mánadagur 18. januar 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 18. januar 2010 – Nr. 11
– Umframt tiltakið hós
kvøld ið, tá úrvals ítróttar
fólk okkara kunnu hoyra
um royndirnar hjá einum,
ið hevur verið uppi á tindi
num, ætla vit eisini at
hava onkrar samlingar fyri
okkara bestu ítróttar fólk,
sigur forsetin í Ítróttar
sam bandinum
At tað er eydnast at fáa ein so
mætan ítróttarmann til Føroya, sum
Poul-Erik Høyer, fegnast tey í
Ítróttar sambandinum um, tí við
sínum drúgvu royndum kann hann
siga okkara úrvalsítróttarfólkum
nógv um, hvussu tað er at koma
upp á tindin og halda seg har, men
eisini um, hvussu tað er at koma
niður aftur.
– Tað er Badmintonsambandið,
sum hevur fingið sambandið við
hann í lag, og tá hann hevði áhuga
fyri at koma til Føroya, tóku vit av, tí
hetta er fongur at fáa til Føroya.
Sam stundis er hetta ein náttúrligur
liður í okkara arbeiði við úrvalsítrótti,
sig ur Sølvi R. Hansen, ÍSF-forseti.
– Hetta er nakað av tí, vit hava
tosað um, at vit skuldu royna at fáa
eina persónligheit hendavegin, ið
veruliga kann læra okkara ítróttar-
fólk nakað. At tað so júst gjørdist
ein, ið hevur roynt seg í einari
ítróttar grein, sum kanska ikki er so
merkt av nógvum pengum, sum
fleiri aðrar eru tað, fær júst hesa
vitjan ina at hóska væl til okkara tørv
á økinum.
Meira er á veg
Tiltakið, sum verður í Skálanum í
Norður landahúsinum
hóskvøldið,
er bert eitt av fleiri, ið ætlanin er at
fáa í lag, so føroysku úrvals ítróttar-
fólkini kunnu fáa bæði hjálp og
íblást ur til at fylgja teimum málum,
tey hava sett sær.
– Eitt annað, vit eisini hava havt í
um búna, er at hava onkrar samlingar
fyri okkara úrvalsítróttarfólk, so tey
– tvørtur um tær ymsu ítróttar-
greinarnar – kunnu koma saman at
deila sínar royndir við hvønnannan.
Men eisini kundi ein sovorðin sam l-
ing verið skipað við einum seminari
ella onkrum líknandi, heldur Sølvi R.
Hansen.
– Við tí játtan, vit hava fingið frá tí
al menna til at menna úrvalsítróttin,
hava vit miðvíst valt at satsað nógv
upp á Pál Joensen, so vit kunnu vera
við til at hjálpa honum at gera so góð-
ur, sum tað ber til. Størsti parturin av
játta n ini fer til tað, men vit hava fram-
vegis møguleikar at gera onnur ting,
ið eisini kunnu koma hinum úr vals-
ítróttarfólkunum til góðar, og tiltakið
hóskvøldið er so eitt stig á tí leiðini.
Í vikuni fær Ítróttar
sambandið vitj an av
danska bad minton
spælaranum, PoulErik
Høyer, sum fyrra helm ing
av 90unum vann hópin
av altjóða kapp ingum.
Saman við ein um øðrum
frá danska bad mint on sam
bandi num skal hann kunna
um úrvalsítrótt
Alsamt meira fokus verður sett á
úrvals ítrótt í Føroyum, og hós kvøldið
klokkan 19 hevur Ítróttar sam bandið
eitt serligt kvøld í Skála num í Norður-
landahúsinum fyri mið vís ítróttarfólk,
venjarar teirra og annars øll áhugað,
har tveir danskir gestir við breiðari
vitan um úrvalsítrótt fara at greiða frá.
Hetta tiltak er liður í úr valsarbeiðinum
hjá Ítróttar sam bandi num.
Annar teirra er danski bad min ton-
spælarin, Poul-Erik Høyer, sum telist
millum mætastu ítróttarfólk í Dan-
mark gjøgnum tíðirnar og fyri kort um
gjørdist 25. limurin í donsku Hall of
Fame. Eitt nú vann hann OL- gull í
1996, All England í 1995 og 1996 og
EM-gull í 1992, 1994 og 1996. Hin er
Finn Trærup-Hansen, ítróttar stjóri í
úrvalsdeildini hjá danska badminton-
sam bandinum, har Poul-Erik Høyer
nú er næst formaður.
Hóskvøldið fer hoyra Poul-Erik
Høyer at siga frá sínum egnu roynd-
um sum úrvalsítróttarfólk, bæði á
ungum árum og sum vaksin, eins og
ímóti endanum á yrkisleiðini. Hann
kemur eitt nú inná, hvussu vit savna
okkum og arbeiða miðvíst við okkara
ítróttarlívi, og eisini hevur hann síni
boð uppá, hvussu vit ger ast meistarar.
Finn Trærup-Hansen fer at siga frá,
hvussu tey í úrvalsdeildini hjá danska
badmintonsambandinum skipa sítt
úrvalsarbeiði,
hvussu
ítróttar fólk
verða vald út og hvussu tey verða
stuðlað. Eisini greiðir hann frá, hvussu
virksemið hjá úr val s ítrótta r fólkunum
verður lagt til rættis og hvønn leiklut
bad minton sambandið annars hevur í
lívinum hjá hesum ítróttarfólkum.
Badminton
stjørna til Føroya
Fongur
at fáa til
Føroya
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Sjálvur annar verður danski
badmintonspælarin, Poul-
Erik Høyer, hóskvøldið
at hoyra í Skálanum í
Norðurlandahúsinum
hóskvøldið, har úrvalsítrótt
verður í miðdeplinum
Mynd: Jens Dresling/Polfoto
Storari til Sampdoria
Sampdoria hevur leigað málverjan, Marco Storari, frá AC Milan
restina av hesum kappingarárinum. Orsøkin til tað er, at fasti
málverjin hjá Sampdoria, Luca Castellazzi, er úti við skaða í
longri tíð. Longu frammanundan hevur Sampdoria lænt Mario
Cassano frá Reggina til málmansplássið, men væntandi verður
Storari fyrsta val til málið, til Castelazzi er klárur aftur. Sostatt
fær Storari væntandi munandi meira spælitíð enn í
skugganum av Dida í Milano.
Guti vil úr Real Madrid
Ov langt er millum minuttirnar á vøllinum fyri Real Madrid, og
tí ynskir Guti at sleppa til okkurt annað felag at royna seg, eftir
at hann hevur verið á fyrstaliðnum í »kongafelagnum« síðani
1995. Higartil hevur hann verið settur í samband við ensku
Tottenham og Bolton, men mest sannlíkt er, at hann heldur vil
sleppa til italska Inter, har hann millum annað kann koma at
spæla saman við monnum sum Samuel Eto’o og Wesley
Sneijder, ið hann kennir frammanundan.