Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. januar 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 13 • 20. jan. 2010 1. partur Henda greinarøðin er fyrst og fremst partur av søguni hjá Mülle­ rættini, men hon kemur eisini at umrøða Evensenættina. Müllersøgan í Føroyum er sera áhugaverd. Í røðini Hendur ið Sleptu hava vit havt fleiri áhugaverdar frásagnir um tey av Müllerættini í Havn, sum eru jarðað í gamla kirkjugarði. Hesi eru gamli sýslumaðurin H.C. Müller og kona hansara Marin Christina. Síðan eru tað børn teirra Søren, Petra og Amalia við hjúnarfeløgum. Eftir at greiða frá í hesi røð er søgan um Ebbu og H.C. Müller yngra. Hetta er ein sera spennandi og áhugaverd ætt, sum nógv kann verða skrivað um. Eitt sindur um ættina Her skal stutt sigast eitt sindur um ættina. Müllernavnið kom til Føroyar við Christoffer Müller, sum var føddur 1660. Hann kom til Føroya at vera prestur í 1691. Christoffer doyði í 1721. Kona hansara kallaðist Anna Gregersdatter. Ein langabbasonur teirra var Rasmus Müller (1782­1858,) sum var sýslumaður í Streymoy. Kona hansara var Sigga Joensen f. 1794. Egon Hansen skrivar í síni nýggju Nólsyarsøgu, at hon var ættað úr Búð í Nólsoy. Hon var systir Poul í Búð, sum var ein kendur framburðsmaður. Pápa­ beiggi teirra var Nólsoyar Páll. Poul var ein av teimum, sum saman við Pløyen í 1839 fór kanningarferðina amtmanni til Hetlands, og kom ferðin at hava stóran týdning fyri menningina av føroyska samfelagnum. Argefeðgarnir skriva í Bankabókini, 50 ára ritið hjá Sjóvinnubankanum, at Rasmus Müller keypti húsagrundina í Køk við hjalli og fjósi í 1818 frá Johannes Djurhuus kongsbónda, pápa Faktorin Johan Christian Djurhuus, sum vit hava umrøtt fyrr. Hann flytir húsini niðan til Áarvegin har Hafnia er, og seinni verða tey seld til M.C. Restorff. Seinni byggir hann tey kendu húsini í Gongini, har landsbankin er nú. Tá ið Rasmus fór at eldast gjørdist sonurin Hans Christoffer hjálparmaður hjá honum, og í 1843 gjørdist hann sýslumaður. Hann hevði hetta starv, til hann doyði í 1898. Tíðliga fór H.C. Müller at keypa jørð, bæði i Havn og aðra staðni. Hann skuldi eiga sjey traðir. Ein beiggi Rasmus var kaparin Mikkjal Müller. Ein systir Margretha Cathrine (1794­1852) giftist við Zakarias Olsen úr Tjørnvík, ið var krambakallur við kongaliga handilin. Ein sonur teirra var Christoffur Michael Olsen, sum giftist við Elsebeth Christine Evensen, og sum komandi viku verða umrødd í røðini Hendur ið Sleptu. Dóttir teirra Margrethe Cathrina giftist við Søren Müller. Systurin Inga (1820­1898) gift­ ist við bóndanum á Sundi Hans Vang Bærentsen (1820­1858). Cathrina (1824­1903) giftist við Gudmund Effersøe (1827­1916) sýslumanni á Tvøroyri. Rasmus og Oliver Effersøe, synir teirra, vóru tískil systkinbørn til børnini hjá H.C. Müller, sum tað verður komið aftur til. Børnini hjá H.C. Müller Hans Christoffer Müller, giftist við Marin Christinu Olsen av Vertshúsinum, og tað er teirra børn, sum henda greinarøðin snýr seg um. Tey vóru: Rasmus (1853­1917) Søren Emil (1856­1922) Sigrid Maria (1857­1900) Poul (1862­1901) Petra (1864­1941) Amalia (1866­1944) Hans Christian (1868­?) Rasmus var uppkallaður eftir abbanum Rasmus Müller. Søren var uppkallaður eftir hinum abbanum Søren Olsen. Hann var skómakari og var tann fyrsti, sum átti Vertshúsið. Poul er uttan iva uppkallaður eftir ommubeiggjanum Poul Müller og Evensen í Grønlandi: Poul Müller fíggjaði úr Grønlandi føroyskt skip í 1901 Tað er kent, at føroyingar hava havt nógv samband við Grønland í sera nógv ár. Fyrst og fremst er tað á fiskivinnuøkinum síðan fyrst í hini øldini. Men føroyingar hava enn longri starvast á landi í Grønlandi. Tað er hetta henda søgan snýr seg um Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo ➘ Maren Christine og Hans Christoffer Müller, foreldrini hjá Poul Barndómsheimið hjá Poul Müller í Gongini