týsdagur 19. januar 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 12 - 19. januar 2010
15
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Mary Margreth Jacobsen, vanliga nevnd Pat,
gift við Klæmint Jacobsen, Tórshavn, andaðist í
Newcastle Upon Tyne, sunnudagin, 90 ára gomul.
Reynhold Nielsen, Tvøroyri, andaðist á Ríkis
sjúkrahúsinum, mánadagin, 62 ára gamal. Bønarhald
verður í Kristnastovu, Birmavej 36, Amager, týs
dagin kl. 14. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni.
Listamaðurin Hans Jacob Glerfoss, búsitandi í
Hirtshals, andaðist sunnudagin á Hjørring sjúkra
húsi, 72 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Malta í
Hirtshals, mikudagin kl. 13. Tey ið ynskja at minnast
Hans Jacob, kunnu lata Malta í Hirtshals eina
peningagávu, konto í føroysku peningastovnunum.
Fríðgerð Joensen fer til gravar úr Svínoyar kirkju
týsdagin kl. 12. Tey, ið vilja minnast Frígerð, kunnu
lata Svínoyar kirkju eina peningagávu, konto í
Noroya Sparikassa. Í sambandi við jarðarferðina
siglir Silja Star úr Hvannasundi klokkan 10.30 og
inn aftur kl. 15.00. Súlan siglir sum vanligt.
Gretha Elsøe Dam á Argjum andaðist á Lágargarði
fríggjadagin, 88 ára gomul. Kistan fer av Lágargarði
týskvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður úr Kirjugarðs
kapellinum mikudagin kl. 13. Tey, íð vilja minnast
Grethu, kunnu lata Handarustovu á Lágagarði eina
peningagávu. Konta í peningastovnunum.
Johannes Dahl Hovgaard, vanliga nevndur
Johannes hjá Hassa, ættaður úr Vági, búsitandi í
Haderslev, andaðist hósdagin, 62 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Åstrup Kirke, Åstrup Allé
21 í Haderslev fríggjadagin kl. 11.
Andlát og jarðarferðir
Vit kunngera fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri
maður, pápi, svigarpápi, abbi og langabbi okkara
Hans Jákup Glerfoss
búsitandi í Hirtshals
andaðist á sjúkrahúsinum í Hjørring,
sunnudagin 17. januar, 72 ára gamal.
Jarðarferðin verður frá Malta í Hirtshals,
mikudagin kl. 13.00.
Vegna familjuna
Dagmar
Tey, sum ynskja at minnast Hans Jákup,
kunnu lata eina gávu til Malta, konto í Norðoya Sparikassa.
Dagurin
19. januar. Pontianus. Úr Spoleto í Italia. Doyði
umleið ár 160 fyri trúgv sína. Gamli Knútur hertogi er
eftir julianska kalendaranum sami sum nevndur er 7.
januar. Kyndilsmessuknútur sipar til gamlar danskar
veðurspádómar á hesum degi. Í Føroyum varð sagt:
Sum veðrið er kyndilsmessuknút skal tað vera kyndils
messu út.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Meðan kavin lá hvítur um
alt landið og jólatónleikur
ljómaði víða um, bleiv Anja
eftir stutta sjúkralegu tikin
burtur einans 33 ára gomul,
og Tollaksmessudag varð
hon av stórari mannfjøld
fylgd seinasta teinin her á
fold.
Anja var dóttir Malenu
og Steinbjørn í Lambanum
í Fuglafirði, hon var elst
og átti ein beiggja, Sandy,
sum er 6 ár yngri.
Harrin Gud hevur mynd
að okkum øll, vit eru øll
serstøk, hava øll okkara ser
eyðkenni og persónsmensk
ur. Tó kunna vit siga um
Anju, at hon var framúr ser
støk, hon var sum eingin
annar.
Longu sum heilt lítil
gjørdist Anja sjúk, hetta
fekk hana tó ikki at halda
seg aftur. Hon livdi og virk
aði og vaks upp, og var til
gleði í heimi sínum.
Tá ið Anja var liðug við
barnaskúlan, fór hon á húsar
haldsskúla í Klaksvík, síð
ani hevur hon gjørt ymist,
hon hevur verið á skúla í
Noregi, arbeitt millum eldri
og passað børn. Nú hon and
aðist, arbeiddi hon á verk
staðnum Vón á Argjum.
Sum sagt var Anja nakað
serligt, hon var sín egna
Anja. Hon var so sera barn
góð og dámdi so væl at
vera um børn. Henni untist
eisini at fáa eina lítla dótt
ur Svænhild Malenu, sum
bert livdi fáar tímar. Hetta
at Anja fekk eitt barn og
gjørdist mamma fylti sera
nógv í hennara lívi, og hon
tosaði mangan um lítlu
Svænhild Malenu.
Anja var so livandi, hon
fylti nógv, har sum hon var,
hennara smittandi látur, og
hennara máti at siga tingini
uppá vóru eisini hennara
egnu. Vit, sum kendu Anju
væl, vistu hvussu spontan,
líkatil og impulsiv hon var,
vit upplivdu hana glaða og
spenta og so livandi.
Flestu, sum hava møtt
Anju og fingið eitt prát við
hana, minnast hana. Hon
var ikki smæðin, hon
himpraðist ikki við at heilsa
uppá og hava onkra positiva
viðmerking, líkamikið við
hvønn tað skuldi vera.
Hennara lívstílur var ikki
at fjeppast uppi í teimum,
sum vit kalla tey vælbjarg
aðu í samfelagnum, tvørtur
ímóti, Anja var ikki avmark
að í so máta, hon fevndi um
alla breiddina, hon háls
fevndi øll, frá tí hægsta til
tann lægsta. Hon gjørdi ikki
mun á fólki, í hennara verð
vóru øll líka, hon var bara,
sum hon var, óhátíðarlig
beint fram og ektað.
Serligan tokka hevði
Anja til eldri fólk, henni
dámdi so væl at vitja og
tosa við tey gomlu, hon
var so hjartalig og sýndi
teimum serligan áhuga, og
henni dámdi at gleða tey.
Vit lesa um Sakeus í
Bíbliuni, maðurin sum var
so lítil av vøkstri, at hann
kleiv uppí eitt træ fyri at
síggja, tá Jesus kom til
býin. Anja var heldur ikki
stór av vøkstri. Hon kleiv
eisini uppí træið, og frá
trænum sá hon verðina,
hon sá allar vinklar av fjøl
broytni lívsins, hon fekk
eyga á Jesus og fylgdi Hon
um. Hon fekk eisini eyga á
so mong onnur fyribrigdi,
og hon fylgdi við, har lív
ið gekk fyri seg.
Hon var ein litríkur per
sónur bæði so og so, henni
dámdi væl vakrar sterkar
litir, henni dámdi væl stás
og glitur, og hon smæddi
seg ikki burtur, har hon
ferðaðist.
Anja luttók, har hon
kom framat, ringdi til
útvarpið, sendi heilsur og
valdi løg. Tosaði við fólk
og var kend um alt landið.
Hon var gávumild og stóð
sjálv mangan eftir við ong
um. Anja fevndi so víða.
Kensluborin, sum hon
var, gleddist hon við teim
glaðu, og græt við teim
syrgjandi. Henni dámdi
sera væl at syngja, og fáur
man hava sungið í so mong
um ymsum kórum sum
hon, seinast hon sang var í
Vesturkirkjuni nú til jóla.
Nú Anja sløknaði, ar
beiddi hon á Verkstaðnum
Vón, har dámdi henni frá
líka væl, og tey á verkstað
num vóru góð við hana.
Sum vanligt til jóla skuldu
tey geva starvsfólkunum
jólagávur, men onkur helt tá
fyri, at “Anja kann ikki fáa
konfekteskju, sum hini, hon
hevur sukursjúku. Skjótt
blivu tey samd um, at Anja
skuldi fáa ein eingil, tí sum
tey søgdu: “Hon er ein eing
il” So sigandi og vakurt, nú
hon er vorðin ein eingil.
Anja búði á búðstovninum
Stoffalág 64 í Havn. Hóast
Anja ynskti sær egnan
bústað, so dámdi henni væl
har, og hevði hon altíð nógv
gott at bera starvsfólkunum
á heiminum, sum eisini vóru
sera góð við Anju. Barna
heimið í Fuglafirði, var tó
framvegis hennara. Tað var
her hon var elskað treytaleyst
og tikin ímóti við opnum
ørmum og kærleika. Tit
fylgdu við, hvussu hon hevði
tað, og tann umsorgan og
hjálp, ið tit veittu henni, var
fyrimyndarlig. Við virðing
hava vit sæð hvussu ómeta
liga væl, tit hava megnað at
verið nærverandi, tá Anja
hevði brúk fyri tykkum. Tað
var neyvan dagur, í øll tey ár
Anja hevur verið heimanífrá,
at mamman ikki ringdi og
fylgdi við hvussu støðan
var, og hetta dámdi Anju so
væl. Kom okkurt í vegin, og
Malena ikki var nóg skjót at
ringja, so kom ofta sms frá
Anju, sum ein lítil áminning.
Tit dugdu so væl at møta
henni, har hon var. Hon var
ein so stórur partur av
tykkum, og tað var hon
takksom fyri. Hon fylti so
nógv, og gjøgnum hesi
mongu ár hava tit verið til
reiðar fyri hana. Mangan
hevur staðið á hesuferð
megnaði Anja ikki at koma
fyri seg aftur, og tit merkja
tómrúmið og saknin.
Anja var so góð við øll,
og tí vóru øll so góð við
hana. Hon hevði so mangar
eginleikar og serligar gáv
ur, sum vit kunna læra av
og taka til okkum.
Nú hon er farin, saknað
vit hana og minnast við
takksemi hvussu kærleiks
fult hon fevndi okkum.
Góða Malena, Steinbjørn,
Sandy og Jana sum hava
mist tykkara dóttur, systur
og svigarinnu: vit hava sam
kenslu við tykkum, nú sorg
in nívir. Mátti Harrin troysta
tykkum í vitanini um, at
Anja er farin til ein betri
bústað, har eingin sorg,
sjúka ella pína er longur.
Gud hevur tikið eina av
Sínum vøkru blómum heim
til Sín. Hann sá hana, har
hon sat í mongdini klovin
upp í eitt træ. Hann sá hana,
sum Hann hevði myndað í
móðurlívi, og Hann elskaði
hana og vildi hava hana
heim til Sín – heim í Himm
alin, har rósan aldri følnar
og blóman aldri doyr.
Friður verið yvir minn
inum um kæru bróðurdóttr
ina, Anju.
Lillian
Minningarorð um
Anju í Lambanum í Fuglafirði
fødd 24. sept. 1976, deyð 20 des. 2009