Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. desember 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Frá fríggjadegi 14. desember til hósdagin 20. desember Emily á Veðurgarðinum Af banen My Girl 2 Átta hárfríðkanarnæmingar eru til sveinaroynd á Tekniska Skúla í Havn og fyri at standa sveinaroyndina og kunna rópa seg frisør er umráðandi at alt gongur eftir ætlan. Sjónvarpið fylgdi hárfríðkanarnæmingunum hesar báðar dagarnar royndirnar vardu Tað síðsta klippið Hon er aftur! Sunnukvøldið kl. 19.00 Hóskvøldið kl. 19.30 Mánakvøldið kl. 19.30 Tíðindi valdast! Allan dagin á tamb er ein stríður streymur av tíðind- um. Og í løtuni tykjast tíðindafólk at halda, at tey mest áhugaverdu og við- komandi tíðindi eru, hvar amerikanarar halda bin Laden vera staddan júst nú. Løgið! Tað einu løt- una er hann sæddur her, so har, og so sigur onkur annar, at tað var ikki rætt, hann er hvørki staddur her ella har, men eina heilt aðra staðni! Áhugavert? Fyri hvønn? Og so eru tað sjúkra- systrarnar á B6! Mána- dagin á middegi vóru tøl reksaði upp, tøl, sum tal- aðu um eykatímar, eyka- útreiðslur, eitt ótal av sjúkradøgum og alt møguligt annað eyka! So, kanska fleiri enn eg sótu eftir við eini kenslu av, at her var talan um ein flokk av hysteriskum konum! Men lukkutíð kom tíð- indasendingin Føroyar í dag týskvøldið. Har var roynt at lýsa støðuna á B6 og á Landsjúkrahúsinum sum heild. Jú, tíðindafloymurin virkar mangan marghátt- ligur, og viðhvørt sýnist tað ósagda tað áhugaverd- asta og mest viðkomandi, tá ið saman um kemur! Sendingin um kærleika, sum Armgarð Arge stóð fyri, var stak áhugaverd. Henda var skipað sum ein samrøða millum hana og sálarfrøðingin Eyðun Joensen. So áhugaverd var sendingin, at rættliga nógv fólk hava tosað um hesa somu sending og hildið fram við prátinum. Og tá má ein sending sig- ast at vera viðkomandi, tá ið hon røkkur nógv longur enn ta løtuna, hon varir!! Armgarð gjørdi eina líkn- andi sending nakað síð- ani, tá ið hon tosaði við Eyðun Andreassen. Eisini tann sendingin livdi leingi millum fólk eftir, at síðsta orðið var sagt. So kom tann fyrsta sendingin um bøkurnar undan jólum. Tríggjar bøkur vóru ummældar hesu ferð, og tað var skill- igt, at aftur í ár høvdu um- mælararnir fyrireikað seg væl. Tað var áhugavert at lurta, og tú fekst sum lurt- ari eina greiða fatan av bókunum. Eitt hjartasuff fari eg at koma við í hes- um sambandinum! Hví bara senda tríggjar fýra sendingar um bøkur um árið? Hví metir ÚF, at før- oyingar bara hava áhuga fyri bókmentum í desem- ber? Svf hevur sent fleiri før- oyskar sendingar í heyst. Og nú tað stundar til jóla, er barnasendingin Glóa á skránni.Vætturin er stak fittur og livandi, men vit her í húsinum sakna ta góðu søguna. Jú, ein gívur sæst viðhvørt og kundi eitt veruligt samspæl mill- um hana og Glóu skapt eina góða søgu. Børnini sita spent og bíða, tí nú má okkurt spennandi fara at henda — men einki hendir!!! Og tað er spell og virkar samstundis ør- kymlandi. Endaspurturin av sendi- røðini Rangt og rætt var leygarkvøldið. Hann var bæði stuttligur og undir- haldandi og riggaði væl, haldi eg. Annað var so, at eg undraðist stórliga á, at so fá konufólk sóust í sendingini. Níggju mans myndaðu sendingina. Ein vertur, tveir skiparar, tveir mans sum hjálparar hjá hvørjum skipara, og tveir tónleikarar! Jú, nøkur konufólk sóust, tá ið øll, tey luttakandi komu fram; men alt ov fá! Annars haldi eg, at skráin hjá Svf er í so solt- in og keðilig. Tveir amerikanskar filmar eitt leygarkvøld! Nærum hvørt kvøld amerikanskar stuttrøðir! Hví fara so langt eftir so vánaligum og lítisverdum tilfari? Lydia Didriksen ummælir: Sunnukvøldið kl. 20.00 Hósdagin kl. 18.30 15 14 Nr. 242 - 14. desember 2001 – Og vit vænta seks trolarar í komandi viku, sigur Jason Johannesen, sum ætlar at hava turt gólv, tá ið farið verður í jólafrí FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Saltangará: Hesa vikuna hava fimm trolarar lagt veiðina upp til Fiskavirking í Saltangará.Mánadagin var Roc Amadour við umleið 120.000 pundum, harav stívliga 80.000 var upsi. Mikudagin vóru Jaspis og Ametyst inni. Teir høvdu 1700 kassar tilsamans, 1000-1100 var upsi. Restin var toskur og onnur fiska- sløg. At enda vóru Safir og Smaragd inni hósdagin. Teir vóru fullir undir lúkurnar. Skipini bæði hava 2000 kassar umborð, men veiðan var uppí heilar 2700 kassar, so fiskurin, sum skuldi verið í teimum seinastu 700 kassunum, var í krubbum. Hvussu veiðan hjá Safir og Smaragd býtti seg, visti Jason Johannesen ikki rættiliga, tá ið Sosialurin frætti mikudagin, men ein stórur partur var upsi. Fiskavirking í Saltangará keypir bara upsa, so hini fiskasløgini, sum skipini hava, keypa onnur virki. Týsdagin keypti virkið í Saltangará eisini 80.000 pund av upsa frá P/F Beta. Vænta trý »pør« í komandi viku Stjórin í Fiskavirking í Saltangará væntar, at trý »pør« ella seks skip fara at landa í komandi viku, sum er vikan undan jólum. – Vit klára neyvan at arbeiða meira enn fiskin hjá hesum seks skipunum í komandi viku. Men nú fáa vit at síggja, hvussu nógv skipini hava, tá ið tey koma. Jason Johannesen sigur, at eingin fiskur má liggja niðurfyri, tá ið farið verður í jólafrí, tí annars verður fiskurin alt ov gamal, soleiðis sum jólini fella í ár. Ætlanin er at arbeiða til og við fríggjadagin, 21. de- sember. – Tað er torført at spáa um komandi viku, men sum er, er veðrið gott, og skipini fáa nógvan fisk. So, vit kunnu rokna við einum ávísum trýsti undan høg- tíðini, leggur hann aftrat. Spurdur, um ætlanin er at arbeiða teir báðar dagarnar, sum eru millum jól og nýggjárs, sigur stjórin, at tað væntar hann ikki. – Men kemur fiskur, mugu vit sjálvsagt til arbeiðis, men tað er ikki sosannlíkt, heldur Jason Johannesen. JÓLAKONSERT Eirikur Lindenskov Í morign, leygardagin, klokkan 16 verður jólakonsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum. Tað verða Kristiliga Sangkórið og Tofta- kórið, sum fara at hava konsert saman. Sungnir verða føroyskir og norð- urlendskir jólasálmar og –sangir, eins og onkur enskur og onkur týskur jólasálmur. Sama konsertin verður mánakvøldið klokkan 20 í Havnar Kirkju. Kórleiðari hjá Kristiliga Sangkórinum, meðan Mikael Jóhan Heinesen er leiðari hjá Toftakórinum. Toftakórið og Kristiliga Sangkóri jólakonsert Tórbjørn Jacobsen fer at taka sæti á Fólkatingi í dag FÓLKATINGIÐ Áki Bertholdsen Nú verður tað, at før- oyingar fáa nýggjan fólka- tingsmann. Tað hendir, nú Torbjørn Jacobsen á Glyvrum tekur sæti á Fólkatingi fyri Høgna Hoydal. Høgni Hoydal var fyrst valdur á fólkating á listan- um hjá tjóðveldisflokkin- um, men av tí at hann frammanundan er lands- stýrismaður, hevur tað ligið í luftini, at næstu maður á listanum fór at taka yvir. Eitt ætlaði Høgni Hoydal sær tó at avgreiða fyrst og tað var at taka lut í stóra orðaskiftinum, sum var, nú Fólkatingið varð sett eftir valið í november. Tað er nú avgreitt og síðani hevur Høgni Hoydal biðið um farloyvi úr Fólka- tinginum og um, at næsti maður á listanum sleppur at taka yvir. Næsti maður á listanum er Tórbjørn Jacobsen og hann fór úr Føroyum, niður á Fólkating í gjár. Væntandi verður tað í dag, at Fólkatingið sam- tykkir, at hann tekur sæti á tingi fyri Høgna Hoydal. Annars verður ikki mett, at hann fer at taka orðið á tingi, fyrenn fíggjarætlanin kemur til viðgerðar, men tað verður neyvan fyri næsta ár. Torbjørn Jacobsen farin á Fólkating Tórbjørn Jacobsen fór úr Føroyum í gjár at taka sæti á Fólkatingi fyri Høgna Hoydal Fimm trolarar landað í Saltangará – Vit ætla at halda frí millum jól og nýggjárs. Kemur fiskur, mugu vit sjálvsagt til arbeiðis, men tað er ikki so sannlíkt, heldur stjórin í Fiskavirking í Saltangará Savnsmynd C M Y K 14