mikudagur 20. januar 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 13 - 20. januar 2010
Í mong ár var
eingin veiða eftir
norðhavssild, sum vit
plagdu at rópa hana.
Sildin var at kalla
burtur og uppfiskað.
Fiskiskapur eftir
blanka silvurinum
varð steðgaður, men
nú mong ár eftir er
líkt til, at stovnurin
rættiliga er komin
fyri seg aftur, og
skipini hava rokveiði,
samstundis sum
matmarknaðurin
partvís er sprongdur
Sild
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Skipini, sum royna eftir
sild, hava í seinastuni havt
rættiliga góðan fiskiskap.
Tað er serliga út fyri
Lofoten í Noreg, at skipini
hava havt rokveiði.
Í
gjáramorgunin
kom
føroyska skipið Fagraberg
til Hanstholm við umleið
2500 tonsum av sild, sum
teir fingu í einar 12 til 16
tímar uppi við Lofoten.
Hetta er norðhavssild, sum
vit plagdu at rópa hana.
Alt til ídnað
Anfinn
Olsen,
reiðari,
sigur, at rættiliga nógv sild
er á marknaðinum í løtuni,
og tí fer øll veiðan hjá Fagra
bergi hesaferð til ídnað.
Tað er smekkfult av sild
at fáa, serliga uppi við
Lofoten, men eisini í Norð
sjónum og í Eystursjónum.
Reiðarin sigur, at lastin
hjá Fagrabergi varð bjóðað
út um pelagisku uppboðs
søluna hjá Sildelaget í
Noreg.
Vit fingu fleiri boð upp
á lastina, og Havsbrún í
Fuglafirði bjóðaði eisini.
Anfinn Olsen sigur, at
teir fáa umleið 2,30 norskar
krónur fyri kilo fyri sildina
til ídnað í Hanstholm – alt
eftir, hvussu hon er til lýsi
og proteinir.
Sølan setir met
Heimasíðan hjá Sildelaget í
Noreg skrivar, at lastin hjá
Fagrabergi er størsta silda
last, sum nakrantíð er frá
boðað uppboðssøluni.
Sildelaget, sum er ein
uppboðssøla fyri pelagisk
fiskasløg, sigur annars, at
tey ongantíð havt selt so
nógv sild, sum í farnu viku,
tá samlaða nøgdin var sløk
100.000 tons – ella eini
8.000 tons fleiri enn gamla
vikumetið sum er frá 2008.
Tølini hjá Sildelaget í
Noregi benda á, at rættilig
gongd er í veiðini eftir
norðhavssild í løtuni og
skipini, sum eru á hesi
veiði, hava í seinastuni gjørt
rættiliga góðar túrar.
Tað er bara spell, at hesin
góði fiskur, sum verður
veiddur upp á so stutta tíð, og
tí er púrasta feskur, ikki skal
fara til matvøruframleiðslu.
Men, hetta sum so mangt
annað, ið hevur við handil
at gera, er ein spurningur
um útboð og eftirspurning
– og kanska eisini um
framleiðsluorku, frystiorku
og fíggjarorku.
Triði túrur í ár
Anfinn
Olsen,
reiðari,
sigur, at enn er ikki endaliga
Blanka silvurið
gevur seg rætti-
liga til kennar
Nøgdirnar av hýsu,
tá Fiskamarknaður
Føroya seldi í morgun,
vóru ikki stórar, men
prísirnir vóru heilt
aðrir, enn vit hava sæð
í seinastuni
FiSkapríSir
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinastu dagarnar hevur
nógv verið frammi um, at
hýsa veidd undir Føroyum
hevur havt so lágan prís í
seinastuni.
Orsøkin er, at okkara
hýsumarknaður er í Bret
landi, og har vilja handils
keturnar ikki longur hava
føroyska hýsu í sínum
útboði, tí mett verður ikki,
at hýsuveiðan undir Før
oyum er burðardygg.
At kalla øll hýsa, sum er
veidd undir Føroyum, er tí
farin óvirkað av landinum
til smákeyparar, har ikki
kann roknast við støðugum
og góðum prísi.
Við virking og sølu av
frystum fiskavørum kunnu
langtíðaravtalur gerast, har
prísurin hugsandi eisini er
meiri støðugur yvir eina tíð.
Betri prísir
Tá Fiskamarknaður Føroya
hevði sína regluligu sølu í
morgun, seldi marknaðurin
stívliga 8 tons av hýsu.
Hetta eru ikki stórar nøgdir,
men
samlaða
sølan
í
morgun var heldur ikki so
stór, stívliga 63 tons.
Størstu
nøgdirnar
av
hýsu, vóru hýsa 2. Talan
var um tilsamans 5,7 tons,
sum fóru fyri miðalprísin
12,79 krónur fyri kilo.
Sløk 800 pund vóru av
hýsu
1,
og
her
var
miðalprísurin 16,70 krónur
fyri kilo, sum er rímiliga
góður hýsuprísur og í
øllum førum nógv betri
prísur, enn vit hava sæð
seinastu tíðina.
Góð 2 tons vóru eisini av
hýsu 3, sum fór fyri miðal
prísin 12,90 krónur fyri kilo.
Toskur støðugur
Eini 20 tons av toski vórðu
í morgun seld um upp
boðssøluna
hjá
Fiska
marknaði Føroya.
Størstu nøgdirnar vóru av
toski 3 og toski 4, sum fóru
fyri miðalprísin 15,84 og
11,81 krónur fyri kilo.
Av
hesum
sæst,
at
prísirnir fyri hýsu 3 í dag
vóru betri enn prísirnir fyri
tosk 4.
Besti miðalprísur fyri
tosk, var fyri tosk 1, sum
fór fyri 27,20 krónur fyri
kilo, men talan var bert um
góð 3.000 pund av bestu
toskastøddini.
Góð 3,4 tons vóru av toski
2, sum fór fyri miðalprísin
25,75 krónur fyri kilo.
Tilsamans seldi Fiska
marknaður Føroya í dag
sløk 64 tons fyri 990.000
krónur.
Blanka silvurin hevur stóran týdning fyri pelagisku skipini og tess
manningar. Bert spell, at hesin feski fiskur, sum verður veiddur upp
á lítla og onga tíð, ikki allur fer til matna
Hýsa góðan prís á marknaðinum í dag
Hetta er triði túrurin hjá Fagrabergi í ár. Hin
fyrsti var ein svartkjaftatúrur, og hesar báðar
seinnu hevur skipið verið á sildaveiði
Mynd: Jens Kr. Vang
Ísland yvirtekur hotell
Um nakrar fáar vikur verður íslendska ríkið hotelleigari. Jyllandsposturin skrivar, at íslend
ska ríkið skal yvirtaka tað kenda marglætishotellið D'Angleterre á Kongens Nytorv í Keyp
mannahavn. Íslendska felagið Nordic Partners, sum keypti hotellið í 2007, hevur tingast við
avtøkunevndina hjá Landsbankanum, og formaðurin í nevndini, Páll Benediktsson, sigur við
Jyllandspostin, at bankin fer at yvirtaka hotellið um stutta tíð. Hann leggur afturat, at hvørki
Landsbankinn ella avtøkufelagið ætla sær at reka hotell, og tí verður tað selt.