Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. januar 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 tíðindi Nr. 13 - 20. januar 2010 Skulu Føroyar sam­ metast við granna­ londini, skal talið av tingkvinnum vera minst 13. So flokkarnir hava 2 ár at fyrireika seg í. Hetta sigur Siv Friðleifsdóttir, ís ­ lenskur altingslimur, sum vitjar Føroyar Politikkur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Skulu Føroyar upp á støðið hjá Danmark mugu vit upp um 38 prosent í kvinnu um­ boðan. Sostatt skulu í minsta lagi 13 kvinnur veljast inn, ella 6 fleiri enn við seinasta val. Hetta var ein av boðskap­ unum í fyrilestrinum hjá Siv Friðleifsdóttir, ís lendsk­ um altingslimi, sum er gest­ ur hjá Norrøna Felagnum í Føroyum í hesum døgum. Heitið á fyrilestrinum í Norðurlandahúsinum týs­ kvøldið var „Politikari – ber tað til á høgum hælum“, og snúði hann seg bæði um javnstøðuna í Íslandi, um per sónligar royndir í poli­ tikki, og um hvussu vit í Føroyum kunnu koma fram á javnstøðuleið. Gongur undan 47 ára gamla Siv Frið leifs­ dóttir varð vald inn á ting í 1995 og hevur verið ráð­ harri í sjey ár tilsamans. Eitt nú í umhvørvis­ og heilsumálum. Hon hevur øll árini verið sera virkin í norðurlendskum samstarvi og í javnstøðumálum, har hon var millum stigtak ar­ arnar til íslendsku nevndina, sum svarar til føroysku Demo kratia. Kvinnurnar rudda – Tíbetur hava vit kvinnur í politikki – annars var ongin at rudda upp eftir monn un­ um. Orðini eigur Høgni Djur­ huus, skrivari í Norrøna Fe ­ lag num í Føroyum, sum bjóð aði vælkomin til tiltak­ ið við Siv Friðleifsdóttir. Og hann dróg fram dømini um Vigdis Finnbogadóttir, Maritu Petersen og nú aftur í Íslandi, har kvinnurnar koma framat valdinum, tá alt er farið á heysin. Hetta sæst serliga væl aftan á seinasta altingsval, sum var í úrtíð í 2009. Tá gjørdist javn“støðan“ tann, at kvinnuparturin kom upp á 43 prosent, sum er met í Íslandi. Á valinum í 2006 var kvinnuparturin 31,7 pro sent. Eisini kunnu vit nevna, at kvinnuumboðanin í verandi stjórn er 50 pro­ sent, forsætisráðharrin er ein kvinna, Jóhanna Sig­ urðardóttir, tingformaðurin er ein kvinna, Ásta Ragn­ heiður Jóhannesdóttir, og av teimum 6 varating for­ monnunum eru fimm kvinn ur. So ongin ivi er um, at kvinnurnar veruliga hava tikið valdið í Íslandi – sam­ an við mannfólkunum sjálv andi. Nógvir stuðulsbólkar Kvinnuligu politikararnir í Íslandi hava nógv samstarv sínamillum tvørtur um floks mørk. Eisini hevur hvør einasta tingkvinna ein Flýggja í Somalia Flóttafólkastovnurin hjá ST, UNHCR, sigur, at síðani á nýggjárinum eru umleið 63.000 fólk í Somalia noydd at flýggja frá húsi og heimi. Samstundis halda teir hørðu bardagarnir millum stjórnarherin og uppreistrarmenn fram í høvuðsstaðnum Mogadishu, og umleið 14.000 fólk eru flýdd haðani tær báðar seinastu vikurnar. UNHCR sigur, at nú eru umleið hálv onnur millión flóttafólk í Somalia. Harafturat koma umleið 560.000 somaliufólk, sum eru flýdd av landinum, og sum halda til í flóttafólkalegum í Kenya, Etiopia og Jemen. 13 kvinnur á ting Siv Friðleifsdóttir, altingskvinna, er errin av, at so nógvar kvinnur standa við róðrið í Íslendi. Hon ivast ikki í, at tað eisini hevði eydnast at fingið javnstøðu í føroyskan politikk um flokkarnir settu sær tað sum mál Mynd: Jens Kristian Vang