Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-18, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. januar 2010síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 tíðindi Nr. 11 - 18. januar 2010 Fríggjakvøldið var Eivør á palli saman við danska bólkinum Nephew, sum framførdi á P3 Guld 2010, ið varð víst beinleiðis á DR2 Talan var um eina serstak­ liga góða framførslu frá rokkbólkinum, sum fyrr um kvøldið ógvuliga hóskandi hevði fingið P3 Live heið­ urslønina. Nephew spældi sangin Police Bells and Church Sirens, og Eivør trein á pall­ in og gjørdist partur av framførsluni, tá sangurin var hálvrunnin. Eivør, sum sang á føroyskum, gav við síni sermerktu rødd sangin­ um eina heilt aðra dimen­ sión. Hetta vísti seg eisini at rigga serstakliga væl, og framførslan hevur eisini vakt ans í donskum fjølmiðlum. Heimasíðan musikbase. dk, ið er ein tónleikaheima­ síða við tíðindum og ummælum, gevur fram­ førsluni sera góð skotsmál. ­ Det gav en fremragende ekstra dimension til numm­ eret, og vi formoder, at de fleste i salen og hjemme i stuerne fik kuldegysninger, da hun trådte ind på scenen og fyrede den maksimalt af, skrivar musikbase.dk um ískoyti hjá Eivør til framførsluna hjá Nephew. Til ber at síggja og hoyra framførsluna hjá Nephew og Eivør á: http://www.youtube. com/watch?v=0GJC5bIX6 Z s & f e a t u r e = p l ay e r _ embedded Eivør sang saman við Nephew Støðið var ógvuliga høgt, næstan ov høgt, sigur Niels Arge Galán, ein av dómarunum til Sement 2010. Leygarkvøldið var fyrsta inn­ leiðandi umfar av tónleika­ kappingini Sement 2010, og sjey bólkar royndi seg í kapp­ ingini, har tríggir vóru útvaldir til at verða við í final­ uni, sum verður 30. Januar. Teir tríggir dómararnir Niels Arge Galán, Lena Andersen og Terji Rasmus­ sen hava øll trý nógvar royndir innan føroyska tón­ leikaheimin, men tað var als eingin løtt uppgáva at loysa leygarkvøldið, tá ið tríggir bólkar skuldu veljast burturúr mongdini. ­ Støðið var ógvuliga høgt. Havi næstan hug at siga ov høgt. Onkuntíð fær man beinanvegin eina fatan av hvør skal víðari til final­ una, men tað var sera trupult hetta kvøldið, sigur Niels Arge Galán. Tað er neyvan nøkur loyna, at føroyingar eru eitt tónlistarligt fólkaslag, og vit eiga ógvuliga nógvar góðar tónleikarar. Eisini teir nýggju bólkarnir eru at kalla á høgum støðið, og duga millum annað væl, at bera seg fram á palli. ­ Støðið var so høgt, at tað vóru fleiri bólkar enn teir tríggir, sum áttu at sloppið víðari til finaluna. Eg trúgvi eisini, at fleiri eru ósamd við okkara val, sigur Niels Arge Galán. Síðani Prix Føroyar var tikið av skránni hjá Norður­ landahúsinum, hevur tað ikki verið nøkur stór kapp­ ing, har ungir og óroyndir tónleikarar fáa møguleikan at royna seg. Men Niels Arge Galán heldur, at Sem­ ent hevur stóran týdning fyri teir nýggju tónleikarar­ nir. ­ Sement gevur nýggjum bólkum, og fólki, sum hava áhuga fyri nýggjum tónleiki ein stóran møguleika. Har vóru nógvir bólkar, sum eg als ikki kendist við áðrenn, sigur Niels Arge Galán. Niels Arge Galán hevur verið eitt kent andlit á føroyska tónleikapallinum í nógv ár, og eisini hann var bergtikin av teimum ungu tónleikarunum. ­ Um eg samanberi hetta við fyrstu ferð eg spældi LIVE, so dugdu hesir bólk­ arnir munandi betri enn eg, sigur Niels Arge Galán. Sement á høgum støði Globala útboðið av alilaksi minni í 2009 enn í 2008 Í 2009 er nøgdin av laksi, tikin í øllum heiminum, 2% minni enn í 2008. Tað vísir ein uppgerð, sum Kontali Analyse hevur latið gjørt. Vinnuhúsið skrivar í morgun á heima­ síðuni, at í 2008 var samlaða nøgdin av laksi 1.493.400 tons. Í 2009 var nøgdin 1.460.500 tons ella 2% minni enn í 2008. Orsøkin er serliga at finna í Kili, har framleiðslan av laksi er minkað við 42%. Norra, sum er heimsins størsti framleiðari av laksi, hevur økt sína framleiðslu í 2009 við 15% og er komin uppá 855.300 tons av laksi í 2009.