Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. desember 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 242 - 14. desember 2001 Nr. 242 - 14. desember 2001 13 Klaksvík: Fríggjadagin fer M’as Blues Band at spæla í Klaksvík. Hetta fer kendi bólkurin at gera við Statoilstøðina, sum skipar fyri tiltakinum. Umframt Emmu og hennara fólk fer Karl Martin Samuelsen eisini at syngja jólasangir. Karl Martin hevur júst givið nýggja jólfløgu út saman við Rúnu á Heygum. Tiltakið verður fríggja- dagin klokkan 16.00. ek Nú verður søkt eftir fólkum at manna størvini á nýggja bústovninum og sambýlinum í Klaksvík SAMBÝLI Eyðun Klakstein Klaksvík: Tað verða brúk fyri 13 starvsfólkum til Bú- stovnin og Sambýlið á Mýrivegi í Klaksvík. Hetta er nýggjur stovnur, sum verður tikin í nýtslu eftir ársskiftið. Stovnurin er bústaður í tveimum eindum. Bústovn- urin verður heim hjá fýra dreingjum við autismu, og í sambýlinum skulu seks vaksin menningartarnað fólk búgva. Søkt verður eftir 10 fólk- um til tænastumannastørv og eftir trimum hjálparfólk- um. Hetta verður gjørt treytað av góðkenning frá Fìggjarmálastýrinum. Útbúgvið fólk Uppgávurnar hjá arbeiðs- fólkunum á nýggja stovnin- um verða at taka sær av íbúgvunum og gera annað arbeiðið í heiminum. Í lýs- ingini eftir fólki verður dentur lagdur á, at umsøkj- ararnir skulu hava vitan um økið og eru áhugaðir í at út- búgva seg meira. Bert tey, sum hava náms- frøðisligt prógv ella líkn- andi útbúgving, kunnu søkja tænastumannastørv- ini. Um ikki nóg nógv út- búgvið fólk er til hesi størv, verða tey fyribilssett við fólki við øðrum førleika. Umsóknarfreistin er 20. september, og ætlanin er at manna størvini frá 1. januar næsta ár. Emma til Klaksvíkar M’as Blues Band fer at syngja Babu í Klaksvík í dag Helena Dam á Neystabø vil hava 28 milliónir krónur meira til pensjónir næsta ár, so tey eldru í samfelagnum eisini kenna búskaparligu framgongdina í samfelagnum PENSJÓNIR Eyðun Klakstein Helena Dam á Neystabø hevur lagt broytingarupp- skot til fíggjarlógina fyri tingið. Tingkvinnan, sum ikki longur er partur av nøkrum flokki, vil hava 28 milliónir krónur meira sett- ar av til pensjónir. – Tað er framvegis alt ov stórur munur á, hvørjar um- støður fólk hava á ellisárum sínum. Og tað er heilt greitt, at fólkapensjónistar, sum bara hava sína fólka- pensjón at liva av, hava krav upp á eina hækking av inn- tøkuni, sigur Helena Dam á Neystabø í viðmerkingun- um til uppskotið. Hon heldur, at tað eru eingin tekin um, at lands- stýrið ella meirilutin í fíggj- arnevndini ætlar sær at hækka pensjónirnar. Í álit- inum um fíggjarlógina hev- ur meirilutin ikki sett nakað uppskot fram, sum kann tryggja eina hækking av pensjónunum, og einki verður heldur sagt um, at landsstýrið hevur í kvittan- um at hækka pensjónirnar næsta ár. Tí tekur Helena Dam á Neystabø sjálv hetta stigið, so tey eldru kunnu fáa hægri fólkapensjón. Merkja onga framgongd Helena Dam á Neystbø heldur, at tað er skyldan hjá løgtinginum at tryggja eina hækking í fólkapensjónini, nú allir aðrir føroyingar hava fingið lønarvøkstur. Ella koma tey eldru bara at kenna búskaparframgongd- ina sum eina stóra byrðu, sigur hon. Tingkvinnan heldur, at í fyrsta lagi skulu grundupp- hæddin og viðbøtur hækk- ast. Harafturat skal munur- in millum gift og ógift tak- ast burtur, og eisini skulu pensjónistar hava møgu- leikan at vinna meira peng- ar umframt fólkapensjón- ina. Í dag ber til at forvinna 21.400 krónur, áðrenn pensjónin minkar, men hetta mark skuldi verið ein- ar 50.000 krónur, heldur Helena Dam á Neystabø. Broytingaruppskotið til fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum verður lagt fram í sambandi við 2. við- gerð av fíggjarlógini. Klaksvík: Fríggjakvøldið fer Rás 2 at senda beinleið- is úr Barok í Klaksvík. Tað vera teir báðir Gunn- ar Hansen og Kristian Joen- sen, sum fara at brúka Barok sum studio fríggja- kvøldið. Teir hava sending- ina Náttarvaktin, sum er sending við tónleiki, spurn- arkapping og øðrum. Tveir av ídnastu luttakar- unum í spurnarkappingun- um, sum vanliga eru um- vegis telefon, hittast andlit til andlit á Barok hetta kvøldið. Sendingin byrjar klokkan 22.00 og heldur fram til klokkan 01.00. Tá sending- in er liðug, halda Gunnar og Kristian fram sum plátu- vendarar til dansin á Barok. ek Søkja eftir fólki til nýggja bústovnin Søkt verður eftir starvsfólkum til nýggja bústovnin fyri autistar og menningartarnað, sum letur upp í Klaksvík Rás 2 beinleiðis úr Barok Gamla strandfara- skipið hevur verið til høvuðssýn, og næstu vikurnar verður Barsskor umvældur á bedingini í Klaksvík SAMFERÐSLA Eyðun Klakstein Strandfaraskipið Barsskor liggur á beding í Klaksvík, og har verður hann liggj- andi komandi vikurnar. Gamla strandfaraskipið hevur verið til høvuðssýn, og hetta sýn staðfesti, at tað er ymiskt, sum skal gerast við skipið. Strandferðslan hevur seinastu dagarnar bíðað eftir úrslitinum av sýnum hjá Skipaeftirlitinum, og nú tað er komið, hevur Strand- ferðslan sett gongd á um- vælingarnar, so Barsskor taka siglingina uppaftur millum Klaksvík og Kals- oynna. Tað verður roknað við, at arbeiðið fer at taka nakrar vikur, og tí fer Barsskor ikki aftur í vanliga sigling fyrr enn um ársskiftið. Seinastu tríggjar vikurn- ar hevur Súlan røkt sigling- ina til og úr Kalsoynni, og tað kemur hon framhald- andi at gera restina av árin- um. Barsskor setast í stand Tað fer at taka nakar vikur atseta Barsskor í stand, so hann kann fara í sigling aftur Helena vil hækka pensjónirnar Helena Dam á Neystabø heldur, at tað er skyldan hjá løgtinginum at tryggja pensjónistunum hægri inntøku, nú øll onnur í samfelagnum merkja búskaparligu framgongdina Í sambandi við Fólka- skúlalógina frá 1997 er nú gjørd ein ar- beiðsætlan. Talan er um eitt álit, sum skal gera tað soleiðis, at tað fer at bera til at útnytta møguleik- arnar, sum eru í Fólkaskúlalógini. Allir partar tykjast higartil rættiliga væl nøgdir FÓLKASKÚLIN Heri á Rógvi Hósmorgunin kundu lands- stýrismaðurin í mentamál- um og forkvinnan í Føroya lærarafelag fáa hvør sítt avrik einum áliti við heitin- um Fólkaskúlalógin – ein avbjóðing. Hetta er úrslitið av ar- beiðinum hjá einum ar- beiðsbólki, sum hevur verið í holt við hesa verkætlanina síðani í februar mánað í ár. Arbeiðsbólkurin er settur sambært einum protokollati millum Føroya lærarafelag og Undirvísingar- og mentamálstýrið, ið var undirskrivað hin 30. apríl 2000. Hóast arbeiðið skuldi verið gjørt liðugt áðrenn 1. januar 2001, so endaði tað tó við, at álitið varð handað hósmorgunin. Formaðurin fyri arbeiðsbólkin, Heðin M. Klein, vildi ikki koma nærri inn á, hví hetta hevði tikið meiri tíð enn uppruna- liga ætlað, men hann vísti á, at tann fyrsti fundurin, sum arbeiðsbólkurin hevði havt, varð hildin í februar mánaði í ár. Heðin M. Klein er valdur til formann fyri arbeiðsbólkinum av hinum limunum í bólkin- um. Teir seks limirnir, sum umframt Heðin hava sitið í arbeiðsbólkinum, eru: Gyðja Hjalmarsdóttur Didriksen og Súni Kristian- sen, bæði fyri Føroya lær- arafelag. Durita Tausen, fyri Fíggjarmálastýrið. Jenny Lydersen og Thordis Dahl Hansen, fyri Menta- málastýrið. Arnbjørn Kristiansen hevur umboðað skúlanevndinar og skúla- stýrini. Thordis Dahl Han- sen hevur verið skrivari. Nýtmeting Í álitinum verða mong økið viðgjørd, og arbeiðsbólkur- in kemur eisini við tilmæl- um á teimum ymsu økjun- um. – Arbeiðsbólkurin er av teirri sannføring at nú fólkaskúlalógin hevur verið í gildi og er roynd í nøkur ár, eigur landsstýrismaður- in saman við Fólkaskúla- deildini í Mentamálastýrin- um at gera eina gjølliga út- greining av føroysku fólka- skúlalógini, síðan lógin kom í gildi, her undir eina nýmeting av kostnaðinum, skrivar arbeiðsbólkurin í álitinum. Mett var í 1997, tá ið Fólkaskúlalógin varð sam- tykt, at tað skuldu góðar 88 míó. til at innføra lógina og fáa hana at virka. Komandi ár eru tað settar 185 míó. av til fólkaskúlan. Viðgerast Sum vanligt er við tílík høvi, so søgdu tey bæði, sum tóku ímóti eisini nøkur orð. Bæði tóktust fegin um avrikið hjá arbeiðsbólkin- um. Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya lærara- felag, segði seg hava sakn- að hetta í longri tíð, og hetta fór at gera tað lættari hjá teimum at arbeiða við teirri so nógv umtalaðu fólkaskúlalógini. Eisini landsstýrismaðurin í skúlamálum, Óli Holm, hevði góð orð at bera ar- beiðsbólkinum og álitinum, hóast hann ikki hevði fing- ið stundir til heilt at lesa hetta ígjøgnum enn. Hann segði, at hetta fyrst verður viðgjørt á fólkaskúladeild- ini hjá mentamálastýrinum. Hann dugir ikki at siga, um hetta verður latið til við- gerðar í tinginum, áðrenn val verður. Fólkaskúlalógin fingið arbeiðsætlan Elsa Birgitta Petersen og Òli Holm fáa her handað álitið frá formanninum í arbeiðsbólkinum, Heðin M. Klein. Mynd: Jens Kristian Vang Millum munnligu fyrispurningarnar í tinginum mikudagin vóru eisini tveir, sum viðvíktu støðuna á B6 B6 Heri á Rógvi Kreppukenda støðan á B6 hevur verið nógv at hoyrt og sæð til hesar seinastu vikurnar. Málið snýr seg í stuttum um, at 18 sjúkra- systrar mestsum í einum hava sagt seg úr starvi. Hesar vóru so ónøgdar við umstøðurnar á deildini, at tær sóu ongan annan møgu- leikan uttan at siga seg úr starvi. Sjúkrahúsleiðslan hin- vegin metir, at arbeiðsstøð- urnar eru nøktandi fyri deildina. Sjúkrahúsleiðslan er til reiðar at veita starvs- fólkunum betri arbeiðstól, men heldur tað ikki vera neyðugt við fleiri starvs- fólkum, soleiðis sum krav- ið hjá sjúkrasystrunum hevur ljóðað. Partarnir hava ikki flutt seg nakað merkisvert nærri at hvørjum øðrum, og nú er málið so komið fyri hægsta lógarmyndugleika í Føroy- um, Løgtingið. Fyrispurningur Støðan á B6 var í veruleik- anum reist í tveimum um- førum í tinginum miku- dagin. Tann fyrsti, sum spurdi um støðuna var Kristian Magnussen, ting- maður fyri Javnaðarflokk- in. Hann spurdi Sámal Pet- ur í Grund, landsstýris- mann í almanna- og heilsu- málum, um starvsviður- skiftini á B6. Í svari sínum segði Sámal Petur í Grund m.a., at ar- beitt verður við málinum. Hann nevndi eisini, at mál- ið skal gjøgnum nakrar prosessir, og hetta eiga vit at minnast til, soleiðis at vit ikki loypa nakra prosess um. Kristian Magnussen segði eisini, at tað átti sagt landsstýrismanninum okk- urt, tá ið 18 sjúkrasystrar siga seg úr starvi. Sámal Petur í Grund ásannaði, at tað var talan um eitt neyðarróp. Hann segði samstundis, at tað verður arbeitt við einari loysn. Kristian Magnussen segði dagin eftir, at hann ikki metti svarið frá lands- stýrismanninum vera nøkt- andi. Tá hann varð spurdur, hvat hann og hansara flokk- ur kunna hugsast at gera í hesum málinum, svarar hann: – Tað er í roynd og veru ikki nógv, sum vit kunnu gera sum andstøðuflokkur. Vit kunnu bert vísa á, hvussu støðan er, sigur Kristian Magnussen. Misálit Finnur Helmsdal bar eisini fram ein munnligan fyri- spurning mikudagin. Hann spurdi um markið millum fyrisitingarligar og politisk- ar avgerðir. Munnligi fyri- spurningurin varð stílaður til løgmann, men snúði seg í roynd og veru um Sámal Petur í Grund. Finnur Helmsdal setti spurnartekin við, um tað er ílagi, at Sámal Petur ger sum hann ger í sambandi við sjúkrasystrarnar á B6. – Hugburðurin er blóð skeivur. Her er talan um ein rættiliga arrogantan holdn- ing frá landsstýrismannin- um. Hann er kvalifiseraður til eitt misálit, segði Finnur Helmsdal í tinginum miku- dagin. Tjóðveldistingmaðurin vildi hava løgmann at koma við ábreiðslum til Sámal Petur í Grund. Løgmaður svaraði spurn- inginum við at siga, at tann politiska avgerðin í hesum sambandi var at játta pen- ing. Um tað skuldi vera so- leiðis, at løgmaður skuldi taka um endan í øllum tílík- um málum, so hevði hetta enda við reinum kaos. Finnur Helmsdal segði seinni, at hann ikki ætlar at gera álvara av tonkunum um at reisa misálit. Sjúkrasystrarnar á B6 vilja nú gera eina seinastu roynd at fáa í rættlag viðurskiftini á B6. Talan er um eitt semingsuppskot. Fleiri hendur standa enn ovast á listanum B6 Heri á Rógvi Í skrivi til leiðsluna á landssjúkrahúsinum, verður eitt uppskot gjørt um semju. Átjan sjúkra- systrar hava skrivað und- ir skrivið, t.e. sjúkra- systrarnar, sum hava sagt seg úr starvi. Skriv- ið verður kallað fyri eitt semingsuppskot og er soljóðandi: Undirritaðu sjúkra- systrar á B6 vilja gera eina seinastu roynd at fáa rættlag á viðurskift- ini á B6. 1. 1,8 sjúkrasystrar. 2. Neyva stýring av sjúklingatalinum. 3. Sjálvstýrið aftur á deildini 4. Um sjúklingatalið fer yvir 18 og ella tyngd- in verður yvir 4 røkt- arsjúklingar og undir sjúku – kunna inn- kalla tímalønt. 5. Tá aðrar deildir hava stongt, planleggja við 4 kvøldvaktum, t.v.s. eina meir enn sum nú er. 6. At neyðug arbeiðs- amboð/tól sambært listanum frá 14.8.01 verða útvegað og at tól verða hildin við líka 7. Endurskoða støðuna um 3-6 mðr. Hetta halda vit kundi verið við til at bøtt mun- andi um umstøðurnar, og sjálvsagt vilja vit verða við til at menna deildina framyvir. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina viðmerk- ing frá Jóanis Erik Køtl- um. B6: Semingsuppskot latið til leiðsluna B6 á tingi Finnur Helmsdal heldur Sámal Petur í Grund vera kvalifiseraðan til eitt misálit Kristan Magnussen vildi fegin hava Løgtingið at viðgera spurningin um sjúkrasystr- arnar á B6. C M Y K 13 12