Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. desember 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 242 - 14. desember 2001 Nr. 242 - 14. desember 2001 25 Minningarorð um Heidi Jensen fødd 30.04.70 deyð 10.12.00 Tað vóru tung boð, vit fingu 10. des. 2000, at tú, góða Heidi, var farin, bara 30 ára gomul. Tú, sum var mitt í lívsins blóma, hevði fingið mann og tvær deiligar gentur, sum tú var so góð við, og sum vóru góð við teg. Tú var farin til Danmarkar eitt ár at ganga í skúla og skuldi koma heim aftur um miðjan januar, og vit vistu at tú gleddi teg ómetaliga til tað. Vit sóust seinast í mai, tá ið vit vóru til konfirmatión saman, tá visti eg ikki, at hetta varð okkara seinasti dagur saman. Tit komu øll at vitja okkum, mamma tín og tú, flennandi sum altíð. Tankarnir leita nú aftur til ta tíð, vit fingu loyvi at hava teg millum okkum. Eg minnist, hvussu nógv vit gleddu okkum til tú bleiv fødd, tað var á Tvøroyri, har foreldur tíni búðu tá, eg og Tórfríð sluppu at vitja teg alt fyri eitt og blivu so góðar við teg. Síðan fluttu tit til Sands, har tú vaks upp, men tú var ofta her norði í Skopun hjá ommuni og abbanum og øllum hinum, sum vóru so góð við teg. Tú var altíð so hjálpsom. Tú fekk fleiri systkin, og tey elskaðu teg, tí tú bleiv sum ein mamma fyri tey. Altíð vildu tú vita, hvar tey vóru, og spurdi, um tú ikki sá tey. Síðan kom tann tíðin tú var vaksin og fór til Havnar at arbeiða. Sum 20 ára gomul gjørdist tú álvarsliga sjúk, men tú var sum altíð tolin og bar hetta so væl. Tú takkaði altíð fyri lívið og tók tað ikki sum eina sjálvfylgju. Fyri sjey árum síðan misti tú beiggja tín í bilvanlukku, og hetta tók tær fast. Í øllum hesum hevði tú stóra umsorgan fyri foreldrunum hjá tær, ringdi ofta suður at vita, hvussu tey høvdu tað og vildi ikki, at tey skuldu vera kedd. Nú er tín rødd tagnað, øll tíni sita aftur í stórari storg, eingin er, sum ringir suður og spyr, hvussu tey hava tað, saknurin er stórur hjá øllum. Vit skilja ikki Harrans vegir, men vit hava bara ta trúgv, at tú er spard fyri okkurt. Tú er nú saman við øllum teimum, sum tú var góð við, og sum fóru undan. Sum mamma tín syngur í einum sangi: Um Himmalin eg droymdi og vakurleika har eg hevði ongan longsul at búgva heima har. Men nú ið mong av mínum tey farin eru heim mær hjartaliga leingist at møtast har við teim. Ein dag skal dreymur mín veruleiki verða, ein dag tá skal eg síggja Himmalin. Tann dag skal sorgin ei meira meg níva, tann dag, tá Jesus turkar tár av kinn. Ja, góði Herálv, Hilda og Benita, Fríðbjørg, Patsy, Frankie, Valborg, Frans, Edmund og Valborg omman, øll, sum stóðu Heidi so nær, orð eru so fátæk í hesi stóru sorg, men ein dag skulu vit aftur møta Heidi handan sýn, har bara gleði er. Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um okkara Heidi. Fríðhild Eg hómi eitt land handan handastu íður, tað einasta landið um ævigar tíðir; tá nátt mær er myrkast og myrkrið mær svartast, tá lýsa teir ættlandsins vitar mær bjartast. So sáran tá leingist mær landið at skoða, sum frægir í forðum mær frá hava boðað, tí har er ei heyst, eingin baldrutur vetur, har er bara summar, og sólin ei setur. Eg takki tær, Guð mín, at tú handan hav mær í landinum borgararættindi gav mær; leið tú meg ta leið, sum tú legði til landið, har tú ræður eina, tín sonur og andi. – Tey flestu línuskip- ini eru úti, so vit vænta eitt ávíst trýst undan jólum. Vænt- andi fara vit at arbeiða heilt fram til fríggjadagin, 21. desember, men hetta veldst um, hvussu nógvur fiskur kemur uppá land í vikuni undan høgtíðini, siga tey í Klaksvík FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Klaksvík: Tá ið vit frættu av Kósini seinnapartin mikudagin, hevði eingin landing verið beinleiðis til virkið tríggjar fyrstu dag- arnar í vikuni. Men línu- skipið, Pison, var á veg inn. Ivasamt var, hvør keypir lastina. Kósin plagar sum oftast at keypa fiskin hjá línubátunum í Klaksvík. Í vikuni hevur virkið ann- ars keypt 180.000 pund av fiski frá P/F Beta í Sal- tangará og Fiskamarknaði Føroya á Toftum. Virkið hevur eisini keypt fisk á uppboðssøluni í Klaksvík. - So, vit hava nóg mikið av fiski til hesa vikuna, og vit arbeiða hvønn dag,siga tey á Kósini. “Jólaball” og arbeiðstrýst Í Klaksvík siga tey, at flestu línuskipini eru úti, og tí rokna tey við einum ávísum arbeiðstrýsti í vikuni undan jólum, um veðrið heldur sær, og fiskur verður at fáa. - Soleiðis plagar at vera, og soleiðis verður helst eisini í ár. Verðurneyðugt, fara vit at arbeiða til og við fríggjadagin, 21. desember. Tá ið vit frættu miku- dagin, gleddi arbeiðsfólkið á Kósini seg annars til “jólaballið”, sum tey tóku til. Hetta verður í kantinuni á virkinum í kvøld, fríggja- kvøldið, 14. desember. - Hetta plagar at vera eitt hugnaligt kvøld, og flest øll plaga at vera við.Onkuntíð hava vit keypt okkum undirhald, og tað setir sín serliga dám á. Og jóladøgurðan gera tey sjálvi á Kósini. - Vit hava havt havt kokk her í nøkur ár, sum burtur av er knýttur atkantinuni. Her er eisini kiosk, og eini trý fólk taka sær av kantin- uni um dagarnar. Og so fellir prátið aftur á tann nógv umrødda døg- urðatíman, sum togast hevur verið um á Kósini í eina tíð. - Sjálvt um vit hava frí í døgurðatímanum, so keypa fleiri døgurða íkantinuni; fleiri eta døgurðan her, onnur taka hann heim við. Fólk á Roykivirkinum keypa eisini døgurða á Kósini, og tey taka hann vanliga heim á Roykivirkið við sær. Á Kósini vænta tey, at toganin um døgurðatíman skjótt verður loyst, soleiðis at ein matarsteðgur verður í ein hálvan tíma millum kl. 12 og 13. Sjúrðarberg komin og farin Fyri umleið 14 døgum síðan kom trolarin, Sjúrðar- berg, eystaneftir við fryst- um toski. Teir høvdu fulla last. Hetta er fyrsti túrurin hjá teimum á toskaveiði í eitt heilt ár ella so., tí undan hesum túrinum vóru teir á rækjuveiði. Sjúrðarberg, sum J.F.K. Trol eigur, er eisini farin avstað aftur. Frysti toskurin er land- aður á Kósini, men sum skilst, er ikki endaliga av- gjørt enn, hvagar hann verður seldur, men helst fer hann til Noregs, tí har er prísurin betri fyri hendan fiskin. Á Kósini vænta tey ikki, at tey fara at keypa nakað av hesi lastini. Virkið hevur áður keypt frystan fisk frá Sjúrðarbergi, men sum skilst, hevur úrslitið ikki verið nakað serligt, tá ið samanum er komið. - Men tað er ikki tí, at fiskurin ikki er góður. Hetta er góður kvalitetur, mennorðmenn eru fremri í kappingini um frysta fiskin enn vit, og teir hava eisini drúgvari royndir. Á Kósini fara tey at gera onkrar smávegis broyting- ar, meðan fiskaarbeiði ligg- ur stilt um jóltíðir. Ein bandfrystari, sum frystir portiónir, skal skiftast út við ein nýggjari, og okkurt gólv skal gerast um. Nýggi bandfrystarin frystir nógv fleiri tons enn hin gamli. Fólkið á Kósini: Gleða tey seg til »jólaball« Á Kósini fara tey at gera onkrar smávegis broytingar um jólini. Ein bandfrystari, sum frystir portiónir, skal skiftast út við ein nýggjan, og okkurt gólv skal gerast um. Rætting Av tí at okkurt var dottið burtur í hesum minningarorðum, endurprenta við tey. Blaðleiðslan Meðan amerikanarar tveita sínar sterkastu bumbur niður yvir Tora Bora í Afghanistan, bendir nógv á, at sjálvt málið, Osama bin Laden, langt síðani er farin haðani. ÚTLAND Fartekst Amerikanska blaðið Christian Science Monitor, sum ber orð fyri at hava álítandi keldur, skrivar, at Osama bin Laden er langt síðani farin úr Afghanistan. Blaðið sigur seg hava fingið tíðindini frá arabiska fíggjarmanninum og Al- Qaeda-leiðaranum Abu Jaffar. Hann hevur greitt blað- num frá, at bin Laden var í Tora Bora herfyri, men at hann tvær ferðir fór úr holunum, hann og menn hansara fjaldu seg. – Hann fór fyrst at tosa við Taliban-leiðaran Mo- hammed Omar og gisti hjá honum í Kandahar. Hetta var fyri trimum vikum síðani. Fyri einari góðari viku síðani fór bin Laden til Pakistan. Tað vóru pashtunar, sum hjálptu honum um markið, sigur Abu Jaffar við Christian Science Monitor. Hetta eru tær fyrstu álítandi og beinleiðis upp- lýsingarnar um, at Osama bin Laden als ikki er í Afghanistan. Upplýsing- arnar eru eisini í samsvari við onnur tíðindi seinastu dagarnar. Tey hava sagt, at bin Laden kom til fjalla- lendið har eysturi í Afghanistan tveir dagar, áðrenn býurin Jalalabad fall, og at hann seinni valdi at fara til Pakistan. Amerikansku myndug- leikarnir halda fast um, at bin Laden er ikki farin til Pakistan, men eygleiðarar siga, at hann kann lættliga vera komin hagar, áðrenn pakistanski herurin styrkti vaktarhaldið á markinum. Ber til at flýggja Varaovastin hjá ameri- kansku deildunum í Af- ghanistan, Peter Pace, viðgekk eisini mikudagin, at tað er vónleyst at halda eygað við øllum, sum fyri- ferst í fjøllunum har eysturi í landinum. - Ein bólkur upp á t. d. 15 ella 20 fólk kann lættliga fjala seg í fjøllunum og sleppa til pakistanska markið, uttan at nakar varnast tað, segði Pace. - Vit vita ikki, hvør flýggjar, men vit noyðast at ásanna, at tað letur seg gera at sleppa burtur haðani, legði hann afturat. UTTAN ÚR HEIMI Minst átta fólk lógu eftirá eftir ógvusligan skotbardaga uttan fyri indiska tjóðar- tingshúsið í gjár ÚTLAND Fartekst Skotbardagin brast á, tá seks ókendir menn brádliga fóru at skjóta uttan fyri eina av inngongdunum til tjóð- artingshúsið. Trygdar- menninir, sum stóðu á varðhaldi, skutu afturímóti, samstundis sum politikarar og oinnur royndu at leita sær skjól inni í ting- húsinum. Indiska tingið var júst liðugt við dagsins fund, tá skotbardagin brast á, men nógvir tinglimir vóru fram- vegis inni í tinghúsinum. Eisini fleiri stjórnarlimir, teirra millum George Fernandes, verjumálaráð- harri og Lal K. Advani, innanríkisráðharri, vóru í tinghúsinum, har teir noyddust at bíða, meðan skotbardagin leikaði á. Sambært indisku mynd- ugleikunum doyðu fimm av teimum seks álops- monnunum og tríggir trygdarmenn. Nógv tíðindafólk og myndafólk høvdu verið í tinghúsinum og fylgt ting- fundinum, og tað hevði við sær, at skottilburðurin varð sendur beinleiðis í fleiri indiskum sjónvarpsstøðum. Indiska stjórnarskriv- stovan boðaði eftir til- burðin frá, at Atal Bihari Vajpayee, forsætisráðharri var ikki staddur í ting- húsinum, tá teir ókendu menninir lupu á, men aðrar keldur vildu vera við, at forsætisráðharrin skuldi júst fara úr tinghúsinum, tá skotbardagin byrjaði. Indiskur politikkur hevur eina blóðuga fortíð, og fleiri av landsins fremstu politikarunum eru vorðnir myrdir, teirra millum for- sætisráðharrarnir Indira Gandhi og Rajiv Gandhi. Bin Laden langt av landi skotin Amerikansku myndugleikarnir halda fast um, at bin Laden er ikki farin til Pakistan, men eygleiðarar siga, at hann kann lættliga vera komin hagar, áðrenn pakistanski herurin styrkti vaktarhaldið á markinum Mynd: Reuter Skotbardagi við tinghúsið C M Y K 25 24