mánadagur 18. januar 2010síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 18. januar 2010
35
dreymajobb
Prestatúrur
til Nólsoyar
Í dag er støðan hon, at nógvir lutvíst yngri prestar eru í
størvum í útjaðarinum, t.d. Eiði og Vági, men í dag eru
viðurskiftini at ferðast oyggjanna millum so góð, at tað
slepst fram og aftur sama dag á flestu støðum.
Soleiðis er tað í roynd og veru eingin forðing fyri at
verða prestur á Viðareiði, Sandoy ella Eiði og kunna
luttaka við virksemi á øðrum støðum. Hetta sæst serliga
aftur í føstuni, tá føstugudstænastur verða hildnar kring
alt landið:
Her ber til hjá prestinum á Sandoy at hava eina
gudstænastu í Gásadali, Árnafirði ella við Gjógv og
verða aftur sama kvøld. Øvugt ber eisini til hjá
Viðareiðispresti at hava føstugudstænastu í Sørvági,
Dali ella Selatrað og vera við hús sama kvøld.
Dømi eru eisini um prestar sum hava undirvíst ella
hava staðið fyri kórum á øðrum staði enn tí, har teir
búðu, tí tað er so lætt og einfalt at ferðast í dag.
Í øðrum føri hava prestarnir í Suðurstreymoyar eystara
prestagjaldi eisini Nólsoy sum sína kirkju. Her ber til
hjá teimum at fara við Rituni sunnumorgun og hava
bæði gudstænastu og húsvitjan seinnapartin, áðrenn
leiðin verður løgd aftur til Havn. Á mannamáli verður
hesin morguntúrurin sunnudag ofta nevndur “presta
túrurin”.
Búgva á staðnum
Ein viðkomandi spurningur
hjá einum presti, ið kundi
hugsað sær annað starv, er
møguleikarnir fyri búseting.
Í lýsingunum eftir presti
stóð tilskilað, um tænastu
bústaður fylgdi við ella ikki.
Í onkrari av lýsingunum, har
prestagarður stendur tøkur,
varð beinleiðis sagt, at
presturin hevur skyldu at
búgva í prestagarðinum.
Her fær prestur altso til
lutað ein prestagarð, har
hesin og húski hansara
kunnu flyta inn og liva
undir góðum umstøðum.
Í teimum settu størvunum
varð greitt, at fyri presta
størvini t.d. á Strondum,
Kvívík og Klaksvík fylgdi
bústaður við, ávikavist á
Gjaranesi, Kirkjuteigi og á
Brekku 5.
Men hetta sama ger seg
ikki galdandi t.d. fyri starvið
sum sóknarprestur við Suður
streymoyar vestara presta
gjaldi. Her verður neyðugt
hjá Derhardi Olsen at útvega
sær bústað sjálvur.
Hann og konan hava eitt
grundøki í Havn, og er ætl
anin at búseta seg her.
Hugskot
Eitt er tað, at øll tey lýstu
størvini eru sett. Ein annar
spurningur er, at talan í
flestu førum eru um ungar
menn og kvinnur sum hava
fingið hesi størvini.
Miðalaldurin á teimum
nýggju prestunum er ikki
serliga høgur, og tí er ikki
óhugsandi, at hesir prestar
nir fara at verða – ella
kunnu verða – í størvunum
í mong ár aftrat, kanska rest
ina av tænastutíð teirra.
Um hetta eru helst ymsar
meiningar, men ein sann
roynd man vera, at tað altíð
er trupult hjá einum kirkju
liði at skula av við ein prest
– yngri sum eldri – og sum
tey hava verið sera fegin um.
Tað eru tey sum halda, at
ein ungur prestur ikki skal
byrja tænastu sína í einum
fólkaríkum øki, prestagjaldi
ella býi, har hesin veruliga
kann fáa sett fleiri av hug
skotum og ætlanum sínum
í verk.
Hinvegin so eigur ein
prestur ongatíð at gloyma,
at hann fyrst og fremst skal
røkja tær tænasturnar sum
hoyra kirkjuni og kirkjulið
inum til, men at hesin eftir
umstøðunum eisini ger hús
vitjanir, skipar fyri serstøk
um gudstænastum, skeiðum
og annað.
Tað eru eisini tey ið av
røttum ella órøttum – halda,
at fleiri av prestastørvunum
í útjaðarinum eru meiri ætl
að prestum, sum eru komnir
nakað upp í árini og sum
vilja vera í hesum starvinum
til teir fara frá fyri aldur.
Í øllum førum kann stað
festast, at miðalaldurin á
føroysku prestunum er lækk
aður
munandi
henda
seinasta mánaðin.
Uni Næs er dómpróstur Føroya
Símun P. Jacobsen er settur í starvið í Sjóvar prestagjaldi
Hanus á Gørðum er settur
í starv í Norðoyggjum. Her
avmyndaður millum Bjarna
Bæk, fráfarandi dómpróst og
Jógvan Fríðriksso, bisp
(Mynd: Klaksvíkar kommuna)
Theodor E. D. Olsen verður innsettur sum prestur komandi
sunnudag