Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-20, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. januar 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 20. januar 2010 Aftur í ár hevur Flog­ bólts sambandið valt at lagt hálvfinalu í steypa­ kappingini í ítróttarhøllini á Eiði, umframt at FM­ final­ ur nar í mars eisini verða spæld a r har. – Kanska het ta økir um áhugan fyri flogbóltin har um leið ir, sigur formaðurin í Flog­ bólts sam bandinum Í kvøld klokkan 19 bresta Fleyr og Drátt ur saman í hálvfinaluni í steypa kappingini, sum verður í ítróttar høllini á Eiði. Her verður spælt eftir prinsippinum hjá ABBA, at »the winner takes it all«, tí vinnar­ in kemur í steypafinaluna, sum verð ur tann 20. februar í Havn ímóti kvinnu num hjá SÍ. Annað árið á rað hevur Flog bólt s­ sam bandið valt at lagt hálvfinalu í steypa kappingini á Eiði, og enntá eru liðini tey somu sum í fjør, tá tað eydn aðist Fleyr at vinna og koma í finalu na, sum eisini tá var ímóti SÍ. So fæst at síggja í kvøld, um tað verð ur endin ella um Dráttur endur­ tekur sigurin á Fleyr frá sunnu deg­ num í Føroya Banka­kappingini. – Tað eru fleiri góðar orsøkir til, at vit velja at spæla hesa hálvfinaluna á Eiði, eins og vit eisini fara at spæla har, tá landskappingin er av og føroya meistaraheitini í Eik­liguni hjá kvinnum og monnum skulu av gerast við FM­finalum, sum verða eftir lokna landskapping í mars mán aði, sigur Magnus Tausen, for­ mað ur í Flogbóltssambandinum. – Ein orsøk er, at tað er heldur lætt ari at sleppa fram at ítróttar­ høllini á Eiði, sum kanska ikki er so upp tikin sum fleiri av hinum hallu­ num. Hartil er hetta ein øgiliga góð høll, ið gevur slíkum dystum bestu um støður, og bæði hallarvørðurin og onnur á staðnum eru sera hjálp­ som. Vilja kveikja áhugan Eisini ein onnur orsøk býr undir, at far ið verður til Eiðis við finalunum, og tað er at kveikja áhugan fyri flog­ bólti í umráðnum. Har er eitt felag, Nøvan, sum hevur verið til síðani 1991, men eftir nøkur góð ár at byrja við, hevur felagið ligið eitt sind ur lágt, men mennir seg aftur. Millum annað átti Nøvan meist ar­ nar í dreingjum 16 ár bæði í 1994 og 1995, umframt at liðið í 1996 vann 3. deild hjá monnum, í 1997 1. deild og í 1999 vann 2. deild. Síðsta heitið hjá felagnum liggur afturi í 2002, tá gent ur 10 ár gjørdust føroya meis t­ ar ar. Nú hevur Nøvan lið í 2. deild hjá bæði kvinnum og monnum, og í løtu ni eru tey ávikavist nummar trý og nummar tvey. Harumframt er felag ið eisini við hjá bæði gentum og dreingjum 16 ár, og somuleiðis hjá Nøvuni hevur verið stór tilgongd í smábarnaflogbóltinum, tí so kall­ aða Kidsvolley. Nøvan tekur sær eisini av at skipa fyri øllum í sam­ bandi við hálvfinaluna í kvøld. – Kann tað, at vit leggja nakrar final ur og hálvfinalur á Eiði, økja um áhug an fyri flogbólti har á leiðini, er nógv vunnið. Og vit upplivdu til døm is í fjør, tá hálvfinalan í steypa­ kapp ingini var har, at fleiri fólk vóru kom in at hyggja, sum ongantíð í lívi num fyrr høvdu verið og hugt at flogbólti, sigur Magnus Tausen. Týskvøldið 2. februar hevur føroyski altjóða flogbóltsdómarin, Jan Hent­ ze, eina spennandi uppgávu, tá hann skal døma eina av átta n da­ parts finalunum í Challenge Cup, sum er tann minsta av teimum trim um europeisku kappingunum fyri feløg, sum CEV skipar fyri. Dysturin verður spældur í Tjekkia, har VK Dukla Liberec í fyrru áttan­ da partsfinaluni hevur heimadyst ímóti rumenska CS Remat Zalau. Jan Hentze skal døma henda dystin sam an við serbiska dómaranum, Gor an Gradinski. – Sjálvt um hetta er ein dystur í minstu CEV­kappingini, er hetta ein góð uppgáva hjá mær at fáa, tí talan er jú um flogbólt á høgum stigi. Hetta er annars fyrstu ferð, at eg dømi dyst millum tvey eystur euro­ pe isk lið, og tað gleði eg meg til, sig­ ur Jan Hentze. Í løtuni er hann staddur í Dan­ mark, so hann hevur ikki í síðstuni havt ta stóru dystarvenjingina frá før oysk um flogbólti, sum hann ann­ ars er vanur at hava. Men hósdagin skal hann døma ein dyst niðri sam­ an við einum donskum dómara, so tað skuldi eisini givið eitt sindur av kærkomnari venjing undan altjóða avbjóðingini. hil Dráttur bjóðar til kapping Flogbóltsfelagið Dráttur bjóðar nú liðum í yngru deildunum til kapping á Giljanesi leygardagin 6. februar. Vegna plásstrot ber bert til at melda seg til í deildunum kvinnu­ og mansunglingar, gentur og dreingir 12 ár, gentur og dreingir 10 ár, umframt gentur og dreingir í Kidsvolley, level 0, 1 og 2. Freistin at melda seg til kappingina er úti sunnudagin 24. januar. Meira fæst at vita um tilmeldingina á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum. 105 lið meldað til yngru Føroya Banka­ kappinga Ikki færri enn 105 lið hava meldað seg til, so tey kunnu vera við í Føroya Banka­ kappingini fyri yngru deildirnar í flogbólti, sum Mjølnir skipar fyri leygardagin. Í onkrum av aldursbólkunum eru so nógv lið tilmeldað, at neyðugt er við fýra bólkum í innleiðandi umførunum. Kappast verður í deildunum kvinnu­ og mansunglingar, gentur og dreingjur 16, 14, 12 og 10 ár, umframt Kidsvolley, level 1 og 2. Eins og hjá teimum vaksnu fyri viku síðani, verður spælt bæði í Badmintonhøllini, báðum fimleikahallunum og skúlanum á Fossanesi. Eiði fær finalurnar Jan dømir í Tjekkia Jan Hentze skal í næsta mánað aftur í altjóða eldin, tá hann skal til Tjekkia at døma ein dyst í Challenge Cup Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen – Kann tað, at vit leggja nakrar finalur og hálvfinalur á Eiði, økja um áhugan fyri flogbólti har á leiðini, er nógv vunnið, sigur Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandinum Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Steypafinalur Oddaliðini í Eik­ligunum hjá kvinnum og monnum, tá ávikavist ein triðingur og helvtin av landskappingini er farin, koma beinleiðis í steypafinaluna. Vinnarin av FK­kappingini og vinnarin av Føroya Banka­ kappingini, sum ávikavist Fleyr og Mjølnir skipa fyri, vinna sær rætt til at spæla hálvfinalu í steypakappingini. Vinnur eitt lið báðar kapp ing­ arnar, kemur tað beinleiðis í steypafinaluna. FM­finalur Nummar eitt og tvey í landskappingini í Eik­ligunum hjá kvinnum og monnum spæla FM­finalur, har spælt verður best av trimum dystum. Tveir teir fyrstu dystirnir verða spældir á uttanveltaðum vølli, men er neyðugt við einum triðja finaludysti, hevur tað liðið heimavøll, sum var nummar eitt, tá lands kapp­ ingin endaði. FAKTA