Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-18, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. januar 2010síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 tíðindi Nr. 11 - 18. januar 2010 Íslendingar síggja bjart upp á fram­tíð­ ina og vóna, at fíggjar­ kreppan skjótt fer at hasa av. Tað heldur í hvussu er Siv Friðleifs­ dóttir, Altingskvinna, um­ í m­orgin og m­iku­ dagin fer at halda fyrilestrar í Norður­ landahúsinum­ FYRILESTUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Týsdagin og mikudagin fer íslendska Altingskvinnan, Siv Friðleifsdóttir, at halda tveir fyrilestrar í Norður­ landahúsinum. Fyrri fyrilesturin snýr seg um kvinnur í politikki, og hin seinni um íslendsku fíggjarkreppuna. Í Íslandi er talið á kvinnum í Altinginum vaksið, og eftir seinasta val gjørdist heili 43% av ting­ limunum kvinnur. Í kommunalpolitikki umboða kvinnur 36% av limunum, og í stjórnini er helmingurin kvinnur. Ísland er eisini kent fyri at vera eitt hitt fyrsta landið við kvinnuligum forseta, og í dag er eisini ein kvinna statsministari, Jóhanna Sigurðardóttir. Somuleiðis er eisini ein kvinna Altings­ formaður, Ásta Ragnheiður Jóhannesdóttir. Eisini í Føroyum er talið á kvinnuligum politikarum vaksandi, og sjey kvinnur eru umboðaðar í løg­ tinginum. Danmark er annars tað norðurlandið við fægst kvinnum í tinginum, nevni­ liga 38%. Føroyar tó undantiknar. Fyrilesturin týskvøldið verður í Norðurlandahúsi­ num og byrjar klokkan 19. Bankakreppan Mikukvøldið verður so íslendska fíggjarkreppan á skránni. Sum kunnugt er Ísland sera meint rakt av altjóða fíggjarkreppuni, og stóra samtaluevnið í grannatjóðini fyri vestan er íslendska lóg­ in um at rinda tær knøppu 30 milliardirnar danskar krónur aftur til bankakundar í Onglandi og Hollandi. Sum kunnugt noktaði íslendski forsetin at skriva undir hesa lógina, ið tískil nú skal út til fólkaatkvøðu, sum væntandi verður seinast í februar. Sum sæst á síðuni yvirav, eru íslendsku bankarnir um at koma fyri seg, men tað hevur ikki verið uttan kostnað, tí fleiri fyritøkur standa illa í tí, og eru um at fara av knóranum. Íslendsku bankarnir eru í løtuni sera trekir at lána pengar út, og tað gongur út yvir handil og ídna. Men fráflytingin er kort­ ini ikki so ðógvuslig, sum óttast kundi verið fyri. ­ Vit høvdu eitt stórt tal av útlendingum arbeiðandi her í Íslandi, serliga póllend­ ingar, og tað er í størstan mun hesir útlendingar, sum eru farnir av landinum aftur. Størsta bakkastið hjá okkum verður, um ungir, vælútbúnir íslendingar eisini stinga í sekkin, nakað, sum enn ikki er hent í nakran týðandi mun, sigur Siv Friðleifs­ dóttir. Álitið fokið Hon fer at tosa um sínar royndir sum Altingskvinna, tá stóra skrædlið hendi í oktober 2008, og um, hvussu fólk reageraðu. ­ Íslendingar fóru út á gøtuna við pottum og pannum at mótmæla politik­ arunum og kravdu eina broyting. Kastað var við eggum, bananum, máling og gróti móti Altinginum, og krav varð sett fram um nýbrot í politikkinum, sigur Siv Friðleifsdóttir. Álitið á myndugleikum er eisini minkað munandi. Frá februar/mars 2008 til somu mánaðar 2009 mink­ aði álitið á Altingið úr 42% niður í 13%. Álitið á bankaskipanina fór í sama tíðarskeiði úr 40% niður í 4%. Eisini álitið á ávikavist tjóðbankanum og fíggjar­ eftirlitinum er lítið, 11% og 5%. Hetta er ikki mált í 2008. Eisini á øðrum instansum er álitið minkað. Kirkjan úr 52% niður í 41%, og Dómstólarnir úr 39% niður í 30%. Háskúli Íslands hevur mist virðing úr 90% niður í 80%, politiið úr 80% niður í 79%, meðan heilsuskipanin er vaksin úr 68% upp í 71%. Seinni fyrilesturin verður í Norðurlandahúsinum mikukvøldið og byrjar klokkan 19. Siv Friðleifsdóttir, altingskvinna, fer at halda tveir fyrilestrar, annan í morgin og hin mikukvøldið. Báðir fyrilestrarnir verða í Norðurlandahúsinum og byrja klokkan 19 Íslendingar eru optimistar Ársins sandoyingur 2009 funnin Lesarar á Sandoyarportalinum hava eina tíð havt møguleika at atkvøða millum sjey uppskot til ársins sandoying. Nú er vinnarin funnin og tað gjørdist Tummas Frank Joensen í Skúgvi, ið fekk flestar atkvøður. Tummas Frank Joensen fekk handaðar blómur umborð á Teistanum, har hann siglir við. Terji Dalsgaard handaði vegna Sandoyarportalin vinnaranum blómurnar. Rasisma í Australien Open 11 kroatiskir tennisfjepparar blivu í dag tveittir út frá Australien Open kappingini, tí teir róptu rasistiskar sangir móti mótstøðumanninum hjá landsmanni teirra. Ivo Karlovic var neyvan fegin um rópini hjá landsmonnum sínum, tá teir róptu eftir tjekkiska Rado Stepanek. Tá teir umframt ljótu orðini eisini gjørdu um seg, valdu myndug­ leikarnir at tveita teir 11 menninar út. Persónarnir fingu fyrst eina ávaring frá trygdarvørðunum, men tá teir hildu fram at uppføra seg illa, vórðu teir tveittir út, sigur eitt umboð fyri myndugleikarnar sambært danska blaðnum Politiken.