mikudagur 20. januar 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 13 - 20. januar 2010
At republikanararnir
vunnu senatsvalið
í Massachusetts í
gjár kann gera tað
trupult hjá Barack
Obama, forseta at
fáa meiriluta fyri
uppskotinum at
nýskipa heilsuøkið
USA
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Myndir: AP
Veljararnir í Massachusetts
skuldu velja senator fyri
Edward
Kennedy,
sum
doyði í august í fjør. Mas
sachusetts hevur verið ein
av háborgunum hjá demo
kratunum. Kennedyættin
hevur umboðað statin í
Senatinum í meiri enn eina
hálva øld. Men tað vísti seg
ikki, at demokratarnir áttu
nakran, sum kundi lyfta
arvin eftir tann seinasta
Kennedy, og tí var tað tað
republikanska
valevnið
Scott Brown, sum kundi
halda sigursrøðuna í nátt.
Eg vóni, at okkara
fagnaður hoyrist líka til
Washington D.C.. Í kvøld
hava tær ópheftu atkvøður
nar í Massachusetts sagt
sína hugsan, segði hann við
sínar stuðlar, sum sjálvandi
vóru ovurefgnir.
59 atkvøður
Tá valstríðið byrjaði og til
fyri stuttum var eingin ivi
um, at tað demokratiska val
evnið, Martha Coakley, fór
at vinna valið, og eina tíð var
spurningurin bara, hvussu
stórur sigurin fór at verða.
Tann óvæntaði ósigurin í
Massachusetts kann fáa
álvarssamar
avleiðingar
fyri royndirnar hjá Barack
Obama, forseta at fáa eina
nýggja lóggávu á heilsuøk
inum, og úrslitið kann eisini
leggja fót fyri ætlanum for
setans á veðurlagsøkinum,
skrivar New York Times.
Eg vildi ynskt, at vit
høvdu onnur og betri tíðindi
at bera hiðani í kvøld, men
so er ikki, segði Martha
Coakley, tá hon noyddist at
ásanna úrslitið.
Við 59 atkvøðum í Senat
inum skal Obama hava
minst eina republikanska
atkvøðu fyri at sleppa undan,
at republikanararnir kunnu
leggja honum og uppskotum
hansara fótonglar í vegin.
Demokratarnir høvdu longu
undan valinum í gjár ilt við
at fáa heilsunýskipanina
ígjøgnum, og tað bøtir tí
ikki um útlitini, at tann
nývaldi senatorurin undir
valstríðnum boðaði frá, at
hann er ímóti uppskoti forset
ans. Hansara grundgeving
er, at nýskipanin fer at elva
til skattahækking og at økja
ta almennu skuldina.
Taktikkur
Meðan
republikanararnir
hátíðarhalda tann søguliga
sigurin, sleikja demokratar
nir sárini og eru longu far
nir undir at leggja taktikkin
fyri, hvussu teir skulu fáa
heilsulógirnar
ígjøgnum
Kongressina.
Senatið samtykti eina
heilsunýskipan
sjálvan
jólaaftan við 60 atkvøðum
fyri og 39 ímóti. Allir demo
kratarnir atkvøddu fyri, og
allir
republikanararnir
atkvøddu ímóti. Umboðs
mannatingið hevur longu
samtykt sína heilsunýskip
an, og síðani jól hevur so
verið arbeitt við at samskipa
tær báðar samtyktirnar.
Eygleiðararnir hjá Wash
ington Post vænta, at demo
kratarnir fara nú at royna at
fáa Umboðsmannatingið at
samtykkja tað uppskotið,
sum Senatið samtykti jóla
aftan. Eftir tí uppskotinum
fáa umleið 30 milliónir
amerikanarar heilsutrygg
ing, og tá er talan um fólk,
sum onga heilsutrygging
hava frammanundan. Tað er
tó als ikki vist, at úrslitið
verður tað sama í Umboðs
mannatinginum
sum
í
Senatinum.
Eg haldi, at vit eru øll á
einum máli um, at tað eru
partar av uppskotinum, sum
mugu broytast. Vit eru ikki
samd, men vit fara at royna
at loysa trætuna, sigur
Nancy Pelosi, sum er for
maður í Umboðsmannating
inum, við Washington Post.
Mist stevið
Ein møguleiki, sum varð um
røddur í amerikonsku fjøl
miðlunum í nátt, er, at demo
kratarnir fara at royna at
útseta skiftið í Senatinum,
soleiðis at teir kunnu skunda
heilsunýskipanina
ígjøg
num, áðrenn Scott Brown
verðir innsettur sum senator
ur. Hesum fara republikan
ararnir sjálvandi at royna at
forða fyri, og formaður
teirra, Harry Reid, segði við
AP í nátt, at Brown verður
innsettur, so skjótt flokkurin
hevur fingið pappírini frá
valmyndugleikunum
í
Massachusetts.
Úrslitið í nátt er ikki ser
liga hugaligt fyri demokrat
arnar og Barack Obama, nú
tað fer at styttast til kong
ressvalið í heyst. Tað var
mótstøðan ímóti heilsuný
skipanini, sum gav Scott
Brown sigurin, og fleiri
eygleiðarar tulka hetta sum
eitt tekin um, at Hvítu
Húsini hava ikki sama stev
sum meirilutin av amerik
anska fólkinum.
Eygleiðararnior siga, at
Obama rindar prísin, tí tað
kostar at stríðast fyri einari
dýrari heilsunýskipan í einari
tíð, har teir flestu veljararnir
hava arbeiðsloysið fremst í
huganum.
Harafturat
fer
úrslitið í Massachusetts iva
leyst at hava við sær, at sjálvt
teir mest hóvligu republikan
ararnir í Kongressini verða
verri at fáast við nú, skrivar
New York Times.
Politisk bumba undir Obama
Scott Brown vann óvæntað senatsvalið í Massachusetts, og tað kann forða fleiri stórmálum hjá Barack Obama
Edward Kennedy umboðaði
Massachusetts í Senatinum í
samfull 46 ár. Nú áttu demo
kratarnir har ongan, sum
kundi lyfta arvin eftir hann
Funnu gamalt tempul
Fornfrøðingar hava funnið eitt grikskt tempul í Alexandria
í Egyptalandi. Teir siga, at templið varð helst bygt umleið
230 ár fyri Kristi føðing. Í templinum, sum er 15 ferðir 60
metrar stórt, hava fornfrøðingarnir funnið umleið 600
standmyndir av ymsum slagi. Eitt nú eru nógvar
standmyndir av kettum, og tað siga fornfrøðingarnir vera
eitt tekin um, at templið var halgað kettu og
leyvuguðinum Bastet. Herumframt eru nakrar guðamyndir
og fleiri standmyndir av kvinnum og børnum, skrivar
Reuters.