Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-19, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. januar 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 19. januar 2010 Í annaðkvøld klokkan 19 møt ast kvinnuliðini hjá Drát ti og Fleyr hálvfinalu í steypakappingini í ítróttar høllini á Eiði. Lið ini hava vunnið hvør sína av smærru steypa kapp ing­ unum, og nú stendur eitt pláss í stóru steypafinaluni 20. februar upp á spæl Tá Dráttur sunnudagin vann 3-1 á Fleyr í finaluni í Føroya Banka-kapp- ing ini, sum Mjølnir var vertur fyri, merkti tað samstundis, at neyðugt verð ur við hálvfinalu, áðrenn sigast kann, hvør skal í steypafinaluna hjá kvinn um at spæla ímóti SÍ, sum longu fyri tveimum mánaðum síðani tryggjaði sær annað finalu- pláss ið, tí liðið var á odda í lands- kapp ingin eftir fyrsta spælda trið- ing in. Fleyr hevði annars komið bein- leið is í steypafinaluna, um tað hevði ver ið Fleyr, sum vann sunnudagin, tí Fleyr tíðliga í heyst vann FK- kapp- ing ina. Men av tí at Fleyr tapti, eru Fleyr og Dráttur púra javntstillað, áðr enn altavgerandi hálvfinalan í steypa kappingini hjá kvinnum í annað kvøld klokkan 19 verður spæld í ítróttarhøllini á Eiði. Í finaludystinum sunnudagin hevði Dráttur munin tað mesta av dysti num og vann fult uppiborið. Í fyrs ta setti, sum Fleyr vann, var tað Drátt ur, ið førdi meginpartin av tíð- ini. Næstu tvey settini vóru rættiliga jøvn, meðan Dráttur trygt streyk av stað við triðja setti og sigrinum. Fleyr havt munin Undan finaluni í Føroya Banka- kapp ing ini, sum varð spæld í Bad- min ton høllini í Klaksvík, var Fleyr av teim um flestu roknað sum favoritt- ur, men tað helt bara ikki, tá dysturin fór í gongd. Nú fæst so at síggja, um øðrvísi verður í annaðkvøld. Tvær ferðir hava liðini spælt ímóti hvør jum øðrum í Eik-liguni í vetur, og báðar ferðir hevur Fleyr vunnið. Fyr ru ferðina máttu fimm sett til, áðr enn Fleyr á heimavølli fekk sín 3-2 sigur til høldar, og seinnu ferðina vann Fleyr ein rímiliga tryggan 3-1 sig ur. Í Eik-liguni er Fleyr í løtuni numm- ar fýra við 12 stigum fyri 10 dystir, með an Dráttur er á fimta plássi við 10 stigum fyri 11 dystir. Her hevur Fleyr sostatt munin í løtuni, men hen da støða hevur bara einki at siga, nú ein altavgerandi hálvfinala skal spælast. Tá snýr tað seg snøgt sagt um, hvat av liðunum er betri her og nú. Eydnast tað Drátti at fara allan veg in og vinna, verður Vágoyggin bet ur umboðað í steypafinalunum enn nakrantíð, tí frammanundan er greitt, at SÍ hevur spælt seg í steypafinaluna hjá bæði kvinnum Hóast hvørki toftakvinnur ella tvøramenn endaðu mill um tey bestu í Føroya Banka­ kappingini um viku­ skiftið, vístu tey bæði 1. deild ar liðini góðar taktir, nú tey sluppu at kappast við tey, sum spæla eina deild hægri Sum tað onkuntíð hevur verið seinnu árini, vóru tvey 1. deildarlið »flutt upp«, nú onnur av smærru steypakappingunum var um vikuskiftið. B68, sum er á odda í 1. deild hjá kvinnum, og TB, sum er við í oddanum í 1. deild hjá monnum, spældu ímóti liðunum í Eik-liguni í Føroya Banka-kappingini, sum Mjølnir skipaði fyri. Hóast tað helst er ein stórur biti at spæla fleiri dystir á rað ímóti liðum, ið mugu metast at vera væl betur fyri, stóðu bæði B68 og TB seg so mikið væl, at tað ikki er ilt at síggja fyri sær, at tey skjótt kunnu vera at síggja í Eik-liguni. B68 tapti teir báðar fyrstu dystirnar 0-2. Í tí fyrra, sum var ímóti TB, var talan um reinan avsmurning, men í næsta dystinum, sum var ímóti Fleyr, ið seinni kom í finaluna, kom B68 upp á 15 í fyrra settinum og 20 í seinna. Í triðja dystinum spældi B68 ímóti KÍF, sum er botnlið í Eik-liguni, og tá bragdaði hjá toftakvinnum, sum vunnu greiðan 2-0 sigur við settúrslitunum 25-9 og 25-13. Heldur støðan sær í báðum deildum, sum hon sær út nú, verða tað júst B68 og KÍF, ið skulu spæla ímóti hvørjum øðrum um upp- og niðurflyting, tá landskappingin annars er av. KÍF hevur einki stig í Eik-liguni og er fýra stig aftan fyri næstaftasta liðið, sum er ÍF, meðan B68 í 1. deild er fýra stig framman fyri nummar tvey eftir sjey umfør. TB er væl á veg Menninir hjá TB eru í síni landskapping á triðja plássi, tvey stig aftan fyri nummar eitt, men vóru annars einsamalt oddalið í 1. deild fleiri tey fyrstu umførini. Nú teir sluppu at royna seg ímóti liðunum í Eik-liguni, stóðu teir seg heilt væl, hóast tað ikki eydnaðist teimum at vinna nakað sett og tíansheldur nakran dyst. Talan var tó um framgongd í hvørjum dysti, og tað tóktist, sum arbeiddu teir við at venja seg við hægri ferð á spælinum og størri mótstøðu, enn teir annars eru vanir við. Serliga vístu teir hjá TB dygdir í seinasta dystinum, sum var ímóti ÍF, ið er niðast í Eik-liguni. Seinna settið í tí dystinum var ikki liðugt, fyrr enn ÍF hevði vunnið tað 33-31! TB, sum í mong ár hevur staðið seg væl í fremstu røð hjá kvinnum, sær tí út til at vera væl á veg hjá monnunum eisini. Tað man ikki minst kennast hugaligt hjá teimum í Suðuroynni, har tað seinnu árini er blivið longri og longri millum liðini, ið megna at kappast við hini í fremstu røð. B68 og TB banka uppá einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Tá Dráttur og Fleyr sunnudagin spældu finaluna í Føroya Banka-kappingini, hevði Dráttur munin, men í annaðkvøld møtast liðini aftur, og tá kemur vinnarin í steypafinaluna hjá kvinnunum, har mótstøðuliðið verður SÍ Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Hálvfinalan í annaðkvøld