týsdagur 19. januar 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 12 - 19. januar 2010
Døgurðaveitslur eru sum
mentanarupplivilsi í
Noðurlandahúsinum: tað
er vert at halda mykjuna
út til tess at uppliva ein
ordans brest!
M
estsum av tilvild havi eg
varnast eina forvitnisliga
menning í okkara máta at koma
saman við hvørjumøðrum uppá.
Akkurát sum Al Gore og
hansara taparavinir frá Keyp
mannahavn, er hasin hevd
bundni veitsludøgurðin á veg
út. Tá ið einki nýtt á FaceBook,
velja nútíðarhugað fólk heldur
óformell kvøld, har tú kanst
koma avslappandi ílatin, matur
in etiskt upphugsaður og heima
gjørdur, og tú kanst hjálpa tær
sjálvum við borðið.
Tað hevur verið eitt umskifti
frá passivum til aktivar gestir,
og helst í einum sovorðnum
hugnaligum samanhangi, har
gestirnir sjálvir skula gera sína
egnu máltíð. Ella, í minsta lagi,
saman við vertinum. Men tað
traditionella vertsfólkið er søga,
og avloyst av einum døgurða
fasilitatori.
A
t síggja til ljóðar hetta sum
ein góð gongd. Fínari
døgurðar verða nú, hóast alt,
settir í hugasamband við
troyttandi formalitet, túnatos,
sosiala klintran og dukkuligan
stórlætisørskap.
Hugmyndin er ein snerkjut
hending, har hvør minuttur
brúktur uppá at lurta eftir
gneggjandi samrøðum um húsa
prísir, um hvussu oftani um dag
in tú rennur ella hvussu frágera
væl børnini klára seg, kann
tykjast sum ein blóðutur tími.
Sannleikin, tó, er eitt sindur
meira samansettur. Tí sum tann
formelli døgurðin fellur í
órøkt, er faktiskt eitt ótrivaligt
dølskni í arbeiði – ein mótvild
at so mikið sum royna at fara
útum sítt egna vælveruøki.
Eitt øki, ein uggasona, har øll
góðtaka teg, har øll eru samd
við tær og, ikki minst, eru so
góð við teg. Eitt øki, har sjálvt
um tú hevur hug at muta
ímóti, heldur hol, av tí at
“hetta jú eru tínir vinir”.
Døgurðaveitslur eru sum
fótbóltsdystir ella mentanar
upplivilsi í Noðurlandahúsi
num: tað er vert at verða
sitandi og halda mykjuna út
til tess at uppliva ein ordans
brest.
Tá ið døgurðaveitslan er best,
samansjóvar hon eitt toymi av
íkveikjandi menniskjum, bert
nøkur teirra vinfólk, so at skapa
eitt sosialt og fródligt bland, ið
kann vera forførandi og óvæntað.
Um tann fíni døgurðin er
blivin keðiligur ella trupul, er
tað av tí, at hasin grundliggj
andi tátturin, ein góð samrøða
og ein óblandaður áhugi í
øðrum menniskjum, verður
undirgravaður av hasi sjálvs
dyrkandi flóðalduni.
Í
dag eru næstan øll í marke
ting, og produktið er sjálvið.
Tá ið okkara lív og karrierir
verða leidd ígjøgnum teldu
skíggjar, endar tað við, at tað,
at tosa um seg sjálvan, gerst hin
ráðandi formurin fyri samskifti.
Absurdir og uppísúgvandi
FaceBook og MySpacespurn
ingar sosum “hvat gert tú beint
nú?”, “hvat hugsar tú um?” ella
“hvussu hevur tú tað beint
nú?”, hava gjørt einkenniliga
nalvaskoðan, ikki so nógv
virðiliga, men forpliktandi.
(Hasir “passivu gestirnir” mugu
tí vera fólk, sum ikki dáma so
væl at tosa um seg sjálvi.)
Skoyt hetta skortandi spurni
uppí eitt nýtt bangilsi fyri at
særa onkran, og ein útbreiddan
ampa um hvussu tú eigur at
bera teg at í eini hálvhátíðar
ligari hending, hvat hin óform
elli veitsludøgurðin er eitt
erkadømi um, og grundirnar
opinberast fyri hví hin formelli
veitsludøgurðin gongur so lúkst
aftur á hondina: vit gerast alt
meiri avbyrgd, fjala okkum fyri
øðrvísi og avbjóðandi, enntá
óhugaligum meiningum, við
bert at vilja fjasast ella “hanga
út” saman við teimum, vit
garanterað vita, halda presiss
tað sama sum eg.
Eg sipi tíverri eisini til handa
herðataskuberandi sosialdemo
kratiska undirbeatungdómin,
ið onkursvegna hevur klárað at
billa sær sjálvum inn, og øðrum
við, at tey eru “á so frælslynt”!
Men hesir trongskygdu stokk
konservativistar vilja til ein
hvørja tíð, so nógv heldur,
verða verandi í teirra lítlu
klivum og sosialu sirkus
sirklum.
Vit elska okkum sjálvi, og
velja tí at stika okkum inni við
teimum, ið elska okkum, og
kunna dokumentera, at teirra
ipoddur er kjokkaður við somu
housemelodium sum tann hjá
mær... sum eg havi fingið frá
hinum.
Við fleiri kokkum, massa
klemmaríi og klíggjandi sam
lyndi gerst tað kulinariska upp
livilsið kanska betur, kanska
ikki, men prátið verður so
avgjørt meiri fyrisíggjandi.
F
ínari døgurðar við vertsfólki
ella ei, “who cares”, hugsar
helst onkur. Men hetta er jú
einans eitt sólarklárt sjúkueyð
kenni fyri eitt samfelag, hvørs
borgarar eru forelskaðir í sær
sjálvum, og tessvegna slettis
ikki nakað týdningarleyst eyð
kenni. Í einum fínkaðum og
framkomnum samfelagi er
sosiala og intellektuella bland
ingin av fólki, ið kunnu taka á
bóli, skemma og lammitera
hvønn annan um ein døgurða,
fullvegis neyðug.
Tann einfaldi og nemmi
døgurðin, har vertsfólkið heitir
á sín feika og lítið veraldar
vanda vinarskara um at hjálpa
sær sjálvum, er einki annað enn
ein undanførsla fyri sosialt og
hugsanarligt leti.
S
jálvshevjan er upprunin til
umskiftiliga mátan, vit nú
sosialisera, og hetta sæst so
óluksáliga væl aftur í høpis
leysu og villleiðandi nýtsluni av
internetinum – í hasi óavvitandi
langtanini eftir at blíva interdott
komm býtt.
Internetið er ikki bert endað í
einum goggutum villfárilsi, har
mál og meining er vorðið dev
aluerað til standin í frisør
salongum á bygd, men verður
tað av alsamt fleiri skoðað við
religiøsum nærlagni.
Frá byrjunartíð at hava verið
ein fráskilakjansur at kanna sær
vitan við at leita fram upplýs
ingar frá álvarabløðum og viður
kendum stovnum við faktiskum
tankum, er internetið nú eitt
samkomuhús steinstappað við
ætlandi modernaðum fólki, ið
halda, at Ground Zero bumbu
sikkurt er eitt nýkomið og
gátuført telduspæl.
Demokratiskir analfabetar, ið
halda, at verðin melur í klingur
um seg og síni uttan at geva
lokalsamfelagnum, og so slettis
ikki aðrari og viðurkendari
vitan, nakran sum helst ans.
Narsisistiskir tankaloysingar, ið
halda, at tað, at røkta og
‘uppdeyta’ seg sjálvan, sín
“profil”, sínar ipoddandi vinir
og upplýsingar frá hesum – so
at tryggja sær, at øll við vissu
nú eisini halda tað sama um alt
– er at liva.
I
nternetið hevur tikið seg fram
sum misljómandi tónleikur
grundaður á eina óstýriliga,
einstaklingadyrkandi, oftani
navnleysa og einkisverda mein
ing, har øll tosa samtíðis, men
eingin lurtar. Heldur enn eitt
fólkaræðisligt utopia av kreativ
um amatørum, førir henda
sjálvshevjandi internetkollvelt
ing ístaðin til massafávitsku og
eina almannamentan av talgild
ari sjálvsást.
Demokratiski dreymurin hjá
fólkunum handan MySpace og
FaceBook er tíansverri vorðin
til okkara kollektiva marra.
Tann ógvusligi populariteturin,
ið kringar Web 2.0, merkir, at
alt tað, sum á sinni var kult, og
hoyrir amatørum til, nú hoyrir
høvuðsrákinum til, og er í
álvara við til at býttisgera
okkara mentan.
Internetið í dag er sansaleyst
fólkaræði – ótonkt tilfar til
ávirkiligar og vinglutar einstak
lingar. Tað er nú ein asins rúgva
av ókeypis bloggum, YouTube
sjónbondum og FaceBook
síðum, men alsamt minni av
myndigum og stílskum tilfari á
netinum. Og gongdin speglar so
avbera væl mátan, vit koma
saman uppá, ið nú einaferð er
um døgurðaborðið.
B
æði sum orsaki og í síni
ávirkan av framburðinum
hjá radikalum fólkaræði er
hevdbundið meritokrati av
royndum og vitugum serfrøð
ingum og ekkaleysum meining
armyndarum í kreppu. Heldur
enn eina heimsfevnandi rav
tøknibygd, klovnar internetið
samfelagið í fleiri trilliónir av
ótolandi vinarbygdum, ið
saman dragsa tað afturum
upplýsingartíðina, ja heilt aftur
til myrku miðøldina, har allur
sannleiki er persónligur og øll
vitan staðbundin.
Kunnleiki og sannleiki verða
vend upp og niður av feysbukk
andi frikum; einum online
pakki, hvørs tilverurættur á
netinum so barasta einki hevur
at gera við at verða skúlaður av
partleysum serfrøðingum og
skikkaðum kjakarum um eina
ópersónliga verð uttanfyri
okkum sjálvi, okkara kunningar
og vitan. Heldur hevur netið
mennt seg til at vera ein leing
ing av tí “persónliga rúminum”,
har vit faktiskt sjálvi varpa
okkum út til vinfólk ístaðin fyri
at læra frá fremmandum, sum
til dømis um ein avoldaðan
veitsludøgurða.
Ó
formelli døgurðin við
samlyntum fólki er vorðið
eitt hitt, av tí at tað er “stutt
ligari”, sær út til at vera “av
slappandi” og, ja, eg veit ikki,
“kommunalt”, kanska.
Veruleikin er kortini, at vit
hava við samfelagsligar analfa
betar at gera. Eitt dýpi, tá ið tað
kemur til politiskt innlit, ið fær
Trølla Pætur at líkjast Thomas
Jefferson, við apsalutt ongari
peiling um, hvat at tosa um, og
ístaðin brúka hesar aktivitetir
sum ein framúr kjans at flýggja
frá hasum ræðuligasta av øllum
ræðuleikum, SAMRØÐAN.
Óivað er hetta eitt ættarliðs
ting. Sum ikki heilt ungur
longur elski eg samrøðuna, har
tú faktiskt vísir øðrum enn tær
sjálvum ans, og av hesum
avbjóðaður. Men nú? Ja nú
“gera” vit bara ting saman. Og
tá ið vit ikki kokkast og sleikja
skeiðina hjá hvørjum øðrum,
renna vit niðan á fjallatindar og
fara á slíkar fratbýttar team
buildandi yvirlivilsistúrar.
Hinvegin, á plusssíðuni, tá
hugsi eg, at hesin nútíðaratburð
ur gevur fólki okkurt at tosa
um, har tey annars ikki høvdu
havt nakað áhugavert at sagt.
Trupulleikin er bara, at samrøð
an tá verður eins lætt at spáa
um sum ein av hasum akkord
broytingunum hjá Status Quo.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Kunnu vit ikki tosa
um meg nú?
Tíðargreinin
tíðargreinin
Agga Niclasen
meining@meyl.fo