Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. januar 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 12 - 19. januar 2010 Kendi listamaðurin, Hans Jákup Glerfoss, andaðist sunnudagin á sjúkrahúsi í Hjørring, bert 72 ára gamal. Hann og konan, Dagmar, hava verið búsitandi í Hirtshals, í Norður Jyllandi, seinastu uml. 15 árini, har Hans Jákup, við sínum serstaka stíli, var vorðin ein býar­ mynd. Møtti tú honum á gongu­ gøtuni, inni í Aldi ella eftir møti, so segði hann altið: “Góði vinur mín!” Hesi orðini vildu verið passandi áskrift á einum minnis­ steini eftir Hans Jákup. Hann ynskti ikki at hava stríð við nakran, men hann ynskti at vera ein vinur, og hann sá síni med­ menniskju sum vinir. Fjølbroytti listamaðurin Tað mesta av sínum lívi hevur hann málað, teknað og yrkt. Mangar eru stovurnar, bæði heima og burturi, sum eru prýdd­ ar við hansara vøkru málningum, sum ofta avmynda fjøll og fólk í Norðoyggjum. Ikki so løgið, tí har vaks hann upp. Føddur í Mikladali fyri sjeyti og tveimum árum síðani, men lagnan vildi tað so, at Kallsoyggin gjørdist ikki hansara barndómsoygg, men Kunoyarbygd. Systkini vóru tøtt og tí var tað náttúrligt, at hann fór til ommuna og abban í Kunoy at vera, bert 8 mánaðar gamal. Hann kom ikki aftur at búgva í Mikladali. Tað varð í Kunoy, at hansara listarligu gávur mentust. Hans Jákup hevði eina andaliga uppliving, sum ungur drongur, eitt kvøldið í túninum í Kunoy, hevur hann sjálvur greitt frá. Hansara andaliga heim gjørdist KFUM í Klaksvík, har hann skjótt gjørdist ein av berandi monnunum aftanfyri streingjakór­ ið. Hann var ikki einans lista­ maður við pensli og palett, men eisini við penninum. Hann skriv­ aði bæði yrkingar og sangir, har ímillum fleiri andaligar sangir. Ein tann best kendi er sangurin: “Eg visti um Jesus og hansara leið.” Tað munnu vera mong, sum, tá tey hoyra sangkórið í KFUM í Klaksvík syngja henda vakra og innihaldsríka sangin, skrúva upp fyri ljóðinum á útvarpstólinum, og njóta vakra lagið og innihaldsríka boðskap­ in. Dagmar og Hans Jákup valdu fyri átta árum síðani at festa búgv í lítla og friðarliga fiskimanna­ býnum, Hirtshals. Her dámdu teimum væl og fullu væl til. Tey komu til møtini í samkomuni á Malta, har hann hevur sett eina friðfulla farleið eftir seg. Palettin Hans Jákup hevur kroyst mangan litin niður á palettina, og hann hevur strokið mangan pensulin eftir palettini, og hann man hava slitið nógvar palettir til samans, síðani hann sum 27 ára gamal gjørdist listamaður burturav. Eins og palettin hevur nógvar litir, so var lívið hjá listamálaranum, úr Norðoyggjunum, ein palett við nógvum litum, bæði bjørtum og døprum. Men nú er palettin løgd fyri seinastu ferð og ymisku litir­ nir eru gingnir upp í eina full­ komna eind – tann fullkomni málningurin. Jarðarferðin verður úr Malta í Hirtshals, mikudagin 20. januar, kl.13.00 Tey, sum ynskja at minn­ ast Hans Jákup við blómum ella kransum kunnu lata Malta eina gávu, sum hevur konto í Norðoya Sparikassa. Kistan kemur á Malta mikumorgunin kl.10.00 Vit lýsa frið yvir minni eftir listamálaran, Hans Jákup Gler­ foss. Poul Jóhan Djurhuus gjaranes@olivant.fo Listamálari lagt palettina 60 ára føðingardagur Leygardagin 23. jan. fyllir Tummas Lauritsen seksti. Dagurin verður hildin við hús á Tvørgarði 31 í Miðvági frá kl. 18. Vælkomin. 70 ára føðingardagur 19. januar verður Finn í Puntabyrgi, Tórshavn, 70 ár. Dagurin verður hildin saman við teimum nærmastu. Diamantbrúdleyp 28. jan. kunnu hjúnini Diana og Alfred Klein, Fuglafirði, halda diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Leirvík leygardagin 30. jan., kl. 16, har øll eru vælkomin. Fólk verða biðin um at siga frá í seinasta lagi 23. jan. á tlf. 444092. Diamantbrúdleyp Fríggjadagin 26. feb. hava hjúnini Heinina og Sigurd Gaard Hansen diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin tann 27. feb. kl. 17 í Royndarhúsinum í Nólsoy. Tey, sum vilja gleðast saman við okkum, verða biðin um at siga frá á tlf. 327145 ella 527145 innan 7. feb. Silvurbrúdleyp Týsdagin 2. feb. hava Jóhan Petur S. og Lis Olsen silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í kafeteria í Kelduni í Skálafirði týskvøldið 2. feb. frá kl.18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 16. jan. giftust Birita Petersen og Bjarni Hansen, Nólsoy. Brúdleyp Leygardagin 23. jan. kl. 15 giftast í Hoyvíkar Kirkju Tóra Simonsen, Saltangará, og Herbert í Lon Jacobsen, Hoyvík. Vælkomst verður heima við hús frá kl. 19, har øll eru hjartaliga vælkomin. Merkisdagar Í dag, 19. januar, fyllir Finn í Puntabyrgi í Havn 70 ár. Finn, sum er ættaður av Tvøroyri, er upprunaliga skipstimburmaður. Aftaná lokna útbúgving í Danmark, stovnaði hann í sjeytiárunum egið byggivirkið innan jørð og betong, sum hann hevði í eini 10 ár. Tá hann gavst við byggivirkinum fór hann í starv í Tórshavnar Komm­ unu, har hann var arbeiðs­ formaður í 10 ár, til hann gavst har í 1999. Í 1962 giftist Finn við Dianu, f. Jacobsen, av Sela­ trað. Tey eiga børnini Ann, sum býr í Runavík, Margee, sum býr í Klaksvík og Tór­ ur, sum býr í Havn. Diana í Puntabyrgi hevur havt sítt lívsstarv innan Felagið Javna, har hon var virkin frá 1972 til 2003, annaðhvørt sum stuðul, for­ kvinna, nevndarlimur og blaðstjóri á blaðnum hjá Javna. Finn hevur øll árini verið henni ein góður stuðul, og saman hava tey gjørt eitt stórt arbeiði fyri tey menn­ ingartarnaðu í Føroyum. Eftir at hava búð við Grót­ húsvegin í Hoyvík í mong ár, keyptu Diana og Finn sær fyri nøkrum árum síðan eina íbúð í Blómubrekku í Havn. Føðingardagurin verður hildin saman við teimum nærmastu. -red Finn í Puntabyrgi 70 ár Diana og Finn í Pyrgi nøvn