týsdagur 19. januar 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 12 - 19. januar 2010
Mladic er í Serbia
Amerikanski diplomaturin Raffi Gregorian,
sum er altjóða umboðsmaður í Bosnia-Herse-
govina, vil vera við, at tann eftirlýsti bosnia-
serbiski generalurin Ratko Mladic fjalir seg í
Serbia. Raffi Gregorian sigur við bosnisku
tíðindastovuna FENA, at Mladic fær hjálp frá
vinum og kenningum til at fjala seg. Serbiska
stjórnin hevur fleiri ferðir sagt, at hon veit ikki,
hvar Ratko Mladic er. Krígsbrotsmannadómstólurin fyri gamla Jugoslavia hevur skuldsett fyrrverandi
generalin fyri fólkamorð og brotsverk ímóti mannaættini í borgarakrígnum í Bosnia frá 1992 til 1995
og krevur at fáa hann útflýggjaðan.
Fleiri jarðskjálvtar
Bara átta dagar aftan á jarðskjálvtan í Haiti hava tríggir jarðskjálvtar
afturat verið á vestaru jarðarhálvu. Í gjárkvøldið var ein jarðskjálvti við
kyrrahavsstrondina í miðamerikanska landinum Guatemala. Hann var
6,0 á Richter-stiganum, men skaði var eingin, skrivar AP. Nakrar tímar
frammanundan skrásetti jarðfrøðistovnurin í Argentina ein jarðskjálvta í
Andesfjøllunum. Hann var 5,5 á Richter-stiganum, men heldur ikki
haðani er frætt um nakran skaða. Fyrradagin skrásetti argentinski
jarðfrøðistovnurin ein jarðskjálvta undir havbotninum úti fyri eystur-
strondini. Hann var 6,3 á Richter-stiganum, men gjørdi ongan skaða.
Toskur er vorðin
ein alsamt veksandi
partur av inntøk
unum hjá føroyska
heimaflotanum.
Hetta vísa sølutølini
hjá Fiskamarknaði
Føroya
Fiskasølur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fiskamarknaður
Føroya
seldi í gjár 192 tons av fiski
fyri slakar 2,8 miljónir
krónur.
Helvtin av øllum nøgdun-
um - ella eini 100 tons - var
toskur, sum fór fyri slakar 2
miljónir krónur tilsamans.
Sølan í gjár vísir, at tó at
toskur var helvtin av saml-
aðu nøgdunum, stóð toskur-
in fyri meiri enn tveimum
triðingum av samlaða sølu-
virðinum.
36 tons vóru av toski 2,
sum fór fyri miðalprísin 25
krónur og 30 oyru - og 38
tons vóru av toski 3, sum
fekk miðalprísin 14 krónur
og 98 oyru fyri kilo.
Næst størstu nøgdirnar á
Fiskamarknaði Føroya í
gjár vóru hýsa. Talan var
um eini 35 tons, og miðal-
prísurin á bestu hýsuni var
9 krónur og 46 oyru.
Eini 20 tons vóru av
brosmu, sum lá upp ímóti 9
krónum fyri kilo, og eini 13
tons vóru av longu, har
besti miðalprísurin var 14
krónur og 38 oyru fyri kilo.
Toskur stendur
fyri stórum parti
av søluvirðinum
Samlaða sølan á
Fiskamarknaði Føroya í
gjár gav slakar 2,8 miljónir
krónur. Ein stórur helmingur
av seldu nøgdini var toskur,
sum stóð fyri meiri enn
tveimum triðingum av
søluvirðinum
Tjóðin savnast undir
flagginum, og Merkið
er ímyndin av tjóðini
í gleði eins væl og í
sorg. Tí er hetta eitt
av teimum málum,
sum eg gleðist mest
um í míni tíð sum
løgtingsmaður, sigur
Kári P. Højgaard
Merkið
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í dag hongur føroyska flagg-
ið fyri fyrstu ferð í tingsalin-
um, eftir at løgtingið í heyst
við teprum meiriluta sam-
tykti, at Merkið skal hava
sítt pláss á tingi.
Tað var Sjálvsstýrisflokk-
urin, sum 3. august í fjør
legði uppskot til samtyktar
fyri løgtingið um at fáa
flaggið í tingsalin.
Nógv umrøða var av hes-
um máli, men við teprum
meiriluta samtykti løgtingið
umsíðir, at Merkið skal hava
sítt pláss í tingsalinum.
Fegin formaður
Kári P. Højgaard, formaður
í Sjálvstýrisflokkinum, sig-
ur, at hetta er eitt mál, sum
hann gleðist eina mest um í
síni tíð sum løgtingsmaður.
- Hini londini í útnorði,
Ísland og Grønland, hava
síni fløgg í tingsalinum, og
í mínari verð er tað ófatiligt,
at tað skal hava gingið so
striltið at fáa okkara Merkið
í tingsalin, sigur hann.
Kári P. Højgaard vísir á,
at tjóðin savnast undir flagg-
inum, og Merkið er ímyndin
av tjóðini - í gleði eins væl
og í sorg.
- Eg eri sera fegin um, at
Merkið nú er komið í ting-
salin, og hetta mál vísir, at
tað kann geva úrslit at stríð-
ast, sigur formaður Sjálvs-
stýrisfloksins.
Blankt Tjóðveldi
Atkvøðugreiðslan á Føroya
løgtingi vísir, at eingin av
tinglimum Tjóðveldisins við
endaligu atkvøðugreiðsluna
atkvøddi fyri uppskotinum
um at fáa Merkið í tingsalin.
Kári P. Højgaard hevur
ikki hug at gera viðmerking-
ar til tepru samtyktina, men
fegnast heldur um, at Merkið
nú hongur í tingsalinum.
- Skal flaggið úr aftur
tingsalinum, má ein nýggj
løgtingssamtykt taka støðu
til tað, leggur formaður
Sjálvsstýrisfloksins aftrat.
Merkið hevur nú heiðurs
pláss á Føroya løgtingi
Fiskiveiða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Landsstýrismaðurin í fiski-
vinnumálum, Jacob Vester-
gaard, segði í útvarpinum
hjá Kringvarpinum í morg-
un, at fiskiskapurin undir
Føroyum er burðardyggur,
og at vit tí saman eiga at
lata útlendsku fiskakeypar-
arnar vita hetta, so føroysk-
ar fiskavørur ikki verða
boykottaðar, eins og vit
hava sæð tað við føroyskari
hýsu á bretska marknaðin-
um seinastu tíðina.
Landsstýrismaðurin
segði, at føroyska fiskiveið-
iskipanin er burðardygg,
og at vit tí kunnu lata
útlendingar vita, at vit ikki
niðurfiska fiskastovnarnar
meiri, enn ráðiligt er.
- Fiskiveiða hevur altíð
verið skiftandi. Tað vísa
fiskiveiðihagtøl langt aft-
ur í tíðina.
Jacob Vestergaard segði,
at lond uttan um okkum
eisini hava merkt sær, at
fiskiveiðan er skiftandi, tó
at tey kanska hava fylgt
fiskifrøðiligari ráðgeving í
enn størri mun enn før-
oyingar.
- Eg haldi ikki, at roynd-
irnar aðrastaðni hava víst,
at tað ber til at goyma fisk,
sum hann tók til.
Løgtingsmaðurin, Kári P.
Højgaard, hevur sett lands-
stýrismanninum í fiski-
vinnumálum, Jacobi Vester-
gaard, munnligan fyrispurn-
ing um, hvat landsstýrið
ætlar at gera, nú føroysk
hýsuframleiðsla verður boy-
kottað í Bretlandi.
Spurningarnir hjá løg-
tingsmanninum eru tríggir
í tali.
Í fyrsta lagi vil Kári P.
Højgaard hava at vita,
hvørji stig politiski mynd-
ugleikin saman við vinn-
uni higartil hevur tikið til
tess at kunna útlendskar
keyparar av føroyskum
fiskavørum, at vit fiska
burðardygt.
Í øðrum lagi spyr hann,
um
landsstýrismaðurin
veit, hví hýsa, sum verður
veidd
undir
Føroyum,
verður boykottað, sam-
stundis sum hýsa veidd
undir Íslandi, verður rokn-
að sum burðardygg, tó at
hýsa undan Íslandi ikki
hevur góðkenning.
Í triðja og seinasta lagi
spyr Kári P. Højgaard,
hvørji stig landsstýrismað-
urin fer at taka til tess at
samskipa
vitanina
og
frøðina á sjógvi og landi,
so tilmælini til politisku
skipanina eru greið – og at
vit saman úteftir marknað-
arføra eina burðardygga
fiskiveiði.
Á tingfundi í morgin skal
landsstýrismaðurin, Jacob
Vestergaard, svara løgtings-
manninum,
Kára
P.
Højgaard.
Okkara fiskiveiða
er burðardygg
Nú hongur føroyska
Merkið á løgtingi,
eins og merkini gera
hjá hinum báðum
londunum í útnorði,
Íslandi og Grønlandi
Mynd: Kári P. Højgaard