týsdagur 19. januar 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 12 - 19. januar 2010
Mál
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Dugir tú ikki at stava, skalt tú
ikki ganga út frá, at fólk taka
tíni brøv ella skriv í álvara.
Ein beiskur sannleiki kanska,
men vón er fyri sjálvt
teimum, sum mest sum hava
givið upp at læra at stava
føroyskt.
Gevur tú tær stundir at seta
seks kvøld av tvær vikur í
februar mánaði, fært tú nú
møguleikan at rudda upp í
mest vanligu stavifeilunum.
Tað er Jonhard Mikkelsen,
cand. mag, sum bjóðar fram
skeið í føroyskari stavseting,
ið byggir á royndir frá eini
skeiðsrøð í heyst í fjør á
Føroya læraraskúla. Millum
80 og 100 fólk vóru á hvørj
um skeiði, sum vardi í
fimm dagar 45 tímar
hvønn dagin. Jonhard Mikk
elsen stjórnaði undirvísing
ini, og hjálparlærarar fóru
ígjøgnum
venjingarnar
saman við hvør sínum 10
skeiðsluttakarum. Úrslitið
var, at meginparturin av
skeiðsluttakarunum høvdu
beint fyri teimum flestu og
grefligastu stavivillunum,
tá ið fimm dagar vórðu
umlidnir.
Stimbrar sjálvsálitið
Jonhard Mikkelsen minnir
á, at tá ið tú skalt samskifta
nógv skrivliga, til dømis á
almennari skrivstovu, banka
og aðra staðni, er tað ómeta
liga óheppið, um brøvini,
tú sendir fólki, skríða skørp
í villum.
Fólk, ið duga at stava,
síggja fyrst feilirnar, áðrenn
tey lesa innihaldið. Stavi
villur oyðileggja sjálvt tað
besta brævið. Ikki bara hakar
tað í eyguni, men tað oyði
leggur trúvirðið í tí, ið sagt
verður. Tann góði boðskap
urin, tað góða innihaldið fer
ofta fyri skeyti, tí móttakarin
situr bara og illneitast inná,
hvussu óhjálpið brævið er,
sigur Jonhard Mikkelsen.
Av somu orsøk aftra fólk
seg mangan at senda øðrum
tekst at lesa, tí tað skert ikki
burtur, at tað er eitt sindur
pínligt at senda fólki tekst,
sum er fullur av stavivill
um. Almennir stovnar kunnu
ikki loyva sær tað, tað er eitt,
og hjá stórum virkjum gong
ur tað út yvir sjálvsmyndina.
Ikki at rætta tekst, áðrenn
hann verður sendur úr húsun
um, kann geva ógvuliga
óhepnan bakslátt. Hinvegin
at duga stavseting er gott fyri
sjálvsálitið, og tað ger fólk
tryggari, tá ið tey skulu gera
vart við sínar hugsanir, vísir
Jonhard Mikkelsen á
Tørvur skapar
motivatión
Hann leggur afturat, at mot
ivatión, sum er ein avger
andi partur fyri at læra nak
að, kemur ofta fram í sam
bandi við slík størv
– Tá ið tørvurin á rættskriv
ing ger vart við seg, læra fólk
tað. Alt frættist, og tey, ið
hava verið á skeiði, hava
sjálvandi borið tíðindini út
um allar geilar. Nú havi eg so
fingið fyrispurningar, um tað
hevði borið til at fingið skeið
ið endurtikið sum kvøldskeið
fyri fólk, sum fegin vilja
duga betur at stava, sigur Jon
hard Mikkelsen.
Enn dugir hann ikki at
siga, hvussu stórur tørvurin
er, men nýggja skeiðið
verður lagt til rættis eftir
teimum, ið koma á skeið. 8
12 fólk er nóg mikið til ein
flokk. Verða tey fleiri, verða
tey fleiri lærarar.
Undir øll umstøðum
byrja vit frá botni. Eingin
skal smæðast. Vit ganga út
frá, at fólk, sum koma til
okkara, duga ikki at stava,
tí koma tey til okkara. Bara
tí. Og tað merkir, at eingin
skal kenna seg illa.
Mýtir um føroyskt
Jonhard Mikkelsen viðgong
ur, at føroyskt er torført mál
at stava rætt, og tað er einki
dulsmál, at nógv eru ikki so
stinn í at stava rætt. So mik
ið viðurkenna vit øll, men
føroyskt er ikki truplari enn
onnur mál, heldur hann. Og
tí eru okkara trupulleikar
ikki størri enn teir, ið onnur
mál dragast við.
Siga nóg nógv, sum av
onkrari grund hava lært stavs
etingina illa, at hetta er torført
og trupult ella ógjørligt, so
hevur tú skapt eina mýtu, sum
er ring at mana aftur í jørðina.
Eitt stórt fylgi fer jú ikki
skeivt – ikki sannheit?, stað
festir
Jonhard
Mikkelsen
speiskliga, men minnir á, at
tað er framvegis bara ein
mýta – ein mýta sum livir sítt
fríska lív.
Veruleikin er tann, at før
oysk stavseting kann sakt
ans lærast skjótt og lættliga
og enntá stuttliga eins og
alt annað her í verðini. Tað
er bara spurningur um peda
gogikk. Føroysk stavseting
setur síni krøv til skrivaran.
Einki at ivast í tí, men tað
er einki galið við stavset
ingini sjálvari.
Tað kann vera galið við
pedagogikkinum, arbeiðs
háttinum, frálæruni, lærar
anum. Møguliga hava fólk
ikki verið motiverað at læra
tað, tá ið tað var á skránni.
Orsøkirnar kunnu verða
nógvar, men truplari er tað
ikki enn so, at øll, ið vilja
læra at stava føroyskt, læra
tað, vissar Jonhard Mikkel
sen um.
Til ber at melda seg til
skeiðið á www.sprotin.fo.
Røktarheim á Grønanesi í Vestmanna
Undangóðkenning av høvuðsarbeiðstøku
Í sambandi við bygging av nýggjum
røktarheimi á Grønanesi í Vestmanna
verður við hesum boðið til undangóð
kenning av arbeiðstakarum at geva til
boð upp á høvuðsarbeiðstøku.
Verkætlanin:
Nýggja røktarheimið verður tilsamans
2046 bruttofermetrar, íroknað kjallara.
Pláss verður fyri tilsamans 24 búfólkum,
harav verður serdeild fyri minnisveik. Á
røktarheiminum verður eisini stórkøkur,
ið kann veita mat til røktarheimið og
heimarøktina í økinum.
Vega og byggibúningararbeiðið er farið
í útboð. Ætlanin er at byrja sjálvt byggi
arbeiðið í summar.
Høvuðsarbeiðstøkan:
Høvuðsarbeiðstøkan skal fevna um allar
fakarbeiðstøkur í sambandi við bygging
av røktarheiminum. Fakarbeiðstøkurnar
eru:
Jørðarbeiði
Kloakkarbeiði
Betongarbeiði
Stálarbeiði
Timburarbeiði
Snikkaraarbeiði
Málaraarbeiði
Gólválegging
HVSarbeiði
Ventilatiónsarbeiði
Elarbeiði
Lendisarbeiði
Treytir:
Áhugaðir høvuðsarbeiðstakarar fáa meira
at vita um kravdar upplýsingar, treytir
o.a. á heimasíðuni hjá Vestmanna Kom
munu www.vestmanna.fo. Fylg leinkjuni
»Undangóðkenning av arbeiðstakarum
at geva tilboð upp á bygging av røktar
heimi«.
Freist:
Áheitan um undangóðkenning skal
sendast til Selmar Nielsen Arkitektur
Spf, Landavegi 9, Tórshavn, og
vera okkum í hendi í seinasta lagi
mikudagin 3. februar 2010.
Eru spurningar, ber til at ringja til Jóhan
Syderbø, prosjekteringsleiðara, á
tlf. 354812 ella 210818.
Ráðgevarar:
Sosialurin / KvR 34 18 00
Stavifeilir oyðileggja
trúvirðið
- Fólk, ið duga at stava, síggja fyrst feilirnar, og tí fer góða
innihaldið í illa skrivaðum tekstum ofta fyri skeyti, áðrenn
tað yvirhøvur verður lisið, sigur Jonhard Mikklesen, lærari í
føroyskum
Stavifeilir skera ikki bara í eyguni; teir oyðileggja eisini trúvirðið í sjálvt tí besta skrivinum ella
brævinum, sigur Jonhard Mikkelsen, cand. mag og lærari, sum nú aftur bjóðar fólki møguleikan
at fáa føroysku stavingina á beint
Ójavni í Evropa
Livikorini hjá fólki í Evropasamveldinum eru sera ymisk. Tøl hjá
samveldinum vísa, at í 2008 høvdu 17 prosent av fólkinum minni
enn tað almenna fátækramarkið at liva fyri. Tað var serliga í Letlandi
og Rumenia, at livikorini vóru niðan fyri fátækramarkið, og støðan
er neyvan batnað síðani, tí júst hesi bæði londini eru meint rakt av
altjóða fíggjarkreppuni, skrivar AP. ES setir fátækramarkið soleiðis,
at tey, sum forvinna minni enn 60 prosent av meðalinntøkuni í teirra
egna landi, liva undir fátækramarkinum. Í letlandi vóru 26 prosent
undir markinum og í Rumenia 23 prosent.
Haitisk børn til USA
Amerikanska stjórnin sigur nú, at børn, sum hava mist foreldrini
í jarðskjálvtanum í Haiti, kunnu fáa ta neyðugu hjálpina í USA.
Tilboðið kom frá amerikanska trygdarráðharranum, Janet
Napolitano, í gjárkvøldið. Hon segði, at USA leggur dent á, at
fólk verða verandi í Haiti, men at foreldraleys børn har kunnu
ættleiðast til USA og fáa uppihaldsloyvi. Janet Napolitano segði,
at amerikonsku myndugleikarnir fara at taka støðu í hvørjum
einstøkum føri, og at myndugleikarnir í Haiti skulu vátta, at
barnið hevur mist síni næstu, áðrenn tað kann ættleiðast til USA.