mánadagur 18. januar 2010síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 11 - 18. januar 2010
tíðindi
Prestar
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havn: - Eg havi áður búð
her í Suðurstreymoy. Og nú
gleði eg meg til at koma
aftur, sigur 35 ára gamli
Derhard, sum hevur búð 10
ár í útlegd.
Derhard Olsen søkti starv-
ið sum sóknarprestur í
Suðurstreymoyar
vestara
prestagjaldi, og í farnu viku
fekk hann at vita, at hann
varð settur í hetta starvið.
Her skal hann samstarva
við Bergur D. Joensen og
Hera Joensen.
Hóast Derhard ikki enn
er innsettur í starv sítt, hev-
ur hann sínar hugsanir um,
hvat hann millum annað fer
at leggja dent á í tænastu
síni – til gagns og gleði fyri
kirkjuna og kirkjuliðið:
Eg vil fegin gera mítt til
at skapa eina kirkju, sum
kann fevna um øll og sum
kann røkka til allar aldurs-
bólkar í Suðurstreymoy!
Derhard Olsen er giftur
við Nicolinu og eiga tey
tvey ára gomlu dóttrina,
Rebekku.
Hann
hevur
virkað eitt skifti sum prestur
í Samuelskirkjuni í Keyp-
mannahavn.
Hann verður innsettur við
eina gudstænastu í februar
mánaði. Í sóknini eru fýra
kirkjur – Vesturkirkjan, eins
og kirkjurnar á Argjum,
Kirkjubø og í Hesti.
Stórur áhugi
Hetta hevur verið ein strígg-
in tíð hjá starvsfólkunum á
skrivstovuni í Bispagarðin-
um. Og serliga man bispur
hava havt úr at gera hesar
seinastu nógvu mánaðirnar.
Tað hava verið drúgvar
samráðingar við myndug-
leikarnar um at fáa allar
lógir og greinar til rættis
fyri at kunna seta hesi størv-
ini: Nú gjørdist so umsíðir
gjørligt hjá føroysku fólka-
kirkjuni at fáa sett tey fimm
prestastørvini og starvið
sum dómpróstur.
Fyrstu lýsingarnar um at
hesi størvini vórðu lýst
leys, komu út í november,
og varð freistin at søkja sett
til 10. desember í fjør. Og
tað vísti seg beinanvegin, at
stórur áhugi var fyri at
søkja.
Til fleiri av størvunum
vóru bæði fimm og seks
umsóknir, og ikki færri enn
tríggir av verandi prestunum
vildu vera dómpróstar. Og
tær seinastu vikurnar hava
fólk í rættiliga nógvum
kirkjuráðum umrøtt allar
hesar umsóknirnar.
Eftir
teirra
innstilling
varð málið latið Jógvan
Fríðriksson bispi, áðrenn
hann læt tað yvir til menta-
málaráðharra okkara, Hel-
enu Dam á Neystabø at seta
í starv.
Hesin møguleikin hevur
ikki verið seinastu 2-3 árini,
og tí komu allar hesar starvs-
setanirnar so at siga í senn.
Men nú er ein loysn
funnin á málinum, soleiðis
at føroyska kirkjan á fyrsta
sinni í nýggjari tíð, hevur
sett so nógvar prestar í starv
eftir góðum mánaði.
Setan í starv
Gongdin henda seinasta
mánaðin hevur verið hon,
at
teir
settu
prestarnir
sohvørt eru vorðnir innsettir
til tænastu sína kring landið.
Higartil eru tveir prestar
innsettir.
Næstseinasta
sunnudag
varð Hanus á Gørðum inn-
settur sum sóknarprestur í
Norðoya
vestara
presta-
gjaldi, og í gjár varð Símun
P. Jacobsen innsettur sum
prestur í Sjóvar prestagjaldi
við eina hátíðargudstænastu
sum eisini varð víst í Kring-
varpinum seinnapartin ígjár.
Komandi sunnudag verður
so Theodor E.D. Olsen settur
– aftur, kunnu vit siga – í
prestastarvið í Kvívík.
Síðani verður stórur dag-
ur í Dómkirkjuni, tá bæði
prestur
og
dómpróstur
verða innsett sunnudagin
31. januar. Her er talan um
Una Næs, sum er nýggjur
dómpróstur og Ann Dahl
Hansen sum er sóknarprest-
ur í Suðurstreymoyar eyst-
ara prestagjaldi.
Tá henda gudstænastan
er avgreidd, er bert tann
eini presturin eftir at seta í
hesum umfarinum – nevni-
liga Derhard Olsen í Suður-
streymoyar vestara presta-
gjaldi.
Fleiri av prestunum, ið
nú annaðhvørt eru ella
verða settir, koma úr øðrum
størvum, og tí er neyðugt at
lýsa hesi leys av nýggjum.
Her er talan um starvið sum
sóknarpestur í Fuglafirði,
eftir Una Næs og í Hvalba
eftir Símun Jacobsen og
Ólavur Rasmussen.
Derhard fekk sítt
”
Eg vil fegin gera mítt til at skapa
eina kirkju, sum kann røkka til allar
aldursbólkar í Suðurstreymoy
(Derhard Olsen)
So eru øll prestastørvini sett kring
landið. Avgerðin um seinasta starvið fall
í farnu viku, tá avgjørt varð at Derhard
Olsen verður nýggjur sóknarprestur
í Suðurstreymoy. – Hetta er eitt
dreymajobb, sigur nýggi presturin
Eg gleði meg at fara til verka, sigur Derhard Olsen, nýggjur
sóknarprestur í Suðurstreymoy
Ann Dahl Hansen hevur fýra
kirkjur í sínum prestagjaldi
– Dómkirkjan, Hoyvík, Nólsoy
og Kaldbak