Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-18, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. januar 2010síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 tíðindi Nr. 11 - 18. januar 2010 Íslendsku bankarnir fóru á heysin við einum braki, ið hoyrdist um allan heim fyri góðum ári síðani. Nú byrja nýggir bankar at staðfesta seg, skrivar tíðarritið Issues and Images BÚSKAPUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Ein av mest truplu upp­ gávunum eftir fíggjarliga skrædlið í Íslandi í oktober 2008, hevur verið at bygt bankaskipanina upp aftur. Allir teir stóru bankarnir vórðu yvirtiknir av fíggjar­ ligu myndugleikunum í tráð við ein neyðlóg, ið varð samtykr í Altinginum 6. oktober 2008. Eitt av aðalendamálunum var at forða fyri, at fólk í hópatali tóku sínar pengar úr bank­ unum, og hetta eydnaðist. Tríggir nýggir bankar sóu dagsins ljós: New Lands­ banki, New Kaupthing og New Glitnir. Síðani tá hava allir tríggir bankar fingið nýggj nøvn: New Lands­ banki eitur nú NBI (Nation­ al Bank of Iceland), New Kaupthing eitur Arion Bank og New Glitnir eitur nú Íslandsbanki, sum var upprunaliga navn bankans fram til 2005. Sjálvt um nýggju bank­ arnir virkaðu frá fyrsta degi, tóku móti innlánum og avgreiddu allar vanligar tænastur, høvdu teir stóran trupulleikar at dragast við. Íslendska krónan var fallin í virði meiri enn 50 prosent í einum stuttum tíðarskeiði á fáar mánaðar. Fleiri fyritøkur og privarpersónar høvdu tikið lán í útlendskum valuta, og tað var trupult og í summum førum ógjørligt at rinda hesi lán aftur. Bankarnir høvdu bert eina fyribils fíggjarstøðu, og metingar av afturgjaldi av lánum varieraði ógvuliga nógv. Mánaðir í óvissu Innlánini í bankaskipanini vuksu orsakað av óvissu og tí fólk tóku aftur serliga váðatengdar íløgur, serliga tí innlánini vóru ógvuliga væl tryggjað av stjórnini. Lánsskipanin hjá bankun­ um gjørdist verri, tá bank­ arnir umskipaðu teirra fíggjarstøðu. Tískil vaks likviditeturin í skipanini, og tað minkaði um tørvin hjá bankunum fyri lik­ viditeti frá tjóðbankanum. Hendan menningin gjørdi seg meiri galdandi í Íslandi enn í flestu øðrum londum, tí íslendska bankakrakkið var so umfatandi. Síðani mai 2009 er ovurstórur likviditetur savnaður í bankaskipanini, og tað hevur trýst innlánsrentuna niður undir rentuna hjá tjóðbankanum. Stóra óvissan og royndir­ nar hjá bankunum at um­ skipa og drosla niður egna fíggjarstøðu í kjalarvørr­ inum av kreppuni, fingu bankarnar at halda aftur við nýggjum útlánum. Álitið millum aktørar á markn­ aðinum var mest sum burt­ ur. Hendan støðan var vanlig á nógvum markn­ aðum í kjalarvørrinum av altjóða fíggjarkreppuni, men var meiri eyðsýnd í Íslandi, orsakað av støddini á heimligu kreppuni. Áðrenn bankaskipanin kollapsaði, vóru umleið 70% av samlaðu íslendsku handilsskuldini áljóðandi í útlendskum valuta. Hetta er ein ógvuliga stórur partur og økti eisini um trupul­ leikarnar av umskipanini. Trupulleikin var meiri ørkymlandi av tí veruleika, at íslendski staturin tekniskt átti bankarnar, sum sam­ stundis skyldaðu stórar upphæddir til kreditorarnar av gomlu bankunum. Tíðliga í tilgongdini spratt hugskotið um at flyta ognarlutin hjá tí almenna til kreditorarnar. Hugskotið fekk undirtøku, og í oktober 2009 varð gjørt av, at kredi­ torarnir hjá Glitnir skulu yvirtaka Íslandsbankan. Í skrivandi løtu er óvist, men hildið sannlíkt, at kreditorarnir hjá Kaupthing fara at yvirtaka ognarskapin av Arion Bank. Støðan hjá Landsbanki og NBI er øðrvísi, tí tað tykist ikki, sum bankin hev­ ur nóg stórt virði at dekka allar íløgur í verkætlanir uttanlands, sonevndu Ice­ save verkætlanirnar. Tí verður Landsbanki verandi almenn ogn. Íslandsbankin yvirtikin Í oktober 2009 gjørdi avtøkunevndin hjá Glitnir av, at yvirtaka 95% av partapeninginum í Íslands­ banki. Avgerðin varð grund­ að á hóskandi nærlagni av ráðgevum Glitnir’s um verkætlan Íslandsbankans. Hetta rundaði so av semjuna viðvíkjandi virðum flutt frá Glitnir til Íslands­ bankan. Sambært semjuni millum avtøkunevndina hjá Glitnir og íslendsku stjórn­ ina, sum varð undirskrivað 13. september 2009, skal stjórnin veita bankanum eitt lægri raðfest lán á 25 milliardir íslendskar krónur at styrkja eginognina og likviditetin við. Semjan signaliserar eitt týðandi stig fram á leiðini í framtíðar umskipan av íslendska fíggjarkervinum. Luttøkan av kreditorunum fer at tryggja samstarvið hjá bankanum við útlend­ skar fíggjarfyritøkur. Hetta merkir samstundis eisini, at kostnaðurin til stjórnina at endurfíggja bankan, verður 37 milliardir íslendskar krónur lægri. Steingrímur J. Sigfússon, fíggjarmálaráðharri, er væl nøgdur. ­ Avgerðin hjá Glitnir í samráð við kreditorarnar at stovna ein íslendskan banka er avgjørt at fegnast um. Tað er eitt týðiligt tekin um, at í eygunum hjá útlendskum íleggjarum er fíggjarkrepp­ an, sum vit hava stríðst við í fleiri ár, um at verða endað. Endaligu stigini eru nú um at verða tikin í endurreisnini av íslendsku bankaskipanini, sum er um at vera klár at veita tænastur til privat og húsarhald, meðan skipanin er á veg at veita tænastur til handil og ídna, sigur fíggjarmála­ ráðharrin. Hendan metingin hjá Steingrími J. Sigfússon fær undirtøku í íslendskum handilsumhvørvi. Tað er væntandi, at í komandi mánaðum verður ein endurskipan av skuld hjá fyritøkum og privatum, og tað fer at verða grundarlagið fyri burðardyggari fíggjar­ ligari endurreisn í Íslandi. Hjólini byrja at mala aftur Landsbankinn eitur nú National Bank of Iceland Stríð um Deyðahavs-rullur Jordan heldur, at Deyðahavsrullurnar eru »stolin jordanskur mentanararvur«. Ísrael heldur, at tær eru ein »ófrávíkiligur partur av jøtiskari søgu og trúgv«. Kjarnan í stríðinum eru tær tættskrivaðu pergamentsrullurnar, sum síðani 1950­árini eru funnar í oyðimørkini nær­ hendis Deyðahavinum. Semja er um, at teksturin er mest týðandi søguliga dokumenta­ tiónin fyri gamla judæo­kristni teologi og mentan. Hebraisku, arameisku og grisku tekstir­ nir á meturlongu pergamentrullunum og tey túsundavís av fragmentunum vísa, at bíblian, so sum vit kenna hana, longu var til í sama formi fleiri øldir áðrenn okkara tíðarrokning. aðrir tekstir umrøða tátíðar teologiska kjakið, sum ávísir granskarar halda er brotið millum jøtadómin og aðrar kristnar sektir, skrivar Politiken.