Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. januar 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 10 nr. 13 • 20. jan. 2010 í Búð í Nólsoy, sum doyði í 1857. Tann Poul doyði jú ungur í 1901, men í 1902 fær Søren, beiggi hansara, ein son, sum hann kallar Poul, uttan iva eftir beiggja sínum. Sonur tann Poul, Óla Jákup, eigur eisini ein Poul, sum nú er bóndi í Havnardali. So hetta navnið livir enn í ættini síðan Nólsoyar Páll. Trý systkin í Grønlandi Hóast Grønland hevur verið ómetaliga fjart frá Føroyum í 1800-talinum, so hava ungir føroyingar leitað tann vegin. Eitt dømi, sum hevur verið umrøtt í røðini Hendur ið Sleptu, er Jacob Djurhuus, sonur Johan Christian Djurhuus, Faktorin, í Klaksvík. Hann doyði 23 ára gamal í 1883 í lítlu bygdini Rittenbenk í Norður-Grønlandi. H. C. Müller hevur verið ein rættuligur verðinsmaður, sum ferðaðist nógv úti í heimi, og sum nógvir útlendingar vitjaðu, tá ið teir komu higar. Hann mann hava loypt brell á síni børn eisini at leita út í heim. Av hansara sjey børnum eru bert trý, sum eru jarðað í Føroyum. Av teimum vóru bert tvey Petra og Søren, sum ikki fóru av landinum. Amalia kom heim eftir eftir útlegdini í Grønlandi. Sigrid giftist til Danmarkar, og Hans Christian fór heilt til Amerika. Hesi koma vit aftur til. Tað áhugaverda er, at undan aldarskiftinum vóru tey ikki færri enn trý av systkjunum, sum virkaðu í Grønlandi í senn. Rasmus og Poul vóru koloni- stjórar, og systirin Amalia var gift við Johan Joensen, kallaður Grønlands Johan, sum eisini var kolonistjóri. Ein annar føroyskur kolonistjóri hesa tíðina var Johan, sonur Jóan Peter Evensen. Hann giftist við Fridu, dóttir Jens Christian, beiggja Jóan Petur. Tey vóru tískil systkinabørn. Tey fara vit eisini at koma aftur til í komandi parti. Rasmus og rýpurnar Tann einasti av hesum nevndu trimum systkjum, sum vit vita nakað um í Grønlandi, er Rasmus, sum var stjóri í Suðurgrønlandi. Rasmus var ein íðin veiðu- maður. Eftir hann liggur nevniliga ein bók, sum kallast Vildtet og Jagten i Sydgrønland. Henda bókin var liðugt skrivað í 1899 og kom út í 1906. Bókin telur ikki færri enn 516 síður við myndum, sum Rasmus sjálvur hevur tikið Her er greitt gjølla frá øllum teimum fuglasløgum og djórum, sum kundu veiðast í Suðurgrønlandi. Tað varð sagt, at Rasmus hevði góð viðurskifti við grønlendingar, sum hann livdi saman við sum sínar javnlíkar. Eitt av hansara tiltøkum var at fáa rípur úr Grønlandi til Føroya. Pápi hansara H.C. Müller hevði roynt at fáa rípur úr Íslandi at støðast her, men tað var so ikki eydnast. Hetta var fyri ein stóran part vegna manglandi kunnleika til, hvussu rípur skuldu handfarast og serliga, hvussu tær skuldu føðast. Men Rasmus kendi rýpur, og tað eydnaðist honum at fáa rýpur fram í øllum góðum allan tann langa teinin úr Grønlandi til Føroya umvegis Danmark. Tað eydnaðist eisini í fyrsta umfari at fáa rýpurnar at yngla, og tað vóru í hvussu er í fleiri ár fitt av rípum í Føroyum. Søguligt tilfar komið undan kavi Men tað er sera lítið, sum er vitað í Føroyum um virksemið hjá Poul Müller og hjá svágnum Johan og konu hansara Amaliu. Tað er kanska ikki so løgið, tí tað eru meira enn 100 ár síðan tey virkaðu har yviri, og tað finst lítið og einki skrivligt um teirra lív í Grønlandi, sum hevur verið so nógv øðrvísi, enn tað vildi verið í Føroyum. Men nú er knappliga ein hópur av tilfari komið undan kavi. Tað er hetta tilfar, sum fyri ein stóran part er grundarlagið fyri hesum frásøgnum í Miðvikuni. Forsøgan er tann, at eg fyri nøkrum árum síðan kom í sam- band við Ann Britt Müller, sum býr í Danmark. Hon er dóttir Jens Müller, kallaður Pink, sum eisini hevur verið borgmeistari í Jyllinge á Sjællandi. Pápi Jens var fyrr umrøddi Poul Müller, f. 1902. Ann Britt hevði lisið ættarsøgur í FF-blaðnum og spurdi, um eg visti nakað um Müllerfólkið. Tað gjørdi eg ikki tá. Men vit funnu tó fram til, at vit bæði vóru í ætt frá ommu hennara Sunnevu í Skúvoy, sum hevði ættarbond til Norðragøtu og hesa ætt fekk hon alt at vita um! Tískil komu vit framvegis at hava samband okkara millum. Men framvegis var áhugin hjá Ann Britt at vita meira um síni langabbasystkin og serliga um Poul. Hann var tann einasti av hesum trimum í ættini, sum var deyður og jarðaður í Grønlandi. Hann var ógiftur. Tí var heldur eingin av spyrja. Hann var kolonistjóri í Jakobshavn 1892- 1901 og var roknaður sum ein framburðsmaður. Sjálvir hevði eg havt góðar royndir málinum um Jacob Djurhuus at kanna skiftið av búgvinum í Grønlandi, og hetta varð so eisini roynt her. Tá kom undan kavi, at í skiftinum hjá Poul lógu einar 1.000 síður av brævaskifti á grønlendska skjalasavninum í Nuuk. Tað vil siga, at hetta vóru brøv, sum Poul hevur fingið. Tað finnast eisini nøkur fá, sum hann sjálvur hevði skrivað. Brøvini eru frá 1898 til 1901. Hetta er sera umfatandi brævaskifti. Lutvíst eru tað for- rætningsbrøv við aðrar partnarar í Grønlandi og eisini Danmark sum t.d. frá arbeiðsgevaranum KGH. Tað er eisini bræv frá ættar- fólki. Fyrst og fremst úr Føroyum, men eisini úr Canada frá beiggj- anum Hans Christian. Brøvini frá ættini í Føroyum eru sera áhugaverd. Tey geva eisini nógv íkøst til at lýsa viðurskiftini í Havn um aldarmótið fyri gott 100 árum síðani. Her kemur eisini undan kavi, at viðurskiftini millum fólk ikki altíð hava verið sum vit halda. Jens Mohr fekk Galway fíggjað úr Grønlandi Ann Britt Müller kemur seinni at hava serstakar lýsingar av Poul og Rasmus. Her skal verða trivið í eina áhugaverda frásøgn, sum ikki hevur verið frammi fyrr, um fígging av einum skipakeypi. Hetta er ein áhugaverdur partur av Havnar søgu og eisini av okkara skipasøgu. Hon verður lýst við brotum úr brøvum til Poul Müller. Í 1900 fær hann eitt bræv frá Jens Mohr, sum er skipari og reiðari í Havn. Tað ljóðar soleiðis: Thorshavn, den 14de Marts 1900 Det vil vist nok forundre Dem at modtage Brev fra mig, da vi nu i en længere Aarerække har været saa langt fra hinanden. Da man ved, at De er en holden Mand, vil jeg anmode Dem om at gjøre mig den store Tjeneste og laane mig nogle Penge ved det, at jeg har tænkt paa at kjøbe et Skib til Fiskeribrug for egen Regning. Som Forholdene nu stiller sig her paa Færøerne, maa man helst se til at arbejde paa egen Haand ved det, at Skipperlønnen er sat saa lav, at en Mand med familie ikke kan klare sig med den alene. For at tage et eksempel, hvad Forskjel der er at kjøbe Havnin um ta tíðina Poul var føddur Familjusamkoma í 1890 Skip hjá Müllerfyritøkuni í 1932. Saltaire (innast) og Tre Søskende taka útgerð við Müllers pakkhús Jakobshavn, har Poul gjørdist kolonistjóri ➘