtti Kypros til at stinga avstað.
Og hóast okkara royndu at stríða
seg aftur í dystin, so stóð greitt, at
út fallið eftir steðgin kostaði nógv í
samlaða úrslitinum.
Mugu venja meira
Eftir dystin móti Kypros staðfesti
annar av venjarunum, Kári Nielsen, í
sam røðu við Kringvarpið, at før-
oysku spælararnir mugu til at venja
nógv meira, enn teir hava gjørt, um
vit skulu hava nakran møguleika á
hesum støðinum.
– Í hesum trimum dystunum
vórðu vit mintir á, at vit spæla ein
ann an hondbólt enn teir gera úti í
heimi, staðfesti Kári Nielsen.
Og tað er ein sannroynd, at fysiski
parturin so ella so hevur haltað hjá
okkara monnum, tá undan kapp-
ingar dystir hava verið á skránni.
Sinni liga ber hetta við sær, at liðið
ikki er til reiðar at standa á tærnum í
60 minuttir, og teir minuttirnar, sum
liðið ikki er á toppinum, verða rev s-
að ir knallhart.
Tað var sjónligt, tá vit í seinastu
undan kapping vóru um reppið at
taka stig frá Italia, og tað varð aftur
sligið fast á Kypros, har tað altso ikki
eydnaðist at vinna nakað stig.
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Trý tap í tríggjar dagar
Hondbóltur
HM-undankappingin, bólkur 1
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1 Sveis
3
3
-
0
-
0
106
56
50
6
2 Kypros
3
2
-
0
-
1
81
93
-12
4
3 Hvítarussland
3
1
-
0
-
2
92
89
3
2
4 Føroyar
3
0
-
0
-
3
76
117
-41
0
Henry svarar fyri seg
Franski landsliðsspælarin, Thierry Henry, skal í dag á fundi við aganevndina
hjá FIFA svara fyri seg í sambandi við umstríddu hendingina, tá hann brúkti
hondina í seinasta HM-undandystinum ímóti Írlandi. Vanliga revsingin fyri at
brúka hondina í slíkari støðu, er fríspark, men so einfalt er tað ikki í hesum
førinum, tí eftir »hondbóltin« legði Henry upp til sigursmálið, ið sendi
Frakland til HM í Suðurafrika, meðan Írland sat eftir við ongum. Tí verður
málið heldur ikki viðgjørt sum vanligt, men eygleiðarar vænta tó ikki, at
Henry fær aðra revsing enn eina ávaring og kanska eina bót. Lítið bendir á,
at hann fær karantenu, tá HM-endaspælið annars fer í gongd í summar.
FAKTA
Føroyar-Sveis 17-44 (7-21)
10 min: 3-10
20 min: 5-17
40 min: 10-28
50 min: 14-37
Føroyskir málskjúttar: Hans
Áki Dal-Christiansen 6, Tróndur
Kragesteen 5 , Heini Hanusarson
2, Carl Herup Olsen 2, Bjarti
Hansen 2
Føroyar-Hvítarussland 32-29
(15-22)
10 min: 6-5
20 min: 11-14
40 min: 19-26
50 min: 26-32
Føroyskir málskjúttar: Heini
Joensen 10, Finnur Hansson 7,
Tróndur Kragesteen 6, Sámal
Joensen 4, Poul Kjartan Dam 2,
Esbern Patursson 1, Hans Áki
Dal-Christiansen 1, Bárður
Johannesen 1
Føroyar-Kypros 27-34 (16-15)
10 min: 6-3
20 min: 12-9
40 min: 17-20
50 min: 22-25
Føroyskir málskjúttar: Heini
Hanusarson 8, Finnur Hansson 4,
Bjarti Hansen 4, Sámal Joensen
4, Tróndur Kragesteen 3, Janus
Sørensen 1, Hans Áki Dal-
Christiansen 2, Tummas Pauli
Hanusarson 1
Hini úrslitini
Hvítarussland-Kypros
30-31
Sveis-Kypros
36-16
Hvítarussland-Sveis
23-26
Føroysku landsliðsvenjararnir kundu eftir dystirnar á Kypros staðfesta, at tað kostar nógv, tá
føroyska liðið ikki megnar at halda konsentratiónina um uppgávuna í samfullar 60 minuttir
Savnsmynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir