mikudagur 20. januar 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 - 20. januar 2010
17
Orðini eigur Bjørnstjerne
Bjørnson, sum var borin í
heim í Noregi tann 8.
desember 1832
Vitt er til veggja í hesum
rúmsátta hugtaki, sum júst í
hesum døgum hoyrist úr
Íslandi um øll heimsins
høv og lond, nú forseti
Íslands, Ólafur Ragnar
Grímsson, sýtir fyri at
staðfesta Icecave-lógina,
sum nýliga varð samtykt í
Altinginum. Málið skal til
fólkaatkvøðu, sigur forset-
in, sum sigur seg tá bert
fylgja teirri demokratisku
mannagongd, sum nú vald-
ar í øllum tí nýggja Europa.
Hetta er lætt lop um
rapaða garðin, tí forsetin
veit, at íslendska fólkið í
túsundtali hevur gingið
kravgongur í Reykjavíkar
gøtum og á tann hátt lýst
sína støðu í málinum.
Fólkið krevur, at úlvar-
nir, teir, sum hava rænt fæ
landsins og krógvað tað
burtur, verða revsaðir, og
ikki tey, sum einki hava
fingið av gulli og góðsi.
Men tað smakkar best í
hesum døgum at skáka sær
undan og gloyma, at valdið
og ræðið á øllum heimsins
viðurskiftum – bæði fíggj-
arligum og politiskum –
hevur alla tíðina ligið í
hondum fólksins, og tí eig-
ur fólkið evstu ábyrgdina.
Og umheimurin øtast við,
tá nú Altingið síðst í farnu
viku strikar sína egnu sam-
tykt og til fulnar tekur undir
við forsetans “góðu og
demokratisku europeisku
siðvenju” og snarar málið
til fólkaatkvøðu, hvørs úrs-
lit longu er øllum greitt. Og
tað rínir ikki á, at hesar av-
gerðir bera brá av avtalað-
um spæli!
Einum kemur til hugs
orð íslendingsins, tá hann í
skemtiløtu verður lagdur
undir at svara føroyingin-
um: Ney, ney, blessaður,
egg bara seyð so. Teir
høvdu lovað burtur
olmussu á vandamiklari
sjóferð og høvdu akkurát
sjabbað land upp. Sjáldan
rýkur av ongum brandi,
verður sagt.
Hetta íslendska fyribrigd-
ið verður eisini viðgjørt av
Bjørnstjerne Bjørnson í
brævi, hann á heysti 1867
skrivar til vinmannin Hilm-
ar Finsens, ið tá var stift-
amtmaður og landshøvd-
ingi á Íslandi, soleiðis:
- Hvad der er offentlig-
gjort om de islandske For-
holde vidner vistnok om
meget mangelfuld dansk
Administration, men det
vidner ogsaa om saamegen
islandsk Vrangvilje og
dum Umedgjørlighed, at
det er godt, Islænderne i
saa eminent Grad have sig
selv til Venner, thi de have
nu vist ingen anden – om
de ogsaa have havt. Dertil
maa det forbavse Enhver,
at Islænderne have for-
staaet saa lidt at arbejde
for sig selv baade før og
nu. Den samme blinde
Egenkjerlighed, som de nu
vise ligeoverfor Danmark,
maa de før have vist og
vise, den Ene ligeroverfor
den Anden, og Alle lige-
overfor det Hele.
- Í einum øðrum brævi
seinni sama heystið skrivar
hann aftur til Hilmar Fin-
sen og staðfestir so bein-
rakin: Jeg er vis paa, at den
danske Rigsdag og Presse
vil have Forstand til at
overlade Island til sig selv,
og da lade dets Hjælpe-
kilder selv grave sig sine
veje. (Símun av Skarði í
Varðanum, bind 12).
Enn er langt á mál, men
vónin er tó lív lagað tey
komandi tólv hundrað árini.
Lopra, tann 11. jan. 2010
Ulves gule hyl
Jákup Joensen
Í Landsfundarsamtykt
Sjálvstýrisfloksins 2008,
og í løgtingslógaruppskoti
Løgtingsmál nr. 32/2008:
Uppskot til løgtingslóg um
viðferð teirra, ið hava
goldið meirvirðisgjald av
skrásetingargjaldi, heitti
Sjálvstýrisflokkurin á Før-
oya Løgting um at geva
øllum føroyingum somu
rættindini í MVG málinum.
Hetta uppskot varð felt við
aðru viðgerð á Føroya Løg-
tingi við atkvøðunum 23
nei, tvær blankar, tvær fyri.
Landsnevndin staðfestir
og harmast um, at hvørki
avarðandi ráðharri ella
samgonga hava himprast
við, nú tað er staðfest bæði
av Skatta- og avgjaldskæru-
nevndini, (í úrskurði 25.
oktober 2006, mál 06-03-
31-40) Og av Føroya
Rætti, at landsstýrið
óheimilða hevur tikið ov
nógvan pening frá túsund-
tals føroyingum.
Samgongan letur nú
almenna stovnin TAKS
einsamallan eiga alla
ábyrgdina av illa smíðað-
um lógum, ið landsstýrið
einki ger fyri at bøta um.
Landsnevnd Sjálvstýris-
floksins staðfestir enn eina-
ferð, at málið er komið
hagar, at bert Føroya Løg-
ting kann og eigur at rætta
upp tann skeivleika og
órætt, sum nógvum føroy-
ingum hevur verið fyri.
Tingið má staðfesta, at
allir føroyingar fáa somu
viðferð, tá ið rætturin hev-
ur talað. Landið má tí seta
fyrning til viks í hesum
málinum.
Landsnevnd Sjálvstýris-
floksins heitir á tingmann-
ing floksins um sum skjót-
ast at reisa málið um MVG
gøluna á Tingi og leggja
fram aftur: Uppskot til løg-
tingslóg um viðferð teirra,
ið hava goldið meirvirðis-
gjald av skrásetingargjaldi.
Landsnevnd
Sjálvstýrisfloksins
Føroya Løgting eigur at tryggja
øllum javnbjóðis rættindi
Hvussu nógv kostar
eitt sambýlispláss?
Sambært Kommunu-
felagnum gjalda komm-
unurnar allar nýíløgur,
viðlíkahald av
bygningum og dagligan rakstur. Eisini ynskja
kommunurnar stovnar í sína kommunu, tí tað gevur
almenn arbeiðspláss. Men hvat kostar, og hvør skal
gjalda?
Øll, fjølmiðlar og serliga Kringvarpið, okkara
public service stovnur, eru á gosi um, at tey gomlu nú
skulu gjalda meir fyri at búgva á sambýli. Onki var
meiri sjálvsagt enn at okkara almenni miðil lýsti fyri
okkum, hvørjar útreiðslurnar eru. Undarligt at
landstýrið ikki ger tað.
Er kringvarpið objektivt?
Tað tykist mær sum um serliga útvarpið í heilum er í
hernað móti tí til einhvørja tíð sitandi landstýri, bara
fyri at vera tað. Hví ikki lýsa støður og sannleikar,
soleiðis sum landið nú einaferð liggur?
Eitt lýsandi dømi er glantrileikurin, ein ávísur
fólktingsmaður spælir móti sínum samstarvsfelagum
og ikki minst móti uttanríkisráðnum. Hesin fær so
sanniliga sína umtalu, meðan okkara uttanríkisráð,
har kjøt veruliga er á visiónum og handlingum, fær
lítla umtalu og heldur verður speirikið, klokkuklárt
eftir divisuni um, at vit duga onki, orka onki, eru so
pikkalítil, at onki ber til.
Á hini síðuni hava vit kong gularót. Meir enn
nakað skínur fólkatingsmaðurin á danatingi av
sjálvsøkni og bonaðum gólvum. Miðlarnir skuldu lýst
okkum tað, men nei, nei, borin á lógvum, og vit
mugu bíða eftir barninum: “Júmen? Mamma!
Mamma! Maðurin er í ongum klæðum!”
Ein objektiv lýsing er neyðug, skulu støður skiljast
og avgerðir takast.
Í 2004 gjørdi sPF Westtec eina greining av útreiðsl-
um til almenn røktarpláss. Sambært hesum vóru
rakstrarútreiðslurnar fyri ein brúkara á sambýli kr.
800,- um dagin, ella umleið kr. 25.000,- um mánaðin,
hvønn mánað. Lítið man vera at ivast í, at hetta tal í
dag er hækkað til kr. 30.000,-. Leggja vit nú
pensjónina afturat og draga mánaðarliga gjaldið frá,
skulu almennu Føroyar gjalda uml. (30.000 + 9.000)
– 50000 = kr. 34.0000,- um mánaðin fyri hvønn
brúkara á einum sambýli. Tá eru íløgurnar til at
byggja sambýli ikki tiknar við.
Spurningurin er so: Hava vit føroyingar, við einum
almennum halli uppá 1,4 milliard krónur, ráð til tað?
Latum okkum við tað sama sláa fast, at tað eru ikki
tey gomlu, sum eru so kostnaðarmikil, tey hava altíð
sett tering eftir nering. - Tey dýru eru vit og okkara
nútíðarsamfelag, sum eru um tey.
Men onkur skal gjalda!
Avgerandi er at vit fáa lýst málini objektivt, eisini
sjálvt um ein møgulig góð loysn fyri samfelagið
gongur út yvir okkara persónliga dagligdag.
Loysnin má ongantíð verða, at danir skulu gjalda.
Tá standa vit aftur sum fíni føroyingurin á danatingi.
Nakin!
Tering eftir nering
Jákup á
stongum
Sosialurin hevur í bløðun-
um 14. og 15. januar um-
røtt støðuna hjá omanfyri
nevnda listaverki, sum
stendur á økinum hjá
Listasavni Føroya.
Fyri at greiða frá málin-
um, sum tað er, vil eg koma
við nøkrum rættleiðingum,
til tær misvísandi endur-
gevingar í Sosialinum.
Upplýsast skal, at:
Ongin sáttmáli yvirhøvur
finst millum Trónd Paturs-
son og Listasavn Føroya
um hetta listaverkið.
Listasavn Føroya eigur
ikki listaverkið og hevur tað
ei heldur í varðveitslu, og
listaverkið hevur ongantíð
verið skrásett á savninum.
Listasavn Føroya og
listamaðurin eru samd um,
at listaverkið stendur á
einum forfjónaðum stað,
og tað er vanvirðisligt fyri
bæði listaverkið sjálvt, lista-
mannin og eisini fyri Lista-
savn Føroya.
Listaverkið, sum stendur
uttan umsjón, er stongt, tí
tað er í ivasomum standi,
har glas kann brotna og
verða beinleiðis vanda-
mikið fyri vitjandi, ikki
minst fyri børn.
Listaverkið, sum er ein
týdningarmikil partur av
listini hjá Tróndi Patursson
sum tað fyrsta av fleiri
kosmisku rúmum, stendur
heilt uttan fyri tað um-
hvørvið, tað upprunaliga
var ætlað, nevniliga á ein-
um havnaøki saman við
fleiri øðrum líknandi lista-
verkum. Harumframt er
globali dialogurin, sum
listaverkið upprunaliga var
liður í, horvin. Uppruna-
liga hugskotið við fram-
sýningini Container 96 í
Keypmannahavn var júst at
flyta listina burtur úr
listasavnsumhvørvinum og
skapa nýggj “listarúm” í
dialogi við øðrvísi um-
hvørvi. Í hesum sambandi
havi eg undirritaði skotið
upp fyri listamanninum at
flyta listaverkið í líknandi
umhvørvi aftur, t.d. við at
flyta tað oman á Farstøðina
í Tórshavn.
Tá ið eitt listasavn fær
boðið eitt listaverk sum
gávu, skal listasavnið taka
støðu til, um tað vil taka
ímóti gávuni ella ikki. Sum
limur í ICOM, altjóða ST
stovninum fyri søvn, skal
Listasavn Føroya fylgja
teimum altjóða savnsregl-
um, sum eru galdandi, og
harímillum ikki at taka
ímóti gávum, ið vera givn-
ar við treytum, tí Listasavn
Føroya má sjálvt gera av,
hvussu listaverkið verður
nýtt í savnshøpi.
Tróndur Patursson er
komin við uppskoti at geva
Listasavni Føroya lista-
verkið við ávísum treytum,
sum Listasavn Føroya ikki
treytaleyst kann góðtaka.
Savnið hevur havt fleiri
fundir við listamannin um
verkið, men enn er ongin
endalig niðurstøða gjørd.
Arbeitt verður framvegis
við hesum máli.
Sambært ICOM kann
eitt listasavn ikki hava
listaverk standandi á ogn-
um sínum, uttan at greiði
er á ognarviðurskiftunum,
og sáttmáli er gjørdur og
undirskrivaður av øllum
viðkomandi pørtum.
Rættleiðing til umrøðu av listaverkinum
Bládýpinum hjá Tróndi Patursson
stjóri, Listasavn
Føroya
Helgi
Fossádal
viðmerkingar