Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. januar 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 13 - 20. januar 2010 - Tað eru mong sum hava sagt, at Skálaberg-málið tók alt ov langa tíð at loysa. Men í mun til nógv onnur mál, sum vit kenna, gekk tað stak skjótt at fáa skip og manning á Skálabergi leysa aftur, sigur Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag Mið & Magn Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í nýggjastu útgávuni av Mið & Magn, sum er blaðið hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskin- meistarafelagnum, er odda- grein, sum kallast ”Tá sjó- menn verða viðfarnir sum brotsmenn”. Tað er formaðurin í Føroya Skipara-og Naviga- tørfelag, Eyðstein Djurhuus, sum vegna bæði feløgini hevur skrivað hesa grein, ið viðger veksandi trupulleikan hjá sjófólki innan altjóða sjóvinnu, sum á femmandum máli verður róptur ”crimi- nalizion of seafarer ́ s” - Hetta er millum annað, tá sjómenn verða fongslaðir ella afturhildnir fyri brot á ymiskar reglur og lógar- ásetingar í teimum londum, har skipini koma. Tey grov- astu dømini kenna vit frá vanlukkum við umhvørvis- dálking, og tá rúsevnir eru funnin í lastini. Í greinini vísir Eyðstein á, at sjálvt um tað er púra greitt, at hvørki skipari ella nakar av manningini er beinleiðis sekur í nøkrum álvarsomum brotsverki, kemur kortini ofta fyri, at manningin verður afturhild- in í áravís, meðan málini verða kannað. - Hetta verður gjørt fyri at kroysta reiðaríið ella tryggingarfelagið til at gjalda stórar bøtur og endurgjaldskrøv, leggur hann aftrat. FSN-formaðurin vísir á, at IMO hevur samtykt nakrar vegleiðingar um, hvørji rættindi sjómenn altíð skulu hava. Hesar nevnast ”guidlines on fair treatment of seafarer ́ s”. - Millumlanda fakfelags- rørslan hjá sjómonnum í ITF og IFSMA arbeiða miðvíst fyri, at hesar veg- leiðingar skulu gerast bind- andi fyri øll limalondini í IMO. Føroysku manningar- feløgini eru við í hesum samstarvi. Ikki ov harðrend - Málið um Skálaberg hevur víst, at vit eisini hava áhuga í, at rættindini hjá sjómonn- um skulu virðast. Hetta mál bleiv loyst, tí nógvar góðar kreftir arbeiddu miðvíst fyri eini loysn. Í oddagreinini vísir Eyð- stein Djurhuus á, at mong eru, sum halda, at Skálaberg-málið tók alt ov langa tíð at loysa. Men í mun til nógv mál, sum manningarfeløgini kenna, gekk tað stak skjótt at fáa skip og manning leysa aftur. Hann heldur, at eisini Føroyar mugu ansa eftir, at vit ikki gerast ov harðrend móti fremmandum sjó- monnum, sum bróta reglur- nar hjá okkum. - Nógv skip koma inn í okkara FAS-skipan, og hesi sigla um allan heim. Vit vita ikki frammanundan, hvat kann henda fyri skip og manningar, sigur Eyðstein Djurhuus. Í oddagreinini í Mið & Magn leggur formaðurin í Føroya Skipara-og Naviga- tørfelag dent á, at vit øll, sum á ymiskan hátt varða av okkara sjóvinnu, mugu virka fyri, at grundleggjandi rættarstøðan hjá sjófólki verður vard. Fiskavirking Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Løgtingið viðgjørdi seinnapartin í gjár uppskot hjá Miðflokkinum um at hækka upphæddina til keyp av frystum fiski til virkingar á føroyskum fiskavirkjum úr 1,25 krónum fyri kilo upp í 1,50 krónur. Málið snýr seg í hesum førinum um eina broyting í lógini um fiskivinnumenning á landi. Uppundir endan at viðgerðini á tingi í gjár, segði Bill Justinussen við Sosialin, at einar 800.000 krónur eru tøkar av hesi játtan, men at neyðugt er, at játtanin verður hækkað. Miðflokkurin fer annars at skjóta upp at játta 7,5 miljónir krónur, sum skulu brúkast til at stuðla keypi av frystum fiski til virkingar á føroyskum fiska- virkjum. - Málið er soleiðis í tveimum pørtum, har seinna málið um ítøkiliga krónutalið verður lagt fyri tingið í dag, mikudagin. Bill Justinussen segði seg annars fegnast um viðgerðina í gjár. - Eg haldi, at undirtøkan fyri at veita ein størri stuðul til keyp av frystum fiski hevur verið rættiliga góð undir viðgerðini, bæði frá andstøðu-og samgonguting- limum, segði løgtingsmaðurin í stuttari viðmerking seinnapartin í gjár. Málið um øktan stuðul til keyp av frystum fiski verður beint í vinnunevnd løgtingsins. Vilja hava meiri á kontoina til frystan fisk Gekk stak skjótt at fáa Skálaberg leysgivnan Í seinastu útgávu av Mið & Magn viðger Eyðstein Djurhuus støðuna hjá sjófólki í breiðari merking Mynd: Vilmund Jacobsen - Málið um Skálaberg sigur okkum, at eisini Føroyar eiga at hava áhuga í rættindum hjá sjófólki greitt, hvar Fagraberg fer á næsta túri, tá loyst verður aftur í Hanstholm. - Um loyvini í ES-sjógvi verða greið til ta tíð, verður helst farið í ES- sjógv at royna. Um loyvini ikki verða klár, verður helst farið uppaftur til Lofoten, sigur hann. Hetta er triði túrurin hjá Fagrabergi í ár. Hin fyrsti var ein svartkjaftatúrur, tá skipið var í Íslandi við fullari last – og á øðrum túri hevði Fagraberg eini 700-800 tons av matsild, sum varð landað á Ålesund-leiðini í Noreg. Smuglaðu kvinnur Í Abu Dhabi hevur dómsvaldið dømt 13 sýriskar ríkisborgarar í fongsul fyri at hava smuglað kvinnur úr Marokko til Sameindu Arabisku Emiratini og at noyða tær at arbeiða tær sum skøkjur har. Sjey av sýrialendingunum fingu lívlanga fongsulsrevsing, og hini seks, teirra millum ein kvinna, fingu tíggju ára fongsul. Í rættinum kom fram, at tær marokkansku kvinnurnar vórðu lumpaðar at koma til Sameindu Arabisku Emiratini við lyfti um veruligt arbeiði. Tær yngstu kvinnurnar vóru 19 ára gamlar, skrivar AP-tíðindastovan.