Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. januar 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 19. januar 2010 – Nr. 12 Stórt norður­ lendskt íkast í EM Í dag klokkan 17 byrj­ ar EM­endaspælið í mans hondbólti. Dan­ mark, Ísland, Noreg og Svøríki eru øll við í endaspælinum hesa­ ferð EM-endaspælið verður á hesum sinni í einari minni hond bóltstjóð. Eysturríki er meira kent fyri síni avrik á skíð- breytunum og á vetrar-OL, enn fyri síni avrik á hond bólts- vøllinum. Men alpubúgvarnir eru eitt systematiskt fólk, sum dug ir væl at reika fyri, og tí er lítil ivi um, at samskipanarliga er EM-endaspælið í góðum eystur ríkskum hondum. 16 lond fara at taka lut í EM- enda spælinum, og tey eru deild í fýra innleiðandi bólkar við fýra londum í hvørjum bólki. Trý tey bestu í hvørjum bólki vinna seg víðari til millum umfarið, har tey taka innan hýsis stigini við sær tí millum umfarið. Í millumumfarinum verða lið ini úr bólki A og B parað, og lið ini í bólki C og D verða pa rað. Sum sæst á leikskránni, sum er prentað her í blaðnum, so er talan um góðar klokku- tíðir í sjónvarpinum, sum ikki fara at órógva náttarsvøvnin. Til ber at hyggja eftir EM-dystum á danska TV2 og á TV2 Viasat Sport. Miðlarnir hjá Miðla húsi num, Sosialurin, Portalur in og Rás2 fara somu- leiðis allir at fylgja kappingini. heris@sosialurin.fo Heri SImonsen Nógvur norðurlendskur spenningur verður óivað á skránni í bólki B, har Danmark og Ísland skulu kappast sínamillum, umframt við Eysturríki og Serbia Bólkur B er uttan iva tann bólkurin, sum føroyskir hondbóltsfjepparar eru mest spentir uppá. Danmark og Ísland eru enn einaferð í bólki saman – hesa ferð saman við Eysturríki og Serbia. Á pappírinum eru Danmark og Ísland sterkari enn Eysturríki, sum er kent fyri sítt harða verjuspæl. Men Eysturríki hevur heimavøll, og tað gevur teimum ein eyka fyrimun. Hondbóltsserfrøðingarnir hjá danska TV2, Bent Nyegaard og Nikolaj Jakobsen, meta Serbia at verða eitt rættiliga óútrokniligt lið, sum á einum góðum degi kann koppa øllum liðum, men sum skjótt fellur saman í mótgongd. Íslendska liðið, sum vann søguligt OL-silvur í Beijing í 2008, vann seg ikki í HM-endaspælið í 2009, og tað vilja íslendingar gjarna hevna á vøllinum. Supermaðurin, Òlafur Stefánsson er vorðin 36 ára gamal, men hevur enn risastóran týdning fyri liðið. Men á liðnum eru aðrir sterkir altjóða profilar, so sum Logi Geirsson, Snorri Steinn Guðjónsson, Robert Gunnarsson og Guðjón Valur Sigurðsson. Danmark er komið til Eysturríkis at verja sítt EM-heitið, og hevur EM verið ein eydnusom kapping hjá dønum í hesari øldini. Bæði í 2002, 2004 og í 2006 vann Danmark bronsu, og í 2008 gjørdist tað so loksins gull. Liðið fekk tó ein lítlan niðurtúr til OL-endaspælið í Beijing, tá liðið endaði á einum sjeynda plássi. Danmark endaði, sum nummar fýra við HM-endaspælið í 2009. Bent Nyegaard trýr, at Danmark kann fara allan vegin og vinna eina EM-finalu ímóti Fraklandi. Hondbóltsserfrøðingurin hjá Miðlahúsinum, Svein Rógvi Nielsen trýr heldur, at tað verður ein finala millum Danmark og Frakland, sum Frakland fer at vinna. Liðið hevur nógvar framúr altjóða spælarar, so sum Kasper Hvidt, Lars Christiansen, Mikkel Hansen, Michael V. Knudsen og Lars Jørgensen. Stórir forvæntningar til danska liðið, og ikki uttan grund. Leygarkvøldið klokkan 19.15 verður dysturin millum Danmark og Ísland vístur á TV2. Ein dystur, sum mangur her á landi fer at hyggja eftir. Angola og Algeria víðari Bæði vertirnir úr Angola og HM-klára Algeria eru komin víðari til fjórðingsfinalurnar í African Nations Cup, eftir at liðini spældu ein málleysan javnleik sínamillum. Malawi, sum í setanardystinum skelkaði øll við at vinna 3-0 á Algeria, tapti 1-3 fyri Mali, og tí eru bæði liðini útsligin hesa ferð, hóast tey hvørt í sínum lagi hava gjørt vart við seg í kappingini. Andras Gango gevst í ÍF Andras Gango, sum hevur vart málið hjá ÍF síðstu árini, verður ikki at síggja í málinum hjá ÍF hetta kappingarárið. Formaðurin í ÍF, Ólavur Larsen, váttar fyri Dimmalætting, at Gango ikki ynskir at umboða ÍF framyvir. Sostatt er ÍF næsta felag í Eysturoynni, sum má biðja málverja sínum farvæl, tí síðsta vikuskifti kom fram, at Meinhardt Joensen skiftir frá NSÍ til B36. heris@sosialurin.fo Heri SImonsen Danmark og Ísland byrja í sama bólki Íslendski landsliðs mál­ verjin, Björgvin Páll Gústavs son, skal royna at verja málið ímóti mill um annað donsku skjútt unum, sum eru í innleiðandi bólki saman við íslendingum Mynd: AFP/Scanpix Innleiðandi EM-skráin Bólkur A 19/01 Russland-Ukraina 17.10 19/01 Kroatia-Noreg 19.10 21/01 Ukraina-Kroatia 17.10 21/01 Noreg-Russland 19.10 23/01 Kroatia-Russland 17.10 23/01 Noreg-Ukraina 19.10 Bólkur B 19/01 Danmark-Eysturríki 17.00 19/01 Ísland-Serbia 19.15 21/01 Eysturríki-Ísland 17.00 21/01 Serbia-Danmark 19.15 23/01 Eysturríki-Serbia 17.00 23/01 Danmark-Ísland 19.15 Bólkur C 19/01 Týskland-Pólland 17.30 19/01 Svøríki-Slovenia 19.30 20/01 Slovenia-Týskland 17.30 20/01 Pólland-Svøríki 19.30 22/01 Týskland-Svøríki 17.15 22/01 Pólland-Slovenia 19.15 Bólkur D 19/01 Spania-Kekkia 17.15 19/01 Frakland-Ungarn 19.15 20/01 Kekkia-Frakland 17.15 20/01 Ungarn-Spania 19.15 22/01 Frakland-Spania 17.15 22/01 Ungarn-Kekkia 19.15