mikudagur 20. januar 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 - 20. januar 2010
19
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Johannes Dahl Hovgaard, vanliga nevndur
Johannes hjá Hassa, ættaður úr Vági, búsitandi í
Haderslev, andaðist hósdagin, 62 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Åstrup Kirke, Åstrup Allé
21 í Haderslev fríggjadagin kl. 11.
Hjalti Joensen, Hvannasund, andaðist mánadagin,
74 ára gamal.
Iva Saloma Hansen, fødd Olsen, ættað úr Hósvík,
búsitandi við Norðskála, andaðist mánadagin 18.
januar á Landssjúkrahúsinum, 88 ára gomul.
Mary Margreth Jacobsen, vanliga nevnd Pat,
gift við Klæmint Jacobsen, Tórshavn, andaðist í
Newcastle Upon Tyne, sunnudagin, 90 ára gomul.
Reynhold Nielsen, Tvøroyri, andaðist á Ríkissjúkra
húsinum, mánadagin, 62 ára gamal.
Andlát og jarðarferðir
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæra móðir, vermóðir, omma og langomma okkara
Anna Hansina Elisabeth Samuelsen
andaðist á Eldrasambýlinum í Kollafirði
týsdagin 19. januar, 97 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Zion í Kollafirði
fríggjadagin 22. januar kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Trygvi
Dagurin
20. januar. Brøðramessa. Hildin til minnis um teir báðar Fabianus og Sebastianus. Teir eru ikki brøður, men vórðu
fyri trúar sakir tiknir av døgum sama dag í árinum, Fabanus, sum var pávi, umleið ár 250, og Sebastianus – kristin
hermaður – umleið ár 288. Tað sigst, at teir báðir eru jarðaðir undir tí núverandi kirkjuni San Sebastian í Róm.
Fabianus er rómverskt ættarnavn. Sebastianus er upprunaliga grikst navn, ið merkir heiðurverdur.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Góða Ingibjørg!
Tá ið ein er í familjuni,
sum dugir væl at halda
røðu, so hevur restin av
familjuni ein trupulleika, tá
ið røðarin skal feirast.
Mær nýtist ikki at siga
tykkum,
hvussu
nógvar
góðar røður Ingibjørg hevur
hildið, og tá ið eg plagi at
siga við hana, sum tú dugir
væl at halda røðu, so svarar
hon, tað er tí eg havi so
góða tíð. Tit gera alla rest
ina, og so kann eg halda
røðu. Hon plagar eisini at
siga, tit skulu ikki stúra, tað
kann eg taka mær av.
Eg má so siga í dag, at eg
havi ikki fingið serliga
góða tíð, tí Ingibjørg hevur
alla tíðina sagt, at hon fór
ongan føðingardag at halda,
men knappliga í síðstu viku
ringir Gunnvør til mín og
sigur, at mamma sigur nú,
at hon heldur tað hevði
verið so hugnaligt at hildið
ein føðingardag. Av tí at vit
kenna so nógv fitt fólk, so
hevur eydnast okkum at
stápla henda dagin upp á
beinini.
Ingibjørg er stórasystir hjá
mær. Hon er 9 ár eldri, og
sum eg minnist Ingibjørg,
hevur hon altíð verið vaksin.
Tjenti
pengar,
eg
fekk
onkuntíð oyra frá systur
míni, tað vóru tað ikki
nógvar av vinkonunum hjá
mær, sum fingu. Ingibjørg
var álitið hjá mammu, tá ið
pápi fall frá, og eg havi
hugsað seinni, tá ið eg sjálv
gjørdist vaksin, at Ingibjørg
var ikki meir enn 23 ár, tá ið
hon fekk alt tað fíggjarliga
hjá mammu í eina legu, so
mamma kundi gjalda hvørj
um sítt. Eg ivist ikki í, at
Poli eisini var ein hjálp, men
eg haldi tað var væl klárað
av Ingibjørg og mammu.
Serliga
minnist
eg,
hvussu væl hon dugdi og
dugir at klæða seg, og hvør
minnist ikki, tá ið Ingibjørg
og Pole fóru sveimandi eftir
dansigólvinum. Ja minnini,
tey eru altíð vøkur, og eitt
er vist, at hóast Ingibjørg
hesi seinastu árini hevur
fingið nógvar smeitir, so
eru fleiri góðar enn ringar
løtur at minnast aftur á.
Ingibjørg búði heima, til
hon og Pole í 60unum
fluttu í Gundadal. Har
komu Einar, Jórun og Gunn
vør hvør aftan á øðrum, og
hjá okkum, mammu og
mær, var tað gott, at børn
komu, og at vit sluppu at
vera partur av teirra lívi. Eg
minnist, at eg passaði Einar
eitt skifti, tí tá var barns
burðarfarloyvi bert 5 vikur,
og av tí at eg gekk so nógv
í býnum við vogni, helt
onkur, at eg átti hann. Men
tit skilja meg, eg tímdi ikki
at sita uppi í Gundadali
allan dagin, tað var alt ov
uttanhandað.
Eg flutti heim við mínari
familju í 1979, og tað var
ein stór hjálp hjá Tollaki og
mær, at Ingibjørg og Pole
vóru í Havnini. Poli hevði
umboðað okkum í sambandi
við grundstykki, sum mann
tá ið tíðini ikki mátti lata
gleppa sær av hondum, og
Ingibjørg legði mær eina
við trý ting, tá ið vit teknaðu
hús. Góðar trappur niður í
kjallaran, góðan vaskikjall
ara, og at sleppa frá at fara
út, tá ið eg skuldi í hjallin.
Vit eiga, sum tit vita, eina
systur afturat, hon er nr. 2,
og eg havi lisið onkrastaðni,
at tað er ræðuligt at verða
genta nr. 2. Grundin til, at
mamman er so glað, tá ið
genta nr. 2 kemur, er, at so
kann hon brúka avlagda toy
ið hjá stórusystur. Hetta var
helst galdandi fyrr.
Mær dámar betur mynd
ina, at stórasystir sigur tær,
hvat tú ikki skal, men um
onkur annar ger tað sama,
so forsvarar hon teg av øll
um alvi.
Eg fari at enda við at
ynskja tær hjartaliga til
lukku við degnum, eg vildi
ynskt, at tíni eftirlønarár
vóru lættari, men vit eru
ikki harrar yvir lagnuni.
Karin
Ingibjørg Jacobsen 70 ár
Ingibjørg og Karin
60 ára føðingardagur
Leygardagin 23. jan. fyllir Tummas Lauritsen seksti. Dagurin
verður hildin við hús á Tvørgarði 31 í Miðvági frá kl. 18.
Vælkomin.
Diamantbrúdleyp
28. jan. kunnu hjúnini Diana og Alfred Klein, Fuglafirði, halda
diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í
Leirvík leygardagin 30. jan., kl. 16, har øll eru vælkomin. Fólk
verða biðin um at siga frá í seinasta lagi 23. jan. á tlf. 444092.
Diamantbrúdleyp
Fríggjadagin 26. feb. hava hjúnini Heinina og Sigurd Gaard
Hansen diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin
tann 27. feb. kl. 17 í Royndarhúsinum í Nólsoy. Tey, sum vilja
gleðast saman við okkum, verða biðin um at siga frá á tlf.
327145 ella 527145 innan 7. feb.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 2. feb. hava Jóhan Petur S. og Lis Olsen silvurbrúd
leyp. Dagurin verður hildin í kafeteria í Kelduni í Skálafirði
týskvøldið 2. feb. frá kl.18. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin 16. jan. giftust Birita Petersen og Bjarni Hansen,
Nólsoy.
Brúdleyp
Leygardagin 23. jan. kl. 15 giftast í Hoyvíkar Kirkju Tóra Simon
sen, Saltangará, og Herbert í Lon Jacobsen, Hoyvík. Vælkomst
verður heima við hús frá kl. 19, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Merkisdagar
Á baksíðuni á Sosialinum leygardagin
18. januar 1975 stendur, at ikki færri
enn 10 innbrot hava verið í Havn síð
an 4. januar, upplýsir Hjalgrím Magn
ussen, støðleiðari á Politistøðini í
Havn, fyri blaðnum. Brotið hevur ver
ið inn í kioskir og handlar í býnum.
Støðleiðarin nevndir t.d. at miku
náttina varð brotið inn í kioskina hjá
Poul Lamhauge á Vaglinum, har góð
gæti fyri 400 krónur varð stolið, og
fyrri í vikuni varð brotið inn í Móta
búðina í Sverrisgøtu, har nakrar task
ur vóru stolnar.
Kelda: Sosialurin leygardagin 18. januar 1975
Fyri 35 árum síðan:
Tíggju innbrot í tvær vikur