Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-18, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. januar 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 18. januar 2010 – Nr. 11 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 27 – Um eg kann, so kunnu aðrir føroyingar sjálvsagt eisini, sigur Katrin Olsen, sum nú hevur veittrað rógv ing ini farvæl. Hon er far in í starv sum lækni og hev ur ikki longur tíð at rógva Katrin Olsen hevur takkað fyri seg sum rógvari á hægsta stigi. Lækna­ yrkið hevur drigið hana burtur frá ítróttini, sum hon hevur livað og and að fyri seinastu sjey árini. Yrki s­ leiðin hevur fingið sín enda. Eftir standa upplivingar, sum eru flestu føroyingum sera fjarar. Sum ein av heimsins bestu kvinnuligu rógvar um var hon fyrsti føroyingur, sum tók lut í Olympisku leikunum, og hon hevur fleiri heiðursmerkir frá heimsmeistarakappingum at vísa á. – Eg fari at sakna tað. Men hin­ vegin er tað eisini ein lætti, nú eg ikki skal avrika hvønn dag, sigur Katrin Olsen. Hon er nú útbúgvin lækni. Tað verð ur í framtíðini ikki gjørligt hjá henni at hava fulltíðarstarv og at rógva kapp á hægsta stigi. Tí hevur Katrin Olsen sett sítt seinasta punkt­ um. Øll kunnu Eyðmjúka Katrin Olsen er úr heilt ser ligum tilfari. Tað hevur hon prógv að við sínum framúrskarandi úrs lit um á danska landsliðnum. Vilji, á grýt ni og kappingarlyndið henn­ ara hava flutt hana úr róðr ar­ neystinum hjá Knørri til OL í Beijing. Og hóast teinurin er drúgvur og lang u r, er Katrin Olsen lítið sinnað at gera nevnivert burtur úr sínum avrik um. Hon hevur bæði beinini væl fest í kjølinum. – Um eg kann, so kunnu aðrir før­ oy ingar sjálvsagt eisini, sigur hon. Katrin Olsen hevur seinastu sjey ár ini lagað sítt lív eftir kappróðrinum. At vera yrkisrógvari krevur, at lívs­ stílurin er í tráð við møðandi venj­ ing ina, sum fer við so at siga allari frítíðini. Men hon iðrar seg ikki. – Eg havi lært nógv um meg sjálva og mín kropp. Og hvussu eg skal handfara avbjóðingar og mót­ gongd. Men serliga tað at venja fram móti einum máli, sum er fleiri ár burtur og halda fram við at hava fok us. Eg havi verið gjøgnum fleiri úttøk ur og avbjóðingar, sum hava giv ið mær eina rúgvu av royndum og lærdómi, sum eg kann brúka sein ni í lívinum. Eg eri eisini sera takk som fyri møguleikan at hava íðka ítrótt, ferðast nógv og luttikið í stór um kappingum. Tað hevur verið fantastiskt, sigur Katrin Olsen. Byrjaði ov seint Við árunum í hond hevur Katrin Ol sen, saman við bátsfelagnum Juli­ ane Elander Rasmussen, bjóðað heim s ins bestu av fleiri ferðir við báta slagnum lættvekt dupultscullar. Glæsi liga yrkisleiðin við fleiri stórum sigrum bendir á eina ítróttarkvinnu, sum hevur tikið røttu avgerðirnar. Men tað eru ikki fleiri enn 10 ár síð an, at nú 32 ára gamla Katrin Ol sen av fyrstan tíð settist í ein lætt­ an outriggara úr kolfibri. Í 1999 fór hon til Danmarkar at lesa til lækna og byrjaði at rógva við bátunum, sum seinni brýndu hana til eitt av fremstu føroysku ítróttarfólkunum nakran tíð. – Eg havi ofta hugsað, at eg burdi byrja fyrr við hesum slagnum av báti. Annars iðri eg meg ikki um nak að. Eg havi lopið út í av bjóð ing­ nar, og síðan tikið tað harfrá, sigur hav nar kvinnan. Katrin Olsen byrjaði at rógva í tun gu føroysku træbátunum í 1995, tá hon var við til at leggja lunnar und ir sigursrøðina hjá Jarnbardi. OL er hæddarpunktið Katrin Olsen hevur sagt endaligt far væl við kappróður á hægsta stigi. Hon kann líta aftur á eina yrkisleið við óteljandi upplivingum. Men hæddar punktið var sjálvandi OL í Beijing í 2008. – Vit høvdu vant í sjey ár fram móti hesum sjey døgunum, vit vóru í Beijing. Hóast vit ikki rukku finalu­ plássi, var tað ein heilt ótrúlig upp­ liv i ng. Men vegurin til Beijing var eisi ni sera spennandi. At síggja fram stig og so hvørt at nærkast sín­ um máli er ein stuttlig og áhugaverd prosess, sigur hon. Takkað verið Katrini Olsen og hennara vinnarahugburði, hava føroyingar seinastu árini havt møguleikan at uppliva heimselituna frá fremstu áskoðarasessunum. Men nú er greitt, at tað verður ikki við Katr ini Olsen á odda, at føroyingar fáa hendan møguleikan aftur. Katrin Olsen fer í land Við á venjingarlegu Juliane Elander Rasmussen og Anne Lolk, sum skal loysa Katrin Olsen av, eru nú farnar undir fyrireikingarnar til OL í 2012. Avbjóðingin hjá teimum báðum verður ovurstór, tí Juliane Elander Rasmussen skjótt skal eiga barn. Hon fer tískil ikki undir venjingarnar aftur fyrr enn fyrst í 2011. Katrin Olsen fer tí ætlandi at geva sær stundir at venja við Anne Lolk. – Eg fari sjálvandi at stuðla teimum sum frægast. Og kann eg geva teimum eina hjálpandi hond, so geri eg fegin tað. Ætlanin er, at eg og Anne Lolk fara á venjingarlegu í apríl, so hon kann halda fram at venja, hóast Juliane Elander Rasmussen er í barnsburðafarloyvi, sigur Katrin Olsen. uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Navn: Katrin Olsen Føðingardagur: 5. januar, 1978 Fyrrverandi feløg: Róðrarfelagið Knørrur og Københavns Roklub Uppvøkstur: Tórshavn Bústaður: Keypmannahavn Hædd: 171 cm Vekt: 61 kg Yrkisleið 2003: Luttók fyri fyrstu ferð í HM. Í lættvekt dupult 4’ara rukku hon og liðfelagin sætta plássinum 2005: Fekk silvurheiðursmerki í HM í dupult 4’ara 2006: Fekk silvurheiðursmerki í HM í dupult 4’ara 2007: Vann tvær reisur í World Cup, og harafturat samlaðan sigur í World Cup. Somuleiðis fekk hon bronsuheiðursmerkið til HM og vann luttøku til OL árið eftir 2008: Vann b­finaluna í OL í Beijing. Samlað rukku hon og Juliane Elander Rasmussen sjeynda plássinum FAKTA