Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. januar 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 19. januar 2010 – Nr. 12 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19 Norska manslandsliðið, sum er við í bólki A, hev ur veruliga livað í skugg a num av norska kvinnu lands­ lið num, sum hevur vunnið ótelj andi heiðursmerki Noreg er norðurlendska íkastið í bólki A, har teir eru í bólki saman við Kroatia, Russlandi og Ukraina. Norska manslandsliðið hevur veru­ liga livað í skugganum av norska kvinnulandsliðnum, sum hevur vunn ið óteljandi heiðursmerki. Bes­ ta úrslitið hjá norsku monnunum er sætta plássið, sum Noreg vunnið í EM­ endaspælinum á heimavølli í 2008. Noreg vann seg ikki til olympisku leikirnar í Beijing, og til seinasta HM­ e ndaspæl endaði Noreg á einum níggjun da plássi. Millum eyðsýndu prof ilarnir hjá Noregi eru málverjin, Stein ar Ege, Kristan Kjelling, Frank Løke og Erlend Mamelund. Kroatia hevur eitt sera sterkt lið. Í 2003 vann Kroatia HM­gull, og í 2004 vann liðið OL­gull. Síðani 2003 er eitt fimta pláss ringasta enda­ støða, sum Kroatia hevur havt til eitt enda spæl. Venjarin, Lino Cervar er ovu r honds íðin í sínum venjarayrki, og er tað ikki so sjáldan, at hann fær áv arð ing ella verður vístur av vølli­ num. Á vøllinum er tað Ivano Balic, sum er sanna heimsstjørnan. Balic er ein hin besti tekniski hond bólts­ spælarin í heiminum. Í EM­kvalifikasjónini slapp før­ oyska liðið at smakka hvussu sterk russiska hondbóltsbjørnin er. Spæl­ ar ar, sum Egor Evdokimov, Vitaly Iva nov, Eduard Koksarov og Vasily Filip pov fara at gera sítt til at Russ­ land aftur kann vinna seg uppá heiður spallin. Russland hevur ikki vunn ið nakað heiðursmerki síðani OL­ bronsuna í 2004. Norskir menn í kvinnuskugga heris@sosialurin.fo Heri SImonsen Stian Vatne úr Noregi stríðist við Mattias Gustafsson úr Svøríki í EM-aðalroyndini millum norðurlondini bæði, sum var í Oslo Spektrum leygardagin, tá Svøríki vann við fýra málum, 32-28 Mynd: Erlend Aas/Scanpix Henry uttan revsing Nú er tað endaliga avgjørt, at Thierry Henry verður ikki revsaður fyri tilburðin, tá hann brúkti hondina í samband við sigursmálið, sum tryggjaði Frankaríki luttøku í HM­endaspælinum og sendi Írland út í kuldan. Nógv hevur verið sagt og skrivað um hendingina. Írland hevur kært sín neyð, kravt umdyst og søkt um eyka pláss til HM­endaspælið. Alt til fánýtis og nú er eisini greitt, at høvuðspersónurin í øllum málinum. Thierry Henry, heldur ikki verður revsaður. Henry hevur síðani viðgingið, at hann tilvitað brúkti hondina, men lukkutíð fyri hann sá hvørki dómari ella linjuverjin hetta, og tað metir FIFA vera ógvuliga avgerandi í hesum sambandi. West Ham selt David Sullivan, sum hevur ríkað seg upp av tíðindabløðum og vaksnamannaundirhaldi, hevur keypt helvtina av enska Premier League­felagnum, West Ham. Til í 2008 taldist Sullivan millum teirra, ið áttu eitt annað felag, Birmingham, men hann hevur ongantíð dult, at hugur hansara stóð til West Ham. – Mær dámdi væl at stjórna Birmingham í gott og væl 16 ár, men øll vistu, at hjarta mítt lá í West Ham, sigur David Sullivan, ið longu hevur tikið ein av hinum fyrrverandi eigarunum í Birmingham, David Gold, við sær upp í nýggju nevndina í West Ham. Svøríki, sum er komið í bólk saman við Týsk lan d i, Póllandi og Slo ve n ia, hevur einki heiðurs merki vunnið síða ni EM­gullið 2002 Svøríki var eitt hond bólts stórv­ eldi í 90­unum, men síðani EM­gullið á heimavølli í 2002, hava svenskarar einki heiður s merki vunnið. Stóra legend an, Staffan Olsson, er sam an við Ola Lindgren vorðin venj ari hjá Svøríki, og teir hava nógv at læra frá sær. Tað verður tað eisini tørvur á, tí Svøríki er komin í bólk sam an við Týsklandi, Póllandi og Slovenia. Millum berandi spæl ar nar hjá Svøríki eru Jo han Olof Ask, Jonas Källman, Os car Carlén og Kim Anders son. Týskland vann HM á heima vølli í 2007, men hevur síðani skuff að sína stóru við halds fjøld. Venjaralegendan við tí stóra yvirskegginum, Heiner Brand er framvegis venjari hjá Týsk­ landi. Mett verður, at spælar ar sum Johannes Bitter, Hol ger Glandorf, Michael Kraus og Oliver Roggisch verða avgerandi í royndunum hjá Týsklandi at vinna seg á heið ur s­ pallin aftaná. Bent Nye gaard metir hendan inn leið an di bólkin at verða tann mest jav na bólkin á pappírinum. Í bólki D eru olympisku meist ar nir og heimsmeistarnir úr Fraklandi saman við Spania, Un garn og Kekkia. Sunnu dag in vann Frakland heili 35­25 á Íslandi í finaluni í einari ven j ing arkapping í París. 30 ára gamli, Daniel Narcisse er tað sama fyri hondbóltin í Frak landi, sum Zidane varð fyri fót bólt in. Oddsini uppá, at Frak land vinnur EM, eru heilt niðri á 2,5, og ikki uttan orsøk. Venj ar in, Claude Onesta hevur aftur eitt sterkt lið, sum kann fara allan vegin. Bent Nyegaard metir ikki, at Un garn og Kekkia eiga at hót ta Frakland og Spania. Svøríki saknar skreyt heris@sosialurin.fo Heri SImonsen