týsdagur 19. januar 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 12 - 19. januar 2010
Listamálarin og
yrkjarin úr Mikla dali
doyði á sjúkra húsi
í Hirtshals sunnu
dagin. Hans Jacob
Gler foss gjørdist 72
ára gamal. Hann livdi
lív ið sum listamálari
og yrkjari
list
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
- Vínur mín, veist tú hví all-
ir persónarnir líkjast mær
so nógv?
Hans
Jacob
Glerfoss
stend ur framman fyri ein-
um málningi av seinastu
kvøld máltíðini, sum hann
ar beið ir við. Hann er heima
og vitjar dóttrina, og blað-
mað urin og myndamaðurin
á Sosialinum eru farnir at
vitja hann. Árið er 2002.
Á myndini sita Jesus og
læru sveinarnir um borðið,
og Jesus hevur júst sagt
orð ini um, at »ein av tykk-
um fer svíkja meg.« Tað
sæst á myndini, at okkurt er
áfatt.
– Tað er tí, at eg havi allar
hes ar persónar inni í mær,
svar ar Hans Jacob Glerfoss
sjálvur spurninginum.
– Tað eru tríggir av læru-
svein unum, sum eg eri ser-
liga góður við. Tað er Pæt-
ur, sum eg fegin vil vera.
Tummas,
sum
er
júst
so leið is, sum eg eri. Og so
er tað Judas, hann sveik
menniskjasonin við einum
kos si, tað minnir meg eisini
um meg sjálvan, sigur Hans
Jacob Glerfoss.
Hann tosar róliga, hugsar
seg stundum um og tekur
sær tíð at finna røttu orðini.
Og eina løtu hugleiðir hann
eisini um lívið.
– Tað ræður um at hava
góð minni. Og so skalt tú
minn ast til, at tú kanst ikki
leita minnini upp og vænta,
at tú finnur alt í sama líki.
Soleiðis er lívið ikki, sigur
hann.
Hann tekur eina sigarett
burtur úr
pakkanum
og
sting ur hana í munnin.
Hann festir sær í og sendir
royk in út í rúmið.
– Lívið er ein fantastisk
søga.
Málaði og yrkti
Hans Jacob Glerfoss, sum
var føddur í Mikladali, men
vaks upp í Kunoy, telist
mill um kendaru føroysku
lista mála r arnar seinastu 40
árini. Hann var sjálvlærdur
listar maður, og miðskeiðis í
1960’unum var hann við á
fyrs tu
framsýningunum.
Sein ni hevði hann eisini
ser fram sýn ingar í Føroyum
og í Danmark, og hann var
við á ferðandi fram sýn ing-
um saman við øðrum.
Sum listamálari málaði
Hans Jacob Glerfoss nógv-
ar landslagsmálningar, har
myndaevnini ofta vóru úr
norð oyggjum. Eisini vóru
mynda evni av fólki, sum
vóru til arbeiðis, eitt nú
útróðr ar menn og hand verk-
ar ar, ella í veitslu.
Hans Jacob Glerfoss yrk-
ti eisini nógv. Í 1969 fekk
hann
M.A.
Jacobsens
heiðurs løn fyri yrkinga-
søvn ini.
Flutti til Hirtshals
Hans Jacob Glerfoss búði
Lívið er ein fantastisk søga
– Tað ræður um at hava góð minni. Og so skalt tú minnast til, at tú kanst ikki leita minnini upp og vænta, at tú finnur alt í sama
líki. Soleiðis er lívið ikki, segði Hans Jacob Glerfoss í samrøðu við Sosialin fyri nøkrum árum síðani
Mynd: Jens Kristian Vang
Ferðafólk í Haiti
Meðan hjálparfólk í túsundatali stríðast við at bjarga
neyðstøddum í haitiska høvuðsstaðnum Port-au-Prince,
liggja útlendsk ferðafólk og sóla sær á einari strond har
norðuri har norðuri í landinum einar 100 kilometrar frá
býnum. Ferðafólkini, sum eru meiri enn 4.300 í tali, komu
við ferðamannaskipinum Independence of the Seas
fríggjadagin, og eitt annað skip hjá sama reiðaríi er á veg
hagar, skrivar bretska blaðið The Guardian. Fleiri halda, at
reiðaríið átti at broytt ferðaætlanina, so skipini kundu farið
til okkurt annað land enn Haiti, nú fólk í túsundatali hava
latið lív av jarðskjálvtanum har.
Froskmaður smuglaði
Myndugleikarnir í Russlandi hava avdúkað eitt
brotsmannalið, sum smuglaði sigarettir úr Estlandi til
Russlands. Áin Narva er mark millum tey bæði londini,
og myndugleikarnir siga, at ein froskmaður svam yvir um
ánna við sigarettunum. Sigarettirnar vóru væl
innpakkaðar og festar til búnan hjá froskmanninum. Ein
talsmaður fyri russisku trygdartænastuna FSB sigur, at
russiskir og estlendskir hermenn hava tikið fimm mans í
sambandi við smuglaramálið. Teirra millum er tann 25
ára gamli froskmaðurin.