Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. desember 2001síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 242 - 14. desember 2001 27 Forlagið Ítróttar- bøkur hevur enn eina ferð syrgt fyri, at seta ein minnisvarða yvir farna fótbóltsárið BÓKAÚTGÁVA Tíðindaskriv Føroyskur fótbóltur 01 – í orðum og myndum verður at fáa í dag. Fótbóltsárbókin er ein trúgvur jólagestur. Fyrsta bókin varð givin út í 1992. Tað vil við øðrum orðum siga, at bókin í ár er tann tíggjunda. Um sæð verður burtur frá skemtibókini hjá Óla Peter- sen og Sosialinum, sum júst er komin á trettanda sinni, so er tað eindømi, at ein ár- bók í Føroyum er komin tíggju ferðir upp í slag. Tíðliga í sjeyti og aftur mið- skeiðis í áttati árunum vórðu royndir gjørdar at geva ár- bøkur út. Í báðum førunum eydnaðist tað at geva bøk- urnar út tríggjar ferðir. Líkist sær sjálvari Ein árbók skal líkjast sær sjálvari, men samstundis skulu tillagingar gerast. So- leiðis er tað við Fótbólts- árbókini. Heitið er Føroysk- ur fótbóltur í orðum og myndum. Landskappingin í 1. deild hjá monnum verður gjøgnumgingin, og eitt sind- ur verður eisini sagt frá kappingini í 2. deild. Tað verður skrivað um kvinnu- fótbóltin, og um steypa- kappingarnar, og tað verður tikið saman um landskapp- ingarnar í yngru deildunum. Landsliðini eiga sín part í bókini. Allir dystirnir hjá Allani Simonsen og hansara monnum verða umrøddir, og allar kappingarnar, sum øll hini landsliðini hava verið við í, eiga eisini sítt pláss. Umframt a-landsliðið hjá monnunum verða fýra onnur landslið umrødd: kvinnu- landsliðið, sum vann gull á oyggjaleikunum, U–19 landsliðið hjá monnum, U–17 landsliðið hjá dreingj- um og U–19 landsliðið hjá kvinnum. Í smáum greinum verður hugt aftur á, hvussu árið royndist hjá einstøku feløg- unum, og onkur fyribrigdi frá fótbóltsárinum verða eis- ini umrødd. Har verður m. a. tosað um útisetarnar, útlend- ingarnar í føroyskum fót- bólti, Ingi Højsted er fyri fyrstu ferð at síggja í Arse- nal búnanum, og tað verður m. a. skrivað um, hvør var elsti og yngsti spælarin í landskappingini í 1. deild, hvør var elsti og yngsti mál- skjúttin, hvør spælarin varð mest sektaður av dómarun- um, hvør dómari nýtti kort- ini mest, og soleiðis kundu vit hildið á. Umfatandi tilfar Myndirnar eru fyri tað mesta úr Ítróttarsosialinum, og Álvur Haraldsen hevur tikið tær flestu. Tað eru myndir í bókini av øllum FM vinnarunum og steypa- vinnarunum. Frá 5. deildar- liðnum hjá NSÍ, umvegis meistaraliðini hjá B36 og KÍ og til pinkurnar hjá Skála og smápiltarnar hjá B36, og hvør einstakur spælari á vinnandi liðunum verður nevndur. Fótbóltstølini eru mong, og í árbókini verður gingið sera nágreiniliga um tey. Eitt fullfíggjað yvirlit er yvir allar spælararnar í øllum 1. deildarfeløgunum. Har fæst at vita, nær teir eru føddir, hvussu nógvum dystum teir spældu við í, hvussu nógvar minuttir teir vóru á vøllin- um, hvussu nógv mál teir skoraðu, og um teir fingu gult ella reytt kort. Hagtalstilfarið yvir lands- liðsfótbóltin er eisini sera nágreiniligt. Tikið verður saman um farnu undankapp- ingina, og uppstillingarnar hjá øllum teimum føroysku landsliðunum í øllum dyst- unum eru tøkar. Fótbóltsárbókin er, sum hon var í fjør, 180 síður, og prísurin er tann sami – 148 krónur. Tvær ferðir á rað hava hoyvíkingar verið nær einum eyðmýkj- andi tapi, men hóast hetta, so hava teir nú vunnið seg fram til hálvfinalurnar í Coca-Cola kappingini COCA-COLA KAPPINGIN – MENN Jákup Mørk Tað líktist mest av øllum einum avgreiðsluspurningi, tá hoyvíkingar í sínari fjórðingsfinalu vóru ein- asta fyrstudeildarliðið, sum fekk dyst móti einum liði úr næst bestu deildini. Lutakastið staðfesti tá, at hoyvíkingar skuldu royna seg móti næstbestu neista- monnunum, og so mundu tey flestu halda, at H71 mest sum var komið í hálv- finaluna. Eingin løtt uppgáva Ikki tí. Hoyvíkingar høvdu í 1/8-finaluni alstórar trup- ulleikar av triðjudeildar- liðnum hjá Kyndli, og onk- ur helt, at teir næst bestu hjá Neistanum mundu ger- ast ein enn størri biti, men hinvegin mundu hoyvíking- ar eisini hava lært frá tí dystinum, at tað sjáldan loysir seg at undirmeta mótstøðuna. At hoyvíking- ar máttu vera Halgir Dahl Olesen fyri uttan, eins og Neistin var sera væl mann- að til dystin, átti at havt so stóra ávirkan, at ivi skuldi verða um úrslitið. Tað skuldi tó skjótt vísa seg, at talan heldur ikki hesa ferð skuldi gerast um nakran »walk-over« hjá hoyvíkingunum. Neista- menn fóru hugagóðir undir møtumiklu uppgávuna, og tá H71 so ikki tóktist at vera serliga heilhjartaðir á vøllinum, var tað í stórum pørtum av fyrra hálvleiki Neistin, sum var við yvir- lutan. Vaknaðu ikki Tann, sum hevði roknað við, at hoyvíkingarnir fóru at rakna við aftur eftir steðgin, fór púrasta skeivur. Teir sleptu ikki takinum á Neistanum, men hinvegin høvdu teir sera ilt við at prógva, at munur eigur at vera á fyrstu og aðru deild. Hóast teir vunnu seg upp- aftur, so svaraði Neistin aft- ur, og tað tóktist eina løtu sum um fyrrverandi neista- leikarin, Finnur Hansson, var hin einasti, sum veru- liga vildi vinna dystin. Átta minuttir fyri leiklok var Neistin soleiðis fram- vegis á odda, men loksins raknaðu hoyvíkingar við. Teir vunnu hesa seinastu løtuna 5-1, og kundu so- leiðis draga andan nakað lættari, nú tað aftur var eydnast teimum at sníkja seg fram við einum liði, sum á pappírinum átti at verið nakað væl veikari. Í hálvfinalunum fer hetta tó neyvan at ganga. Mót- støðan tá verður helst dygg- ari, enn næst- og triðbestu liðini hjá grannunum kunnu geva, men hinvegin er so heldur einki at ivast í, at hoyvíkingar til ta tíð fara at taka uppgávuna í størri álvara. Dysturin í tølum H71-Neistin II 29-27 (15- 17): Málskjúttar: H71: Finnur Hansson 13(1), Bjarni Wardum 6, Olaf Vestergaard 3, Hallur Danielsen 3, Kristjan Petursson 3, Janus M. Joensen 1 Neistin II: Lars Meyer 9(2), Ragnar Stakksund 3, Finnur H. Petersen 3, Helgi Justinussen 3, Sofus Dal- Christiansen 2, Ári Rouch 2, Hans Laksá 2, Bogi Simonsen 2 Brotskøst: H71 2, Neistin 3 Útvísingar: H71 2, Neistin 2 Diskvalifikatión: Neistin 1 (Beinleiðis reytt) Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. H71-Neistin II 29-27 (15-17): Hoyvíkingar sníkja sær framvið Við sínum 13 málum var Finnur Hansson – sum áður hevur leikt við Neistanum – høvuðsmaðurin í tepra sigrinum hjá hoyvíkingum Oddaliðið í aðru deild kundi ikki gera stórvegis við besta kvinnuliðið í landinum, tá VÍF og Tjaldur hittust í steypakappingini COCA-COLA KAPPINGIN – KVINNUR Jákup Mørk Tað var kanska ikki tann stóri spenningurin um dystin, tá VÍF og Tjaldur fóru at dystast miku- kvøldið. Fáir áskoðarar í annars hondbóltskátu bygdini høvdu leitað sær veg niðan í høllina, og tey, sum vóru komin, sóu sum so tað, sum væntast kundi. VÍF á øllum Heimaliðið var risa stór- ur favorittur undan dyst- inum, og tað stóð eisini skjótt greitt, at her fór ikki at bera so nógv til hjá Tjaldri. Sjógvur varð rættiliga skjótt lagdur ímillum liðini, og tó at Tjaldur av og á slapp at svara aftur, so hevði heimaliðið alla tíðina tamarhald á. Spakuliga øktu tær um leiðsluna, og tá komið var inn í seinna hálvleik, stóð øllum greitt, at her fór spenningurin mest av øllum at stnúgva seg um, hvussu stórur sigur- in hjá VÍF skuldi verða. At hann ikki gjørdist størri enn tey 13 málini, komst mest av, at heima- liðið stundum tók sær rættiliga av løttum, men hóast hetta, so prógvaði Tjaldur eisini í løtum, at tær komandi árið ætla sær meira enn leiklutin sum botnproppur, og tað kann gerast spennandi at fylgja. Dysturin í tølum VÍF-Tjaldur 36-23 (17- 10) Málskjúttar: VÍF: Nicoleta Radu 11, Ioana Rápa 7(2), Fríða Marjunardóttir 6(1), Jacklin Durhuus 3, Barbara á Rógvu 2, Sóley Mikkelsen 1, Alis Høghamar 1 Tjaldur: Vesna Toma- jek 11(4), Beinta Joen- sen 6, Oddvá Fossdalsá 2, Turið Lamhauge 2, Heidi Jacobsen 2 Brotskøst: VÍF 3, Tjald- ur 4 Útvísingar: VÍF 3, Tjaldur 2 Dómarar úr VÍF: Janus Jensen & Piddi Negru VÍF-Tjaldur 36-23 (17-10): Ivaleysur VÍF-sigur Fótbóltsárbókin er komin Tíggjunda árið á rað hevur forlagið Ítróttarbøkur givið út árbók um føroyskan fótbólt 27 Nr. 242 • fríggjadagur • 14. desember 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Neistin vann fjórð- ingsfinaluna ímóti Kyndli, og hava so- leiðis aftur í ár vunn- ið sær sæti millum fýra tey seinastu liðini COCA-COLA KAPPINGIN – MENN Jákup Mørk Eftir tvey tap í landskapp- ingini, hevði Kyndil miku- kvøldið møguleika at fáa eitt slag av hevnd, tá teir í Coca-Cola kappingini skuldu royna seg ímóti grannunum úr Neistanum. Vónirnar hjá Kyndli um sigur mundu heldur ikki vera viknaðar av, at Bárður Johannesen nú aftur var tøkur eftir leikbann, eins og fyrrverandi kyndilsmaður- in, Hans Áki Dal-Christ- iansen, var leikbannaður hjá Neistanum. Kyndil stríddist Tað var eisini leingi líkt til, at tað eins væl kundi verða Kyndil sum fór at vinna dystin, tí hóast Neistin higartil hevur roynst betri av teimum, so var lítil og eingin munur fyrstu løtuna. At kalla allan fyrra hálv- leik skiftust liðini um at hava leiðsluna, og var tað ikki fyri avrikið hjá Jacob Jónsson, so hevði tað helst verið rættvíst, at kyndlarnir vóru framman fyri í steðg- inum. Seinna umfarið tóktist tað alt fyri eitt, sum um Neistin nú vildi seta alt upp á pláss. Innan fáar minuttir høvdu teir økt leiðsluna upp í fimm mál, og so mundu flestu áskoðararnir halda, at nú var leyst og liðugt. Men Kyndil gavst ikki. Heldur treiskaðust teir. Bitu tenn saman í verjuni og stríddu seg spakuliga nærri grannunum, og tá einir tíggju minuttir restaðu at leika, var aftur fast sam- band ímillum grannarnar. Neistin gjørdi tó aftur ein vørr. Teir skutu fýra mál á rað, og tá Kyndil so ikki megnaði at gagnnýta eina útvísing hjá Kára Morten- sen, stóð tað øllum greitt, at heldur í steypakappingini skuldi tað hepnast nakað serligt hjá Kyndli í ár. Avrikið móti Neistanum bendi tó enn eina ferð á, at tá stríðsviljin á liðnum er í lagi, kann hesin røkka langt, og tó at tað ikki var nóg mikið hesaferð, so er væl hugsandi, at hetta kann birta undir eina vón, um at liðið nú fer at standa seg betri, enn teir hava gjørt, í landskappingini. Dysturin í tølum Neistin-Kyndil 33-27 (14-14) Málskjúttar: Neisitn: Heini Joensen 7(2), Jacob Jónsson 6(1), John Petersen 6, Áki Mørk 6, Kári Mortensen 4, Elmar Ósá 4 Kyndil: Høgni Klein 8, Bárður Johannesen 7(4), Janus E. Sørensen 3, Regin Johannesen 3, Josef Abra- hamsen 2, Jónleif Sólsker 2, Rói Árting 2 Brotskøst: Neistin 4, Kyndil 7 Útvísingar: Neistin 5, Kyndil 2 Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum & Hannis War- dum. Í landskappingini sleppa hondbólts- dómarar ikki at døma dysir hjá egnum felag, men spurningurin er, um nøkur haldgóð orsøk er fyri, at hetta ikki kann lata seg gera HONDBÓLTSDÓMARAR Jákup Mørk Í dystinum millum Kyndil og Neistan var støðan viðvíkjandi dómarunum eitt sindur serlig. Tað varð nevnliga avrátt, at tað skuldu verða Hannis og Uni Wardum úr Kyndli, sum skuldu døma dystin. Onkur var kanska bangin um, at hetta kundi ávirka dystin, um nógv kom at standa á, men hesir fordómar vórðu tó gjørdir til skammar undir dyst- inum. Gera sítt besta Sjálvir himpraðust dómar- arnir tó ongantíð, tá teir vórðu spurdir eftir, um teir kundu døma. - Tað dugi eg ikki at síggja sum nakran trupul- leika. Hetta at døma »sítt egna« felag er nakað, sum dómararnir hava tosað nógv um seinnu árini, sigur Hannis Wardum. - Vit hava tað jú akkurát sum leikararnir á liðunum, tá vit fara til dyst. Vit hugsa ikki um, hvørji liðini eru, men vilja heldur leggja dent á at fremja eitt so gott avrik sum gjørligt. Tað er jú tað, sum vit eru settir til. - Enn er einki konkret komið á borðið viðvíkjandi einum dómarafelag, men vit hava tosað um at stovnað eitt felag, sum so kundi verið leyst av hondbóltsfeløgunum, og har dómararnir kundu dømt dystir hjá øllum feløgum. - Støðan er jú tann í dag, at vit hava alt ov fá dómara- pør. Støðan verður helst ikki betri eftir jól, tá tað er líkt til, at runavíkingarnir fara at hugsa meira um fótbóltin, og sjálvt um eitt par helst er ávegis úr Kyndli, so er ikki vist, at hetta bøtir so nógv um. - Støðan kann jú gerast hon, at eitt nú Kyndil dyst eftir dyst fær sama dómara- par, og tað kann verða ein óheppin støða. Bæði fyri leikarar og dómarar. Skal hetta ikki henda í verandi skipan, mugu feløg kroysta fólk til at døma, og tað kann so heldur ikki verða rætt. Tá hevur tú dómarar, sum døma, tí teir eru noyddir til tað, og ikki tí hugurin er til tess. Habiliteturin At enda kann skoytast uppí, at tað neyvan ber til at útihýsa dómarum frá ávís- an dystum, tí habiliteturin ikki er í lagi. Sum so ofta nevnt í Føroyum, so eru vit øll meira ella minni inhabil, tí samfelagið er so lítið, og hetta verður kanska best undirstrika við júst Hannisi og Una. Sum er kunnu teir ikki døma Kyndil, sum er felagið, ið teir umboða. Hinvegin kunnu teir døma dystir hjá Neistanum og H71. Hetta hóast Uni í drúgt áramál var fastur fús- ur hjá Neistanum, og hóast yngsti beiggin, Bjarni, í dag er millum mest týðandi leikararnar hjá H71. Opni spurningurin er so, hví slíkt dómarapar ikki eins væl kann døma dystir hjá Kyndli sum hjá øðrum, og dómaraavrikið mikukvøld- ið gav so onga haldgóða orsøk fyri, at hetta ikki skal vera gjørligt. Neistin-Kyndil 33-27 (14-14): Teir bláu í hálvfinaluni Tað gekk leingi sera javnt fyri seg, tá Neistin og Kyndil hittust á Hálsi, men at enda var tað tó Neistin, sum dróg longra stráðið Døma sínar egnu Hannis Wardum, sum her sæst saman við beiggjanum, Una, dugir ikki at síggja nakra orsøk til, at dómarar ikki kunnu døma dystir hjá felagnum, sum teir umboða Mynd: Álvur Haraldsen Toftamenn hava gjørt avtalu við danskan áleypara fyri komandi kappingarár Á heimasíðuni, b68.fo, skrivar B68, at felagið nú hevur tryggjað sær nýggjan áleypara til komandi kappingarár. Talan er um 25 ára gamla Anders Nygaard, sum áður hevur leikt undir Frank Skytte í bæði Glostrup og Hvidovre. Hetta seinasta hálva árið sum yrkisleikari burturav. Undan hesum var greitt, at B68 hevur mist Súna Fríða Johansen til GÍ, og tí hevur verið neyðugt at styrkja um álopspartin. -jm Dani til B68 C M Y K 26