mánadagur 18. januar 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 18. januar 2010
33
tíðindi
stuðlar tiltøkum í
Miðlahúsinum
Fjallaklintring, vatn
skí og paragliding
skulu vera millum
nýggju tilboðini á
skótadeplinum á
Selatrað, ið nú skal
upp á eitt uppaftur
hægri stig
Tíðindaskriv
- Grundleggjandi fasilitetir-
nir eru komnir upp á pláss.
Nú fara vit undir næsta stig,
ið skal gera Skótadepilin á
Selatrað til ein frítíðarmið-
depil fyri ung og familjur,
ið kann sammetast við tað,
vit síggja uttanlands.
Tað sigur Jan á Argjaboða,
limur í starvsnevndini hjá
KFUM-skótunum
í
Føroyum.
Nýmótast føroyskt
“Activity Center”
Leiðslan fyri KFUM-skótar-
nar er farin undir at nútíðar-
gera og menna skótavirksem-
ið, soleiðis at ungdómur og
føroyskar familjur sleppa at
uppliva virksemi, sum tey
annars einans síggja í sjón-
varpinum ella uppliva, tá tey
eru
í
summarfrí
í
suðurlondum.
Karmurin um virksemið
verður
skótadepilin
á
Selatrað, ið verður útbygdur
frá at vera eitt stað við sovi-
plássum og køksfasilitetum
til at verða Føroya størsti
og besti virksemisdepil –
eitt
‘activity
center’
–
soleiðis sum vit kenna tað
úr øðrum londum.
Umframt at bjóða ung-
dómi spennandi og avbjóð-
andi uttanduravirksemi í rús-
fríum umhvørvi, skal depilin
eisini virka sum karmur fyri
tilboðum til familjur.
Náttúrligt tilboð
í hesum tíðum
Børn, ung, foreldur, ommur
og abbar skulu kunnu hugna
sær saman, meðan tey royna
alskyns frítíðartilboð. Hetta
er eisini eitt náttúrligt tilboð
at geva føroyskum familj-
um, nú tíðirnar neyvan eru
til dýrar uttanlandsferðir.
Júst í hesum døgum verða
umsóknir sendar komm-
unum, fyritøkum og grunn-
um um at stuðla útbygg-
ingini á Selatrað.
- Vit vóna, at undirtøkan
verður góð, so ungdómur
og familjur í Føroyum
kunnu fáa upplivingar fyri
lívið í egnum landi.
Skótadepil í slóðbrótandi endurnýgging