Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. januar 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 13 - 20. januar 2010 Við seinastu samgongu­ samráðingar var mis­ sjavnt, hvussu undirtøk­ an var fyri at varðveita Uttanríkisráðið, sum Tjóðveldi, Javnaðarflokk­ urin og Miðflokkurin stutt undan høvdu stovn­ sett. Endin var tó, at ráðið helt á Vælkomin í felagsskapin Í grein um dagarnar gevur Edmund Joensen til kenn­ ar, at umsitingin má trimm­ ast og at rættast hevði verið at tikið av aðalráð, harímillum Uttanríkisráðið. Fari at ynskja Edmundi vælkomnan í felagsskapin av teimum, ið meina, at vit vóru betur farin við færri aðalráðum og ongum Uttanríkisráð. Ein kúvend­ ing má sigast! Tí við samgongusamráðingarnar seinast, lá Uttanríkisráðið Edmundi eins nær á hjarta og hjá Jørgeni, sum sá sessin fyri sær. Munurin var bara, at annar vildi ES og hin EFTA. Meira sannlíkt Tess fleiri samgongulimir, ið leggjast afturat teimum, sum meina, at tað er mein­ ingsleyst við níggju aðal­ ráðum í hesum døgum, nú brúk er fyri hvørjari krónu, tess meira sannlíkt er, at samgongan kann fremja ætlanina í verki. Neyðugt er tað, ið hvussu er, um aðrar sparingar skulu geva meining. Lat okkum ganga undan Skilji væl tey, ið undrast á, hví játtanir verða skornar, og hví tosað verður um rationaliseringar aðrastaðni í samfelagnum, tá vit politikarar ikki megna at fremja hesi átøk í eins stóran mun hjá okkum sjálvum. Best hevði verið, um vit gingu undan. Mítt uppskot er tí: Seks aðalráð heldur enn níggju beinan­ veg og tjúguogtríggjar ting­ limir heldur enn tríatitríggj­ ar longu við næsta val. Slík avgerð hevði givið fitta sparing yvir tíð, givið eina rættari mynd av álvarsligu búskaparstøðuni vit eru í, verið eitt bygnaðarligt átak rætta vegin og hevði givið betur forstáilsi millum fólk fyri øðrum neyðugum sparingum. Somuleiðis hevði ein trimmað politisk skipan havt lættari við at tikið røttu og neyðugu avgerðir­ nar. Teggjan av fólki, sum eftir galdandi skipan stýrir hesum lítla landi, er óneyð­ uga stór og alt ov kostnað­ armikil. Tað vita øll! Kann Fólkaflokkurin loyva sær framhaldandi at liggja í buktini Meiriluti er í Sambands­ flokkinum fyri færri aðal­ ráðum. Formaður Javnað­ arfloksins hevur tosað fyri ætlanini. Nú er bara Fólka­ flokkurin eftir, sum talar ímóti og harvið liggur í buktini. Hetta samsvarar sera illa við útmeldingarnar frá bæði formanni og tingbólka­ formanni floksins, har boðskapurin hevur verið rakstrarsparingar og rationaliseringar, heldur enn hægri skattir og avgjøld. Navnið spillir ongan Um støðan er, at Fólka­ flokkurin metir politiska tapið fyri flokk og formann ov stórt, um Uttanríkisráð­ ið verður avtikið, og av teirri orsøk er ímóti, so má bera til at finna eina loysn á tí spurninginum. Eitt av komandi seks aðal­ ráðunum kundi framvegis borið heitið Uttanríkisráð saman við øðrum heiti. Sum orðatakið sigur: “Navnið spillir ongan”. bara endamálið verður nátt. Heppin kúvending løgtingsmaður Bjørn Kalsø Mátti smílast tá eg í síðstu viku hoyrdi Jógvan Ósá í eini útvarpssending. »Makin til »gede­marked« skal mann leita leingi eftir«, segði hann um Løgtingið. Og tá so Edmund Joensen í fjølmiðlunum (má skriva í fleirtal, tí hann sleppur framat allastaðni) nú grætur so sáran og kallar hetta fyri at »halda Føroya fólk fyri spott«, tá kann eg ikki annað enn smílast eitt vet, men samstundis ilskast, tí um nakar hevur spottað okkara land og fólk, so er tað Edmund, fyrst við at trumfa vallógina ígjøgnum og síðani við sínum neiligu greinum og samrøðum síðani seinasta val. Syndarligt, at so er blivið. Eg var annars ein av teimum, ið væntaði at eitt valdømi fór at hjálpa upp á »geda­markedið«, men tað er hinuvegin bara blivi verri. Nógv verri! Tá tingformaðurin í einum av fyrstu úttalilsum sínum um málið, segði seg vilja venda aftur til gomlu skipanina, varð eg ógvuliga skeptiskur. Gamla skipanin var alt ov ójøvn og missvísandi, og kundi næstan líka illa brúkast sum hendan núverandi »geda­markeds«­ lógin. Men hetta nýggja uppskotið, ið tveir av okkara fremstu skilamonnum á økinum hava orðað, er faktist genialt. Sum teir siga, so fáa vit tryggjað, at útjaðarin verður hoyrdur, at vanlig útjaðarafólk sleppa framat og hava ráð at føra valdyst, at flest allir sessirnir ikki enda hjá nøkrum ríkum fólkum í miðstaðarøkinum, sum klára at keypa størri og betri reklamur. Og við nýggja uppskotinum fáa vit álíkavæl eitt nøkulunda javnt býti av atkvøðum pr. løgtingsfólk. Edmund Joensen kann takka sær sjálvum. Hann og líknandi »bakbítarar«, sum Jørgen Niclasen kallar teir, eru júst orsøkin til, at hetta má gerast sum skjótast. Tí, sum tingformaðurin segði, tá næsta valskeið er runnið fæst neyvan meiriluti fyri at broyta aftur, tí tá eru løgtingssessirnir helst longu miðsavnaðir. Og tá vendist ikki aftur. Tí skal hetta verða ein innilig áheitanum á tingfólk um at taka væl ímóti uppskotinum og geva okkum eina nógv betri valskipan. Og, vælsignaði, farið nú ikki inn og broytið ov nógv við at vevja uppskotið upp í ein vavgreyt, sum so ofta er hent. Í fyrr umtalaðu útvarpssending nevndi Jógvan Ósá hetta við tygnini í tingsalinum. Hann samanlíknaði við onnur ting rundan um okkum, at har slapp ein røðari ikki at kalla t.d. Torbjørn Jacobsen fyri Tobbi, og heldur ikki slapp Tobbi, v.fl., at sita og rópa upp móti røðarapallinum í tíð og ótíð. Hetta óskil í tingsalinum má tingformaðurin sum skjótast sláa hart niður á og um neyðugt tveita slíkar ótangar út. Tí hvussu skula vit, ið hoyra slíkt, hava nakra respekt fyri tinginum? Tign byggir mann upp yvir langa tíð, frá tí hægsta og niðureftir, og tá Løgtingið er tað hægsta eigur tað sjálvandi eisini at virða seg sjálvt sum tað hægsta, sum ein fyrimynd nú einaferð eigur at gera. Skal Edmund nú seta standardin? napolion Magnussen Av donskum skipi ljóðar ein djørv føroysk rødd, hvøll og stimbrandi sum eggjandi gjallarhorn Skilamaðurin Finnur Hansen hevur ein stuttan, men vælorðaðan greina­ stubba í Sosialinum síðsta hósdag, har hann heilt einfalt vísir á, hvat ið er tann rætta adressan, tá ið man skal fara at leita eftir syndabukkum í tí sociala ódnarveðrinum. Tað sociala omanlopið er nú farið at gera so nógv um seg, at sjálvt miðla­ menn hava varnast tað. Men hvat gera so hesir undarligu mikrofon­ dreingir? Geva teir tí unga veljar­ anum eina djarva søguliga analysu av støðuni? Fær tann forvitni TV­hyggjarin gongdina uppstrikaða, sið­ ani tað fjaðursára og fanta­ sileysa liðið av loysingum slapp at ræna úr tí sociala gullnáminum, sum Petur Mohr Dam saman við Jens Otto Krag bygdi tað før­ oyska vælferðarsamfelagið við fyrst í 60’unum? Nei, nei, als ikki .. tað er jú fulkomuligt tabu at for­ døma ella forhoyra teir sonnu socialu (og nation­ alu) »brotsmenninar« í Føroyum! Teir eru friðaðir fyri naskar journalist­ spurningar alt árið! Men okkurt má gerast, tá ið hesir hjálparloysingar skulu peiggja við mikro­ fonini! Hvat ger man so? Jú, man loypir á núverandi socialministaran, sum hevur arvað tað sociala trotabúgvið aftan á loysi­ bløkurnar. Tann sociala frúgvin, Rósa Samuelsen hevur reelt fingið eina bundna uppgávu frá teim­ um fullveldisdólgunum, sum fyri sjey árum síðani vágaðu sær at ræna blokkin hjá Petur Mohr Dam – tann sociala blokkin, sum legði sterkar lunnar undir tað føroyska vælferðarsam­ felagið. Níðingsgerðin hjá loys­ ingum var einki minni enn fíggjarlig og social terror­ isma! Ta socialu rokning­ ina mugu fólk betala NÚ! Politiskt átti rokningin langt síðani at verið send teimum politiskt insolventu tjóðveldis­óvitunum! Teir ábyrgdarloysingar, sum í síni tíð fóru at gera seg inn á blokkin, áttu at skamma seg, og tað hevði klætt teimum at erkent síni mistøk, gingið eyðmjúkir og øskuklæddir á odda fyri at bøta um tann sociala skaðan, teir eru sekir í. Men er nakað sjálverk­ ennilsi at hoyra ella síggja, nei tvørturímóti! Í staðin fyri eru politikarar farnir at jagstra tann einasta føroy­ ingin, sum hevur víst nak­ að format í hesi krepputíð, nevniliga Edmund Joensen. Hetta er sanniliga at rætta bakara fyri smið! Solidari­ tetur millum Danmark og Føroyar var hjartamálið hjá Petur Mohr Dam – og bara við solidariteti kann tann sociali skaðin sanerast. Tað er nógv fyri, at bara ein sambandspolitikari tykist forstanda tað í dag. P. M. Dam hevdi í dag vamlast við sín egna flokk. Tað er ein social tragedia! Finnur Hansen skal ikki rokna vid at fáa nakad kvalificerad svar uppá sín álvarliga spurning! Vinarliga og gott nýggjár! Skilagóð »VOX POPULI« frá Robert Mærsk Virgar T. DalsgaarD Í Landsfundarsamtykt Sjálvstýrisfloksins 2008, og í løgtingslógaruppskoti Løgtingsmál nr. 32/2008: Uppskot til løgtingslóg um viðferð teirra, ið hava goldið meirvirðisgjald av skrásetingargjaldi, heitti Sjálvstýrisflokkurin á Føroya Løgting um at geva øllum føroyingum somu rættindini í MVG málinum. Hetta uppskot varð felt við aðru viðgerð á Føroya Løg­ tingi við atkvøðunum 23 nei, tvær blankar, tvær fyri. Landsnevndin staðfestir og harmast um, at hvørki avarðandi ráðharri ella samgonga hava himprast við, nú tað er staðfest bæði av Skatta­ og avgjaldskæru­ nevndini, (í úrskurði 25. oktober 2006, mál 06­03­ 31­40) Og av Føroya Rætti, at landsstýrið óheimilða hevur tikið ov nógvan pening frá túsundtals føroyingum. Samgongan letur nú almenna stovnin TAKS einsamallan eiga alla ábyrgdina av illa smíðað­ um lógum, ið landsstýrið einki ger fyri at bøta um. Landsnevnd Sjálvstýris­ floksins staðfestir enn einaferð, at málið er komið hagar, at bert Føroya Løg­ ting kann og eigur at rætta upp tann skeivleika og órætt, sum nógvum før­ oyingum hevur verið fyri. Tingið má staðfesta, at allir føroyingar fáa somu viðferð, tá ið rætturin hevur talað. Landið má tí seta fyrning til viks í hesum málinum. Landsnevnd Sjálvstýris­ floksins heitir á tingmann­ ing floksins um sum skjót­ ast at reisa málið um MVG gøluna á Tingi og leggja fram aftur: Uppskot til løgtingslóg um viðferð teirra, ið hava goldið meirvirðisgjald av skrásetingargjaldi. Landsnevnd Sjálvstýrisfloksins Føroya Løgting eigur at tryggja øllum javnbjóðis rættindi viðmerkingar