týsdagur 19. januar 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 12 - 19. januar 2010
Stýrið fyri Kringvarp Føroya
Att: Rúni Heinesen,
formaður
Tíðindadeildin í Kring
varpinum fekk mikudagin
13. januar svar frá stýris
formanninum, Rúna Heine
sen. Í stuttum er svarið, at
stýrið havnar ynski okkara
um at fáa í lag ein fund við
stýrisformannin. Vit á
tíðindadeildini hava tó
framvegis ta fatan, at tað er
týdningarmikið, at vit fáa
greitt stýrinum frá okkara
síðu av sakini.
Rúni Heinesen vísir í
svarinum til tíðindadeildina
á, at málið um játtanina til
tíðindadeildina verður á
skrá á fyrstkomandi stýris
fundi. Tað fegnast vit sjálv
sagt um, men í kæruni til
stýrisformannin um stjór
an, Anniku Mittún Jacob
sen, staðfestir tíðindadeild
in, at stjórin hevur ikki
neyðugu førleikarnar at
meta um, hvussu tíðinda
deildin skal rekast á ein
fakliga forsvarligan hátt og
í samsvari við kringvarps
lógina og fjølmiðlaábyrgd
arlógina.
Skal stýrið fáa eina full
fíggjaða mynd av hesum
máli, mugu tit hoyra báðar
partar. Kjarnin í málinum
er sum kunnugt, at stjórin
heldur, at til ber at halda
fram við verandi fram
leiðslu fyri uppskotna
fíggjarkarmin, meðan vit
sum fakfólk staðiliga ávara
ímóti hesum, tí at úrslitið
verður fakliga og menni
skjansliga óforsvarligt.
Hoyra tit í stýrinum bert
stjóran, fáa tit bert innlit í
ta einu síðuna av málinum.
Vandi er fyri, at stýrið og
stjórin kunnu taka avgerðir,
ið eru illa grundaðar og
sum sostatt koma aftur um
aftur. Vit á tíðindadeildini
hava ilt við at skilja, at tit
ikki vilja taka ímóti slíkari
upplýsing.
Stýrið hevur sambært §5
í lógini um kringvarp yvir
skipaðu ábyrgdina av Kring
varpinum. Tað er okkara
metan, at stýrið kann bróta
sínar skyldur við ikki at
lurta eftir fakligu vitanini á
tíðindadeildini.
Tískil halda vit tað eina
sta rætta vera, at stýrisfor
maðurin kemur á fund við
tíðindadeildina í Kring
varpinum.
Rúni Heinesen vísir á í
svarinum til tíðindadeild
ina: “…at stýrisformaðurin
hevur fund við ávísar
starvsfólkabólkar uttan um
dagligu leiðsluna á stovn
inum, er ikki nøkur gongd
leið og ei heldur í tráð við
ásetingarnar í kringvarps
lógini.”
Til hetta er at siga, at
starvsfólkið á tíðindadeild
ini er ikki bara ein ávísur
starvsfólkabólkur. Starvs
fólkið á tíðindadeildini er
beinleiðis nevnt í lógini
um kringvarp. Tað er eitt
krav, at tað altíð eru tvær
tíðindaeindir á stovninum
og haraftrat eru journalist
iskir førleikar nevndir í
sambandi við starvssetanir
á tíðindadeildini. Hetta eru
júst somu førleikar og
sakkunnleiki, sum stjórin
nú velur at forkasta.
Í triðja lagi vísir Rúni
Heinesen á, at tað er ein
ósiður, at stýrisformaðurin
fer uttan um dagligu leiðsl
una. Starvsfólkið á tíðinda
deildini hevur verið á fundi
við Anniku Mittún Jacob
sen um hesi viðurskifti. Vit
hava greitt henni frá okk
ara sjónarmiðum, so vit
hava einki at goyma. Orða
skiftið kann verða skert,
um stjórin er til staðar,
men um tað er eitt krav, so
kunnu vit ganga við til, at
Annika Mittún Jacobsen er
til staðar á fundinum við
stýrisformannin.
Við hesum vilja vit heita
á stýrisformannin um at
umhugsa støðuna einaferð
enn.
Tíðindadeildin í
Kringvarpinum
Tað er neyðugt at koma á fund við tíðindadeildina
Í samband við tíðindini at
ísraelska stjórnin hevur
tikið avgerð um at gera múr
fram við egyptiska markin
um við havnarbýin Elat og
fram við markinum við
Gaza, fekk hetta teknaran
av »Aktuella horninum« at
gera eina antijødiska tekn
ing í Dimmalætting 12.
januar. Eg átali hesa tekning
og serstakliga tekstin til
tekningina, sum er ein
efturgjørd láturgering av
niðrandi tekstinum yvir eina
ta herviligastu av týningar
legum nazista, sum undir
seinna heimsbardaga drópu
6 milliónir jødar, av teimum
hálvonnur millión børn.
Tvær ferðir havi eg vitjað
Auschwitztýningarleguna í
Póllandi og kenni enn kulda
gjóstur fara gjøgnum mønu
og merg bert við hugsanina
um hesi stræti og hesar lonir
deyðans.
Láturgeran stríði Ísraels
ímóti yvirgangi
Ein slík tekning er eisini
láturgeran av stríði Ísraels
ímóti yvirgangi og sjálv
morðsbumbufólki, sum
islamistar royna at senda inn
um landamark Ísraels – ein
ans fyri at drepa tey, ið fyri
eru. Múrurin, sum ísraels
menn hava kent seg noyddar
at byggja, og nú fara at gera
við Reyðahavsstrond Elats
og við Gaza, er einans fyri at
verja sínar borgarar. Júst
hesin múrur, sum bygdur er
við Judea og Samaria, hevur
víst seg at vera ein sera
virkin forðan av yvirgangsat
sóknum inn í Ísrael.
Vildu drepa blaðteknaran
hjá danska blaðnum
»Jyllandsposten« við øks
Undirteksturin í tekningini,
at Ísrael við hesum múri
avbyrgir seg frá umheimin
um er leyst tos og hevur
einki við veruleikan av
gera. Ísrael avbyrgir seg frá
yvirgangsfólki og heila
vaskaðum islamistum, sum
teimum, ið rændu flogfør
ini í Amerika í 2001 og
rendu tey inn í høgu bygn
ingarnar í New York og
drópu 3000 sakleys fólk
við køldum blóði, og hvørs
drápslið reika kring heimin
at drepa so mong ósek sum
gjørligt, og sum herfyri
vildu drepa blaðteknaran
hjá danska blaðnum
»Jyllandsposten« við øks.
Ferðafólk kenna seg
tryggari í Ísrael enn øðr
um londum í miðeystri
Einki annað land er so opið
mótvegis útheiminum sum
Ísrael, sum hevur samvinnu
við øll heimsins lond. Ísrael
er helst heimsins fremsti
framleiðari og útflytari av
framkomnari tøkni til allan
heimin, umframt alt tað, ið
hevur við landbúnaðarfram
leiðslu og nógv annað at
gera. Fá onnur lond taka
árliga ímóti so nógvum
milliónum av ferðafólki sum
Ísrael, og vit ferðafólk kenna
okkum tryggari í Ísrael enn í
nøkrum øðrum landi í heimi
num, júst vegna átøk síni
móti yvirgangi.
Ísrael millum tey fyrstu
londini at senda hjálp til
Haiti
Sama dag, sum jarðskjálvt
in var í Haiti, sendi Ísrael
eitt úrvalslið av 200 bjarg
ingar og hjálparfólki við 64
av heimsins fremstu lækn
um, sjúkrarøktarfrøðingum
og serfrøðingum í bjarging
artøkni til hetta vanlukku
stadda landið. Hesi settu
eftir eini løtu upp eitt sjúkra
hús, ið kundi taka 500 særd
til viðgerðar. Samstundis
hevur Ísrael fluttin hópin av
mati og aðrar neyðsynjar
útgerð til Haiti. Mánadagin
frættist av Haiti, at ísraelska
hjálparliðið hendan dagin
hevði bjargað 8 lesandi úr
toftunum av einum niður
rapaðum skúla.
Ísraelskir tónleikarar í
heimsflokki í Norður
landahúsinum
Í seinastu viku vóru trý
tónleikafólk úr Ísrael og
framførdu tónleik ymsa
staðni kring landið. Eg var í
Norðurlandahúsinum og
lurtaði eftir hesum úrmæl
ingum. Ongantíð í lívi
mínum havi eg hoyrt so
vakurt framførdan klaver,
cello, og fióltónleik. Tað
var eins og eitt stórt orkest
ur, ið fylti Norðurlanda
húsið upp í tróðrið og út í
hvørja sprungu úti undir
vaðingini. Vit áhoyrarar
sótu sum negldir í gólvið og
bergtiknir inn at sálini.
Hesir jødisku tónleikaúr
mælingar vóru russiskir
jødar, ið vóru komnir til
Ísrael fyrst í 1990unum –
tríggir av eini heilari milli
ón av jødum, sum eru fluttir
úr fyrrverandi Sovjettsam
veldinum seinastu 20 árini
– og sum Ísrael hevur tikið
ímóti við opnum ørmum og
opnum landamørkum. Nei,
Ísrael avbyrgir seg ikki,
men er eitt fyrimyndarliga
opið land – einasta veruliga
opna landið í Miðeystri.
Um skemtiteknarin hjá
Dimmalætting bert hevði
havt sovið eina nátt í suður
ísraelska býnum Sderot, har
islamisku Hamasrekettirnar
hava regnað oman yvir býin
í mong ár til dagin í dag,
hevði hann neyvan teknað
hesa tekning.
Hann kann tekna niðrandi
tekningar um Ísrael, uttan at
tað fær avleiðingar fyri
hann ella húsfólk hansara,
men hevði hann teknað eina
líknandi tekning um pro
fetin Mohammed, veit allur
heimurin, hvørjar avleiðing
ar hetta hevði fingið.
Jødafíggindalig tekning í »aktuella
horninum« í Dimmalætting
Svenning av
Lofti
Hvør man ætlanin verða við farleið
ini um Nólsoyarfjørð? Skal tað vera
talan um eykaskip, ið verður tikið
úr sigling okkara, tá ið Sam,
Teistin, Smyril ella onnur skip hava
teknist brek ella skulu til sýn?
Nú Ternan verður sett í stand, er
vert at hava í huga at hetta er fyri
bilsloysn, ið SSL og landsstýris
maðurin seta í verk, soleiðis, at
Strandferðslan hevur eykaskip tøkt,
tá ið á stendur.
Tí er alneyðugt at arbeiða áfram
við nýggjum skipi at røkja farleið
ina um Nólsoyarfjørð. Skip, ið kann
tryggja sambandið og skumpa undir
at stig verða tikin, soleiðis at fólk
støðast og soleiðis at fólk flyta til
Nólsoyar. Tá krevst eisini at hugsað
verður um húsasølu og húsabygg
ing, men sambandið hevur sín av
gjørda týdning óansæð um bankar
veita trygd og lán at keypa/byggja
hús.
Lat okkum sláa rimmar fast (ella
fáa opið svar her og nú), at hetta at
seta Ternuna í stand, er ikki bert
fyri at nøkta tørvin um Nólsoyar
fjørð. Sjálvsagt er talan um, at
Strandferðslan fær sær loyvt eyka
skip, samstundis sum møguleiki er
at selja Ternuna, um onkur liggur
framvið men so stendur felagið
við ongum eykaskipið. Tað er
sjálvsagt, at hetta at seta Ternuna í
stand er røtt avgerð: Strandferðslan
má hava eykaskip at seta inn fyri
Sam og Teistan, og tað eykaskipið
skal ikki verða álitið um
Nólsoyarfjørð!
Hetta at flyta eina manning av
Teistanum umborð á Ternuna, er
ikki fyri at betra um farleiðina um
Nólsoyarfjørð men tað er betri at
seta manningina á hesa farleið, enn
at siga teir úr starvi. Hvør veit,
kanska finnur SSL eina "felags
manningarætlan"?
Sjálvsagt ynskja nólsoyingar at
fáa møguleikan at taka bilin við
sær, eins væl og møguleiki skal
vera at flyta farm og byggitilfar til
Nólsoyar. Tunga takið at flyta líkbil
og sjúk er sjálvsagt eisini avger
andi. Men taka vit orkuprát og
rusksavning, so er hetta eisini lutur,
ið kann og skal loysast, tá ið
nøktandi skip røkir farleiðina.
Alt í alt, er avgerandi, at farleiðin
er tryggjað við møguleikanum at
flyta lítlan, stóran og tungan farm
um fjørðin á hjólum. Hetta verður
avgerðin, ið saman við møguleik
anum at endurskoða ferðaætlanina,
verður grundarlagið fyri framhald
andi trivnaði í oynni.
Nólsoy hevur sítt romantiska og
bleyta umhvørvið at bjóða øllum
vitjandi. Men samstundis skal
Nólsoy eisini bjóða nólsoyingum
og tilflytarum møguleikar og
avbjóðingar, ið hóska tíðini til. Eitt
er at ganga við trillibøru í bygdini,
men tað skal eisini verða møguleiki
at taka bil til bygdina.. Nú er "bert"
eftir at fáa skil á hvar bilarnir skulu
verða, so bygdasliga, romantiska og
barnavinaliga umhvørvið verður
skatt minst møguligt.
Lat hesa áheitan verða opna og
beinleiðis til landstýrismannin:
Bygg skip til farleiðina um Nóls
oyarfjørð, soleiðis at vit menna
skipabygging, knowhow, og møgu
leikan at byggja á kunnleikan
føroyskir veitara hava ment sær í
mong ár.
Lat eisini hesa áheitan verða á
landsins kosnu kvinnur og menn:
Bygg skip til farleiðina um Nóls
oyarfjør, soleiðis at tit seta tykkara
fingramerki á framburð, vitan og
menning Føroyum at frama! At
seta verkætlan í gongd á 2x20 mió.
er neyðugt fyri at tryggja fram
gongd í skipabygging og at tryggja
nøkrum arbeiðsplássum.
Góðu fólkavaldu! Stuðli fram
burði og trivnaði í Nólsoy: Stuðli
verkætlanini at byggja skip at røkja
farleiðina um Nólsoyarfjørð!
Við ynskjum um dagførda og
trygga farleið.
Ternan:
Fyribilsloysn til Nólsoyar og
eykaskip til aðrar leiðir?
Jákup av
Skarði
viðmerkingar