mikudagur 20. januar 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 20. januar 2010 – Nr. 13 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25
Pornokongar keypt West Ham
David Sullivan og David Gold, sum báðir hava forvunnið sær
milliardir innan blað- og pornoídnaðin, keyptu í gjár meirilutan av
partabrøvunum í West Ham. London-felagið hevur leingi verið í
fíggjarliga tungum sjógvi, og íslendsku eigararnir hava ikki havt
orku at lyfta byrðuna, síðani íslendski búskapurin skrædnaði. Nú
hava teir báðir nýggju eigararnir boðað frá, at teir hava eina sjey-
ára ætlan, sum skal lyfta West Ham millum tey bestu í Onglandi.
Áður áttu teir báðir Birmingham í 16 ár, men serliga David
Sullivan duldi ongantíð, at hjartað hjá honum altíð hevur verið
hjá West Ham.
Punktum sett í Paris-málinum
Dómurin, sum varð feldur í Føroya Rætti, staðfesti, at KÍ skal gjalda
fyrrverandi venjaranum beint oman fyri hálva millión í endurgjaldi, rentum
og sakarmálskostnaði. Tann dómin hevur KÍ góðtikið, og í gjár fekk felagið
váttan fyri, at hetta eisini er góðtikið sum endalig avkláring frá Tony Paris.
Úr KÍ verður sagt, at tey nú royna at troyta øll mið, soleiðis at peningurin,
sum skal gjaldast, er tøkur til fríggjadagin í hesi vikuni. Bæði KÍ og Sp/f KÍ
høvdu góð fíggjarlig úrslit í fjør, men fyri tað nógva fór hesin vinningur til
at gjalda gamla skuld. Og tí vónar felagið, at tað eisini ber til at fáa nakað
av peningi frá mongu góðu stuðlunum, sum altíð hava verið kring felagið.
Noreg kom framum í sein-
na hálvleiki ímóti Kroatia,
men megnaði ikki at halda
leiðslu na
Noreg tapti EM-dystin í bólki A
ímóti Kroatia 23-25. Kroatia var á
odda 11-10 í steðginum.
Noreg og málverjin, Steinar Ege,
byrjaðu væl, og var Noreg á odda
3-1, tá 10 minuttir vóru farnir. Men
tá 20 minuttir vóru farnir, kom Kroa-
tia á odda 7-6.
Løgdu seg á odda
Kroatia økti til 15-12 tíðliga í seinna
hálvleiki, men so kom besta løtan
hjá norðmonnum, tá liðið vendi 12-
15 til eina 16-15 leiðslu. Men tá
norska liðið hevði minst brúk tí, fyri
fekk Kjetil Strand eina útvísing, og
Kroa tia megnaði at gagnnýta yvir-
tals støðuna.
Noreg stríddist væl, men Kroatia
var omaná við tveimum málum, tá
alt var liðugt.
Håvard Tveten gjørdist topp-
skjútti hjá Noregi við níggju málum.
Erland Mamelund fekk fýra, meðan
Kjetil Strand og Frank Løke fingu trý
mál í part.
Russland vann 37-33 ímóti Ukra-
ini, so nú er longu talan um mót-
brekku hjá Noregi. Hósdagin klokk-
an 19.10 spælir Noreg ímóti Russ-
landi.
Svenskarar vóru á odda við
seks málum í steðginum,
men stóðu eftir við ongum
Svøríki tapti 25-27 ímóti Slovenia,
hóast Svøríki var á odda 13-7 í
steðgi num.
Svøríki
fekk
eina
dreyma byrjan.
Tá 10 minuttir vóru farnir, var Svø-
ríki á 6-0, og svenskarar hildu hend-
an munin til steðgin. Svenski mál-
verj in, Dan Beutler stóð eisini sera
væl í fyrra hálvleiki.
Slovenia kom betri við í seinna
hálv leiki, men Dan Beutler hevði
fleiri bjargingar, og tá hann bjargaði
einari slovenskari skotroynd við
støðu na 21-19 til Svøríki, hildu
svensk ar ar, at nú var sloppið. Men so
var ikki.
Slovenia javnaði til 25-25, og tá 40
sekund vóru eftir, løgdu slovenar
seg á odda 26-25, og øktu teir til
27-25 beint áðrenn seinasta bríksl.
Standa spyrjandi
– Eg skilji ikki hvat tað er, sum hendir.
Vit eru á odda allan dystin, so hetta
er ræðuliga súrt. Men vit kunnu
bara skylda upp á okkum sjálvar,
segði Oscar Carlén við svensku sjón-
varps støðina, TV4, aftan á dystin.
Málverjin, Dan Beutler, var eisini
vón s vikin. - Hetta er eitt tungt tap.
Vit høvdu sigurin á hondum, og áttu
at vunnið. Eg veit ikki hvat hendi í
seinna hálvleiki, segði Dan Beutler.
Jonas Källman, Niclas Ekberg,
Tob ias Karlson og Dalibor Doder
skutu allir fimm mál fyri Svøríki.
Pólland vann 27-25 á Týsklandi,
og í dag klokkan 19.30 spælir Svøríki
ímóti Póllandi. Klokkan 17.30 spælir
Slovenia ímóti Týsklandi.
EM-kappingin 2010
Bólkur A
19/01
Russland-Ukraina
37-33
19/01
Kroatia-Noreg
25-23
21/01
Ukraina-Kroatia
17.10
21/01
Noreg-Russland
19.10
23/01
Kroatia-Russland
17.10
23/01
Noreg-Ukraina
19.10
Bólkur B
19/01
Danmark-Eysturríki
33-29
19/01
Ísland-Serbia
29-29
21/01
Eysturríki-Ísland
17.00
21/01
Serbia-Danmark
19.15
23/01
Eysturríki-Serbia
17.00
23/01
Danmark-Ísland
19.15
Bólkur C
19/01
Týskland-Pólland
25-27
19/01
Svøríki-Slovenia
25-27
20/01
Slovenia-Týskland
17.30
20/01
Pólland-Svøríki
19.30
22/01
Týskland-Svøríki
17.15
22/01
Pólland-Slovenia
19.15
Bólkur D
19/01
Spania-Kekkia
37-25
19/01
Frakland-Ungarn
29-29
20/01
Kekkia-Frakland
17.15
20/01
Ungarn-Spania
19.15
22/01
Frakland-Spania
17.15
22/01
Ungarn-Kekkia
19.15
Noreg tapti tepurt
Norski málverjin, Steinar Ege,
byrjaði væl ímóti Kroatia,
men tá avtornaði, vóru
kroatar tvey mál betri
heris@sosialurin.fo
Heri SImonsen
heris@sosialurin.fo
Heri SImonsen
Svøríki misti alt
Svøríki misti í evstu løtu alt, tá tað ikki eydnaðist at halda
slovenum í avgerandi løtuni