Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-18, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. januar 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Føroysku svimjararnir fingu um vikuskiftið hóp in av góðum úrslitum í stóru íslendsku svimji-kapp- ingini, Reykjavík Inter- national Games 2010. Eitt tað flottasta avrikið var, tá Birita Debes í gjár setti føroyskt juniormet, sam- stundis sum hon vann gull í seniorkapping Tað var í 50 metra ryggsvimjing, at Birita Debes megnaði at fáa bæði upp í posa og sekk, umframt at hon eisini vann silvur í 200 metra rygg­ svimjing – í báðum førum hjá senior um. Sostatt fekk Birita stað­ fest, at vit óivað koma at síggja meira til hana í framtíðini. Eisini Turið S. Christiansen gjørdi vart við seg, tá hon í seniorkapp ing­ ini í 100 metra bringusvimjing vann silvur, samstundis sum hon setti nýtt juniormet. Og tað sama var hjá Monku Biskopstø, sum vann bronsu í 400 metra frísvimjing hjá seniorum við nýggjum føroyskum juniormeti. Samlaða heiðursmerkjaúrtøkan gjørd ist eisini góð í Reykjavík Inter­ national Games, tí føroysku svimj­ ara rnir koma heimaftur við 11 gull­, 20 silvur­ og 12 bronsu heiðurs­ merkjum, harav eitt gull­, fýra silvur­ og tvey bronsumerki vóru vunnin í seniorkapping. Harumframt eydnaðist eisini at seta met í hópatali, og tilsamans gjørd ist hesa ferð talan um trý før­ oysk met og 12 juniormet, men har­ aftrat skal so eisini sigast, at allar­ flestu svimjarar settu somuleiðis per sónlig met. Øðrvísi upphiting Tað er eftirhondini blivin fastur sið­ ur, at Svimjisambandið sendir svimjar ar til Reykjavík International Games, men hesa ferð var up p­ hitingin eitt sindur øðrvísi, enn hon plagar at vera. Í ár hevði Svimjisambandið 16 ung dómssvimjarar á venjingarlegu í Reykjavík í eina viku undan stevn­ uni, eins og bæði Ægir og Suðuroyar Svimjifelag hava verið har yviri við 10 svimjarum. Og hóast kappingin er av á hes­ um sinni, koma ikki allir svimjararnir heimaftur beinanvegin, tí átta svimjar ar úr Havnar Svimjifelag fara nú víðari til Akureyrar, har teir skulu vera á venjingarlegu í 50 metra hyli líka til 25. januar. At svimjararnir soleiðis sleppa at ven ja seg við øðrvísi umstøður bæði undan og eftir kapping, boðar vón andi frá góðum undan komandi kapp ingum, tí ofta góðar fyri reik­ ing ar eru ikki so sjáldan gull verdar – bókstaviliga! Larvik avhøvdaði FCK Uttan at hava spælt, er danska FCK úti av Champions League­ kappingini í kvinnuhondbólti. Skuldi FCK koma víðari, skuldi norska Larvik vinna sín útidyst ímóti russiska HC Dinamo. Men av tí at Larvik longu var komið víðari, møtti liðið upp til dystin við bara sjey útispælarum, og sjálvt venjarin var ikki farin við. Tað merkti, at norska liðið ikki megnaði at halda allan vegin, men dragnaði ímóti endanum og tapti við trimum málum. Tí er líkamikið, hvussu síðsti dysturin hjá FCK ímóti montegrinska Budocnost endar. »Høsnarungin« liðugur Danski súkklarin, Michael Rasmussen, sum í 2007 var tveittur úr Tour de France­kappingini, beint áðrenn hann vann hana, verður av fleiri mettur at vera liðugur sum toppsúkklari. Michael Rasmussen, sum er 36 ára gamal, hevur júst skrivað undir sáttmála við lítla italska felagið, Miche. Súkkluserfrøðingurin hjá danska ríkisvarpinum, Alex Pedersen, væntar ikki, at »Høsnarungin«, sum hann verður róptur, aftur verður at síggja í nakrari av stóru kappingunum. Birita setti juniormet og vann seniorgull Føroysku svimjararnir fóru til Íslands eina viku undan kappingini, og nakrir svimjarar verða nú eftir í Íslandi alla ta komandi vikuna Mynd: Øssur Mohr einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Birita Debes ovast á sigurspallinum, millum tveir íslendskar svimjarar, eftir at hon vann gull í seniorkapping, samstundis sum hon setti juniormet Mynd: Øssur Mohr