týsdagur 19. januar 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 12 - 19. januar 2010
13
E
r tað listarlig fáfongd ella
hevndarhugur, sum fær
leiðaran á tjóðsavni okkara,
Listaskálanum, at mæla til at
beina fyri bingjuni »Bládýpi«?
Máti sum listarligt innlit
Helgi Fossadal
listasavnsleiðari leggur fyri
dagin. At samanbera bingjuna
hjá Tróndi Patursson við
vanligar bingjur. Hvat hugsar
maðurin fyri sær. Mítt git er, at
hann hugsar slett ikki.
Hatta er eitt megnar listar
verk, og tað er ein fantastisk
uppliving at vera har inni.
Kanska hann skuldi roynt tað.
Eg havi brúkt bingjuna á
einum føroyskum felagsbási á
altjóða fiskivinnu framsýning
ini European Seafood Exhibi
tion, sum hevur verið í Brussel
á hvørjum ári síðan first í
hálvfemsinum.
Hetta hevði leingi verið eitt
ynski frá mær, meðan eg starv
aðist á Faroe Seafood, men
Kjartan Kristiansen, sum tá
umsat Menningargrunnin, helt,
at tað var ov stórsligið og dýrt
at lata eina einkulta fyritøku
fara avstað við. Hann vildi hava
hana á ein føroyskan felagsbás.
Tá eg so fór fór frá Faroe
Seafood og stovnaði Petur &
Petur saman við Petur Slyne,
fingu vit basin hjá menning
arstovuni at gera. Nú var leyst
og liðugt at gera básin við
bingjuni hjá Tróndi.
Armgarð Weihe, sum ar
beiddi hjá okkum, var høvuðs
designari, og vit nýttu motivir
innan úr bingjuni til básprýði
og gjørdu, eftir mínum tykki,
flottasta bás Føroyar nakrantíð
hava havt.
Øll sum komu inn í bingjuna
vóru næstan ikki til at fáa út
aftur. Og øll (uttan kanska
onkrir heimføðisligir føroying
ar) hildu hana vera fantastiska.
Og so studentarnir, hesi ungu
snedigu persónarnir, sum verða
róptir tannáringar, men helst
vilja verða rópt teenagarar ella
bara ung, og sum halda at
størsta hóttafallið vera foreldur
og tað at verða kallaði fyri
tannáringar og so sjálvandi at
blíva 20.
Tá stóð hon enntá inni og
fekk tí ikki ordiligt ljós, sjálvt
um vit brúktu fleiri túsund watt
av ljósi. Í dagslýsi er ljósspælið
eisini við til at gera uppliving
ina enn meira fantastiska.
Stjórar í multinationalum
fyritøkum stóðu har inni og
samdust um at keypa sær wiskey
og drekka sær kenning ella
drekka seg skít har inni fyri at
vita, hvussu TAÐ mundi vera.
Allir samdir um, at hetta var ein
av teirra allarstørstu, um ikki
størstu, listarligu upplivingum.
Tróndur fortaldi mær eina
lítla fitta søgu í smb. við tá
drotning Margrethe skuldi
koma at síggja bingjuna á fram
sýningini, hon varð gjørt til.
Hoffmarshallurin kom sjálv
andi at skoða verkið áðrenn
hennara háting skuldi vitja. Tá
hann verður varðugur við, at
spegil er í gólvinum eins og
loftinum, sigur hann, at teppi
má leggjast á gólvið, helst
reyður leypari, annars sást upp
undir skjúrtið á drotningini.
Tróndur royndi eftir førimuni
at greiða hesum garpi frá, at um
teppi varð lagt á gólvið, so fór
virkningurin við endaleysu
endurspeglingunum burtur. Ja
ja tað dugdi hann gott at síggja.
Tróndur helt fyri, at um
drotningin fór í buksir, so var
tann trupulleikin av vegnum.
Men tað gekk slett ikki. Drotn
ingin gongur ikki í brókum.
Havi annars sæð myndir av
henni í skíðbuksum, ríðibuks
um og grønlendskum tjóðar
búna, sum sum kunnugt eisini
hava brøkur.
Til endans varð avrátt, at bert
Tróndur skuldi fara inn við
henni og royna eftir bestu evn
um ikki at hyggja uppundir hjá
drotningini.
Tróndur er altso alment ein
asti maður, burtursæð frá
Henrikki, sum hevur sæð upp
undir hjá drotning Margrethu.
Vorðið sum bingja.
Meðan við eru við evninum,
sum er uppi millum skjúrtini
hjá kvinnum, so kunnu vit líka
gott fara á eitt síðusporð og
trekkja ein parallel.
Ikki er tað altíð so øgiliga
pent at síggja til, og var tað
skoðað leyst frá samanhang
inum, so hevði kanska onkur
blivið bangin og ræstst. Men er
man fyrst komin innum, ha?
Bingjan er kanska ikki so
ólukksáliga vøkur at sjá tikin úr
samanhanginum, og man ikki
veit hvat hon er fyri ein, kloss
að upp á parkeringsplássinum
framman fyri listaskálan. Men
far inn, so skalt tú síggja.
Nei, gerið ein ordiligan pall
uttan fyri Listaskálan, sum
passar til bingjuna. So hon
ordiliga kann koma til sín rætt.
Eg kann gott tekna tykkum
eitt uppskot ókeypis.
Bingjan hjá Tróndi
Patursson er sku ikki
nøkur vanlig bingja
Tíðargreinin
tíðargreinin
Petur Morh Reinert
H
endan myndin av Tróndi
og Borgný Patursson, sum
saman við Margrethu drotning
eru avmyndað framman fyri ta
umdiskuteraðu bingjuna, er
tikin í 1996 á Container 96
framsýningini, sum »Bládýpið«
hjá Tróndi Patursson uppruna
liga varð gjørd til. Á hesi fram
sýning vóru nógv listafólk úr
ymiskum londum biðin um at
prýða og listarliga viðgera eina
bingju, og bingjurnar vórðu
síðani framsýndar í Keyp
mannahavn í sambandi við, at
Keypmannahavn var mentan
arbýur hetta árið.
Margreta drottning var
millum tey mongu, sum vóru
serliga hugtikin av kosmisku
bingjuni hjá Tróndi Patursson.
Á myndini síggja vit, tá drotn
ingin vitjaði bingjuna, ið hóm
ast aftan fyri listamannin.
Sum skilst kemur listáhugaða
drottningin til Føroya í summar
og ikki er óhugsandi, at hon
vitjar Listasavnið. Men stendur
tað til savnsstjóran, má hon
leita sær oman á keiina, skal
hon enduruppliva Bládýpið.
Hennara hátign í bingjuni
listaummælari
Kinna
Poulsen