mánadagur 18. januar 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 18. januar 2010 – Nr. 11
Tað er framvegis lív í fót
bólts vónini í Nigeria. Tað
syrg di Yakubu Aiyegbeni
fyri leygardagin, tá hann
stóð fyri einasta málinum í
dysti num móti Benin
Navnið Yakubu Aiyegbeni var um
vikuskiftið aftur at síggja á flestu
forsíðunum í nigeriansku miðlum.
Eina
ferð
enn
er
tað
sum
bjargingarmaður
og
hetja,
at
miðlarnir seta fokus á kvika og
krútsterka framherjan. Yakubu stóð
leygardagin fyri einasta málinum í
dystinum, tá Nigeria vann 1-0 á
Benin. Har við hava Yakubu og
liðfelagarnir framvegis møguleikan
at vinna seg víðari úr bólkaspælinum
í African Nations Cup.
Nigeria hevði í fyrsta umfarinum
tapt 3-1 móti Egyptalandi, og tí vóru
trý stig eitt krav í seinna umfarinum
móti Benin. Við millum annað John
Obi Mikel, Joseph Yobo og Chinedu
Obasi í byrjunaruppstillingini, loysti
Nigeria uppgávuna. Og sum so ofta
fyrr var tað Yakubu, sum syrgdi fyri
avgerandi málinum. At Yakubu er
føddur og uppvaksin í Benin City í
Nigeria verður eisini flent at.
Yakubu
fekk
sítt
altjóða
gjøgnumbrot hin 30. oktober í 2002.
Tá skeyt hann øll málini fyri Maccabi
Haifa úr Ísrael, sum púra óvæntað
smurdi Manchester United av við
3-0 í bólkaspælinum í Champions
League. Og síðan er hann vorðin
víðagitin fyri sítt fram úr máltev.
Yakubu er álitið
27 ára gamli Yakubu hevur seinastu
sjey árini spælt í bestu ensku
fótbóltsdeildini. Hann skifti í 2003 til
Portsmouth, har hann eftir tveimum
árum hevði skotið 36 mál. Umvegis
Middlesbrough, flutti hann í 2007 til
Everton, har hann hevur spælt
seinastu trý árini.
Hóast Nigeria hevur fleiri spælarar
í hópinum, sum hava staðið seg væl
í
ymsum
evropeiskum
fótbóltskappingum, er tað Yakubu,
sum er álitismaður. Hann hevur altíð
skotið eina rúgvu av málum, og tað
verður
eisini
væntað
av
framherjanum, at hann fer at skjóta
neyðugu málini fyri Nigeria í ársins
útgávu av African Nations Cup.
Nigeria
skal
aftur
í
eldin
mikudagin, tá mótstøðuliðið er
Mozambique. Ein javnleikur hevur
við sær, at Nigeria sleppur í
fjórðingsfinaluna.
Annað umfar í øllum bólkaspølunum
í African Nations Cup varð endaliga
avgreitt í gjár. Og longu nú er greitt,
at Fílabeinsstrondin og Egyptaland
hava vunnið seg víðari.
Fílabeinsstrondin
vann
seg
fríggjadagin upp á seks stig í bólki B,
tá Didier Drogba og liðfelagarnir
vunnu 3-1 á Ghana. Við 2-0 sigrinum
á Mozambique leygardagin vann
Egyptaland seg somuleiðis upp á
seks stig í bólki C.
Cameroun vann í gjárskvøldið við
bit og slit á Zambia. Sigurin hevði
við sær, at Cameroun framvegis livir
í vónini. Teir hava tørv á í øllum
einum stigi í seinasta dystinum
móti Tunesia hósdagin fyri at vinna
seg víðari.
uni
Mancini bakkar
Hóast nýggi venjarin hjá Manchester City, Roberto
Mancini, hevur verið sera bjartskygdur, síðani hann tók við
starvinum, bakkar hann nú eitt sindur. Áður hevur hann
sagt, at City skal roknast millum favorittarnar at vinna
ensku Premier League í ár, men nú er hann eitt sindur
varnari. – Í míni verð eru tað bara Chelsea, Manchester
United og Arsenal, sum kunnu væntast at gerast enskir
meistarar hetta kappingarárið, sigur Mancini, ið tó er til
reiðar at taka av, skuldu hini liðini frammanfyri snávað.
Silberbauer vil víðari
Michael Silberbauer, sum í síni tíð var liðfelagi við
Toda Jónsson í FCK, hevur so nógvan vind í seglunum
í hollendska Utrecht, at hann møguliga skjótt verður á
veg til Onglands. Umboðsmaður hansara, Karsten
Aabrink, heldur hann vera so væl fyri, at næsta
avbjóðingin kann verða í Premier League. Fyrr hevur
eitt nú Blackburn víst áhuga. Tá FCK í 2004 spældi
nakrar vinardystir í Føroyum, kom Michael Silberbauer
í fokus, tí hann var tikin fyri rúsdrekkakoyring.
Yakubu aftur bjargingarmaður
Navn: Yakubu Aiyegbeni
Føðingardagur: 22. november,
1982
Uppvøkstur: Benin City
Hædd: 183 cm
Vekt: 83
Pláss: Framherji
Felag: Everton
Yrkisleið
1997-1998: Gil Vicente
1999-2003: Maccabi Haifa
1990-2000: Hapoel Kfar Saba,
leiguavtala
2000-2001: Dynamo Kiev,
leiguavtala
2002-2003: Portsmouth,
leiguavtala
2003-2005: Portsmouth
2005-2007: Middlesbrough
2007-:
Everton
FAKTA
Fílabeinsstrondin og Egyptaland víðari
uni@sosialurin.fo
Uni Holm
Johannesen
Kviki og krútsterki
Everton-framherjin,
Yakubu Aiyegbeni, fekk
veruliga víst sítt virði, tá
hann við sigursmálinum
ímóti Benin helt lív
í vónini hjá Nigeria í
African Nations Cup