Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. januar 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 13 - 20. januar 2010 Føroyska song kvinn­ an Christal stílar eft ir gjøgnubroti í Danmark við nýggj ari fløgu og flott um, sjón banda­ lagi. Leygarkvøldið hevur hon fyrstu framførsluna í Føroyum, tá ið hon vitjar Hvonn Live Hvonn Live Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Julia Christa Svabo Ander­ sen er ættað úr Miðvági, haðani mamma hennara er, men hon er uppvaksin í Dan mark, og tað er eisini í Danmark, at hon nú roynir at vinna fram sum song­ kvinna. Fyrsta popplagið hjá henni, Om Igen, er longu spælt nógvum í donskum útvarpi, og meira tónleikur er á veg frá Christal. Hóast Christal er upp­ vaks in í Danmark, dugir hon føroyskt og er errin av sínari føroysku bakgrund. – Eg havi sjálvt lært meg føroyskt, tí eg haldi, at tað er vigtigt at duga málið, haðani tú ert ættað, sjálvt um tú ikki býrt har. Eg eri uppvaksin í Danmark, men eg havi ferðast nógv í Før­ oy um, og eg havi eisini arbeitt hjá Atlantsflogi, so tað hevur hjálpt mær at læra meg føroyskt, sigur Christal – Eg veit væl, at eg eg tosi ikki hundrað prosent kor rekt føroyskt, men fólk skilja meg, so eg klári meg við tí, sum eg dugi. Sungið nógv Christal hevur sungið, síð­ ani hon var ung genta. Hon hevur sungið í kirkjukóri, hon hevur sungið gospel, hon hevur verið við í rock­ bólki, og hon hevur eisini gingið á musical­skúla. – Eg havi fingst nógv við tónleik, og eg havi í nógv ár roynt at fáa givið eina fløgu út. Og tað hevur nú eydn­ aðist mær. Eg møtti einum framleiðara, sum eitur MDM, og vit fóru at spæla tónleik inn. Síðani fekk eg ein sáttmála við Apollon Records, sum gevur fløguna hjá mær út, sigur Christal. Vitjar Hvonn Live Fyrsti sangurin hjá henni, sum kallast Om Igen, hevur verið í umfari í Danmark i eina tíð, og sangurin verður stuðlaður av einum flottum sjónbandalagi, sum kendi filmsmaðurin Lasse Spang Olsen hevur gjørt. Popp­ sangurin er góðar tríggjar minuttir til longdar, stílurin er nútímans urban­poppur, og tað verður hugsað um, at Christal bjóðar okkurt til bæði oyruni og eyguni. – Myndirnar av mær skulu passa til tónleikin, sum eg syngi. Onkrar mynd ir eru eitt sindur frek­ ar. Á einari mynd eri eg bara í bikini, og tað haldi mann saktans kann, uttan at tað verður ov frekt. Mynd­ irnar skulu vera estetiskar og hava eitt úttrykk, og tað haldi eg, at mínar myndir hava, sigur Christal. Leygarkvøldið verður Christal gestur í Hvonn Live, sum Rás2 sendir beinleiðis av Hovnn í Havn. Sendingin byrjar klokkan 20.00, og sum vant ber eisini til at koma á Hvonn og fylgja við sendingini har. Christal ljóðar sum ein poppstjørna, og hon líkist eisini einari við øllum tí, sum poppur eisini kann hava at bjóða Christal til Føroya at syngja Semja um semingsnevnd Í Íslandi eru stjórnarflokkarnir og andstøðuflokkarnir komnir ásamt um at skipa eina nevnd, sum skal samráðast við bretar og niðurlendingar um Icesave­málið. Tað er tó treytað av, at bretar og niðurlendingar eru sinnaðir at samráðast um málið av nýggjum. Á fundinum bleiv andstøðan kunnað um, at stjórnin hevur havt samband við myndugleikarnar í Bretlandi og Niðurlondum og embætismenn á ES­høvuðsborgini um møguleikarnar fyri at samráðast av nýggjum. Tað hevur verið upp á tal at biðja fyrrverandi týska uttanríkisráðharran Joschka Fischer til semingsmann (myndin), men aftan á fundin í gjár vildi stjórnin ikki siga nakað um tað. Síðan í summar hevur Akademikarafelag Føroya upplivað eitt vaksandi tal av sáttmálabrotum hjá limum, sum arbeiða hjá kommunum og á almennum stovnum. Bygnaðarbroytingar eru mangan eitt skálkaskjól, heldur Tróndur Leivsson, formaður í felagnum FakFeLags­ viðurskiFti Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Í fleiri ár, meðan væl av arbeiði hevur verið, hava fleiri av fakfeløgunum ikki hoyrt so nógv frá limum sínum. Fáir ella eingir trupul leikar hava verið við at fingið løn, og fleiri fólk hava eisini megnað sjálv at vunnið sær rættindi. Men nú er vend við at koma í. Tað heldur í hvussu er Tróndur Leivsson, sum er formaður í paraplyfelagnum Akademikarafelag Føroya. Hetta er meginfelagið hjá Verk frøðingafelagnum, Magistara felagnum, Byggi­ frøð inga felagnum og Arki­ tektafelagnum. Tróndur Leivsson sigur, at síðan fyri summarferiuna í fjør hevur felagið fingið fleiri fráboðanir frá limum um mál, har teir halda talan vera um sáttmálabrot, og tað hevur ofta verið í sam bandi við uppsagnir. Flestu limirnir arbeiða á almennum stovnum og hjá kommun um. Fleiri av uppsagnunum eru at rokna perssónsmál, men tað eru eisini mál, sum felagið heldur ikki eru av ­ greidd á rættan hátt, og at mótparturin ikki hevur hild­ ið sínar skyldur, sum ásett í sáttmálunum. Eitt mál tapti Akademik­ ara felag Føroya í Fasta Gerð arrættinum, tað var frá boðanin hjá felagnum til limirnar um ikki at átaka sær eyka uppgávur á Føroya Læraraskúla. Fíggjar mála­ ráðið legði málið fyri Fasta Gerðarrættin og fekk við­ hald. Men í øðrum málum hev­ ur Akademikarafelag staðið seg betur. Tað seinasta málið var um uppsagnir á Um hvørvisstovuni, sum noydd ist at taka upp sagn­ irnar aftur. − Vit hava lært nak að, og tað er, at vit mugu syrgja fyri at troyta allar kæru­ møguleikar, áðrenn málini koma so langt sum til Fasta Gerðarrættin, sigur Tróndur Leivsson. − Fleiri mál eru kærd. Undanførslur fyri uppsagnum Tróndur Leivsson hevur varhugan av, at mótparturin í summum førum roynir, hvussu langt ber til at fara. − Eg veit væl, at bygnað­ ar broytingar, umleggingar og sparingar mugu gerast summastaðni, men hetta eru mótaorð, ið ofta verða rúkt sum páskot, undan­ førsla, fyri uppsagnum, held ur Tróndur Leivsson. − Samanlagda limatalið í Akademikarafelag Føroya er millum 300 og 400. − Tróndur Leivsson kundi hugsað sær, at felagið var størri og kundi havt eina professionella umsiting til at tikið sær av tí vaksandi talinum av málum. Harvið hevði felagið verið betur ført fyri at givið eitt skikkað mótspæl. − Nógv verður tosað um vitanarsamfelagið, sum skal útbyggjast. Tað eru kom in fleiri fólk við longri útbúgvingum, og fakfelag teirra er Akademikarafelag Føroya. − Hugsan okkara eru at fáa fleiri smærri feløg upp í okkara felag, sigur Tróndur Leivsson. Duga ikki at siga upp Snorri Fjalsbak, stjóri á lønardeildini í Fíggjar mál­ um ásannar, at uppsagnirnar innan fyri tað almenna hava verið fleiri. Tað hendir meira enn so, at onkrir fótfeilir verða gjørdir, og so verður ósemja burtur úr tí. Ofta koma hesir feilir í av vantandi vitan, sigur hann. Onkuntíð venda leiðarar, sum skulu til at siga fólki upp, sær til lønardeildina og biðja um ráð, áðrenn teir fara í gongd við uppsagnir. – Tað er altíð torført at siga fólki upp, og torførari er hjá teimum, sum ikki hava roynt tað áður. Tey skulu jú bæði kenna sátt­ málar, fyrisitingarlóg og duga fólkaligheit, sigur Snorri Fjalsbak. Sáttmálabrotini gerast fleiri