mánadagur 18. januar 2010síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38 tíðindi
Nr. 11 - 18. januar 2010
Jógvan Hansen sang
seg leygarkvøldið í
finaluna í íslendska
Grand Prixnum.
Jógvan kappaðist
við fýra aðrar
sangir í innleiðandi
kappingini.
Hetta var annað av fýra inn
leiðandi
umførum
í
íslendska Grand Prixnum.
Tveir sangir koma víðari
hvørjaferð, og leygarkvøldið
tryggjaði Jógvan Hansen
sær so pláss í finaluni.
Jógvan sang sangin One
More Day, sum Óskar Páll
Sveinsson og Bubbi Morth
ens hava skrivað til Jógvan.
Finalan í íslendska Grand
Prixnum verður hildin leyg
arkvøldið 6. Februar, og tá
hevur Jógvan Hansen so
møguleikan at vinna seg í
europeisku kappingina, sum
í ár verður hildin í Oslo.
Bubbi trýr uppá Jógvan
Bubbi Morthens væntar
sær nógv av Jógvani Hansen
í íslendska Grand Prixnum.
Hetta er triðju ferð, at
Jógvan Hansen luttekur í
íslendska Grand Prixinum,
og Bubbi væntar, at hesaferð
fer tað at eydnast Jógvani.
Sangurin, sum Jógvan
hevur sungið, eitur One
MoreDay og er skrivaður
av Bubbi Morthens og
Óskar Páll Sveinsson.
Eg ivist ikki í, at Jógvan
fer at vinna Grand Prixið.
Sangurin, sum vit hava
skrivað til hansara, er góður,
og Jógvan hevur alt, sum
skal til, fyri at vinna eina
slíka kapping, sigur Bubbi
Morthens.
Jógvan í finaluni í Grand Prix
Skattalættarnir hjá Eidesgaard kostaðu 382 milliónir um árið
Árini 2004 til 2008 gav landsstýrið hjá Jóannes Eidesgaard skattalættar, sum hava kostað 382 milliónir krónur um árið. Tað sigur Jóannes Eidesgaard, fíggjar
málaráðharri, í einum svari til ein fyrispurning frá Høgna Hoydal. Tað var ABC samgongan millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin, sum
gav hesar skattalættar. Høgni Hoydal vísir í fyrispurninginum á, at ABC samgonga segði, at skattalættarnir skuldu geva 60 milliónir krónur um ári – ella
tilsamans 240 milliónir krónur. Høgni Hoydal spyr: • Hvussu nógv hava skattalættar kostað landskassa og kommunum frá 1998 til 2003? og • Hvussu nógv
hava skattalættar kosta landskassa og kommunum frá 2004 til 2009? Jóannes Eidesgaard svara, at var 1998 skattastigin eisini galdandi í 2003 hevði hetta givið
landskassanum eina meirinntøku uppá 103 milliónir krónur. Var 2004 skattastigin eisini galdandi í 2009 hevði hetta givið landskassanum eina meirinntøku
upp á 382 milliónir krónur. Í tíðarskeiðnum 1998 til 2003 var barnafrádrátturin í landsskattinum hækkaður við áleið 44 milliónir krónur og merkti hetta
tilsvarandi skattalækking. Í tíðarskeiðnum 2004 til 2009 var barnafrádrátturin í landskassanum ikki broyttur. Broytingar í landsskattinum hava eisnini eina
ávísa ávirkan á kommunskattin orsakað av 50% markinum, men talan er her um sera smáar uphæddir, sigur fíggjarmálaráðharrin í svarinum.
Føroyingar og
íslendingar áttu
at samstarvað um
Melodi grand prix,
tí íslendingar elska
føroyingar, sigur
Jógvan Hansen, sum
verður millum teir
seks finalistarnar
í íslendsku
sangkappingini
Tónleikur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Tað hevði hóskað betur um
føroyingar og íslendingar
vóru saman í Melodi grand
prix, enn at føroyingar lut
taka í tí danska. Tað heldur
nýkosni føroyski finalulut
takarin í íslendsku sang
kappingini, Jógvan Hansen,
sum sang seg inn í íslendsku
hjørtuni leygarkvøldið.
Hann vísir á, at íslending
ar elska føroyingar, og ivast
í, um alskurin millum danir
og føroyingar er eins stórur.
Og tí áttu føroyingar heldur
at samstarvað við íslending
ar um luttøku í altjóða sang
kappingini.
Droymir um Oslo
Tað er annars ein hjartans
fegin Jógvan Hansen, sum
Sosialurin fær orðið á í
morgun. Hann hevur eisini
orsøk fegnast, nú hann sang
seg í finaluna í íslendsku
sangkappingini, sum verður
6. februar.
Hansara størsti dreymur í
løtuni er at sleppa at fram
føra á stóra pallinum í
altjóða finaluni í Oslo í
mai, tí, sum hann sigur:
Eg elski at upptraðka og
fái eitt ordans kick av at
syngja fyri fólki, sigur Jógv
an Hansen.
Tað besta við at sleppa
víðari í finaluna er, at tað er
ein álitisváttan til mín sum
undirhaldara, ella enter
tainara, hugleiðir 31 ára
gamli klaksvíkingurin, sum
hevur búð í brøðratjóðini
síðan 2004.
Sambært honum hevur
tað alstóran týdning fyri
fólk sum hann at fáa viður
kenning og at verða góðtikin
sum undirhaldarar.
Tí øll mín karriera er
treytað av, at fólk tíma at
lurta eftir mær, sigur hann
við Sosialin.
Størsti dreymurin er alla
tíðina at sleppa at framføra
fyri einum størri skara av
fólki. At kunna liva av tón
leikinum og at undirhalda.
Eins og stóru fyrimyndirnar,
so sum Michael Bublé ella
Sting.
Seldi salongina
Burtursæð frá sanginum, hev
ur Jógvan Hansen virkað
sum vælumtóktur frisørur í
Íslandi, árini hann hevur búð
haryvuri. Eitt nú átti hann
part av einari stórari salong
við 15 starvsfólkum og 4000
føstum kundum. Men hann
valdi at selja sín part frá í
2007, tí tíðin rakk ikki til at
arbeiða so nógv og at hava
eina sangkarrieru.
Hetta var tíbetur áðrenn
kreppuna, so eg kom væl
burturúr tí. Og hon fer altíð
at vera mítt hjartansbarn,
sigur hann, og fegnast um,
at salongin framvegis hevur
stóra succes.
Í løtuni tekur Jógvan
Hansen studentaskúlaskeið,
sum tekur eitt ár. Kanska
fer hann at lesa víðari, ella
fer hann at arbeiða aftaná.
Enn er onki vist, tí, sum
hann sigur:
Eg taki ein dag í senn.
Veruligur føroyingur
Tað er ongin ivi um, at
íslendingar eru góðir víð
føroyingar. Ikki minst í
hesum tíðum. Men Jógvan
Hansen heldur ikki, at tað
beinleiðis er ein fyrimunur
at vera føroyingur í Íslandi.
Men tað er so avgjørt heldur
ongin vansi.
Íslendingar hyggja ikki
so nógv eftir, hvar tú ert
frá. Gjørt tú tað gott, so
kann tað gera tað sama,
hvar tú ert frá, sigur hann,
og skoytir kortini uppí:
Men eg havi ongantíð
verið meira føroyingur enn
her í Íslandi.
Fái eitt kick
av at syngja