Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-20, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. januar 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 20. januar 2010 – Nr. 13 Danska landsliðið vann setanardystin í EM-endaspælinum á Eysturríki Eysturríkar gjørdi tað, teir vóru mentir, men tað var ikki nóg mikið til at knógva sterka danska liðnum. Serliga álopsparturin hjá Danmark royndist væl – ikki minst stóran partar av fyrra hálvleiki, sum endaði 17-15 til Danmark. Ikki tí, Danmark hevur sanniliga eisini okkurt at arbeiða við til næstu dystirnar. Serliga miðverjan hevur sæð betri dagar hjá Danmark, sum tó megnaði at vinna 33-29 á Eysturríki. Wilbek var nøgdur Ulrik Wilbek, danskur landsliðs- venjari, segði seg eisini vera væl nøgdan eftir dystin. – Eg havi alla tíðina havt eina kenslu av, at vit fóru at vinna dystin og tað er gott, at vit gjørdu tað. Eysturríki skal tó hava rós fyri at spæla ein flottan hondbóltsdyst, segði Ulrik Wilbek við TV2 eftir dystin. Danskur toppskjútti var Thomans Mogensen, sum gjørdi sjey mál, umframt at hann vann trý brotskøst og átti seinastu avleveringina áðrenn fleiri donsk mál. Íslendingar førdu við fýra málum, men sløsaðu ímóti dystarenda EM-dysturin í hondbólti millum Ísland og Serbia endaði við javn- leiki 29-29, men satt at siga, so var tað Serbia sum vann eitt stig, og Ísland sum tapti eitt stig. Ísland hevði eina leiðslu, sum skifti millum tvey, trý og fýra mál allan dystin, men ímóti dystarenda vóru »strákarnir« ikki nóg kaldir. Snorri Steinn Guðjónsson kundi tó havt hálað sigurin heim í evstu løtu, tá hann við brotskasti kundi givið Íslandi ein 30-29 sigur. Men serbiski málverjin, Darko Stanic, gjørdist stóra hetjan hjá Serbia, tá hann tók brotskastið frá Snorra Steinn Guðjónssyni. Stórt vónbrot Vónbrotið hjá íslendingum var stórt, tá dysturin var liðugur. Van- lagnan hjá Íslandi var, at teir sein- astu fimm minuttirnar fekk liðið einki mál, meðan Serbia fekk hálað seg frá 25-29 og uppá 29-29. Guðjón Valur Sigurðsson skoraði níggju mál fyri Ísland, Arnór Atlason sjey, Ólafur Stefánsson og Róbert Gunnarsson fýra, Ingimundur Ingi- mundarson og Alexander Stefáns- son tvey, og Snorri Steinn Guðjónsson skoraði tíverri fyri íslendingar bara eitt mál í kvøld. Momir Ilic og Ivan Stankovic skor- uðu seks mál hvør fyri Serbia. Hósdagin klokkan 17 spælir Ísland ímóti Eysturríki. Ein dystur, sum íslendingar mugu vinna. HS Danmark tók vertirnar Ísland søplaði sigurin Guðjón Valur Sigurðsson var íslendskur toppskjútti í skuffandi javnleikunum ímóti Serbia Danska miðverjan hevur havt betri dystir enn ímóti Eysturríki í gjárkvøldið, men kortini eydnaðist at vinna á EM-vertunum heris@sosialurin.fo Heri Simonsen Fílabeinsstrondin og Ghana víðari Fínabeinsstrondin spældi ikki í gjár, tí Togo jú ikki er við í kappingini, og sostatt vunnu Didier Drogba og liðfelag arnir seg víðari sum vinnarar í sínum bólki uttan dyst. Ghana, sum vann 1-0 á Burkina Faso, er somuleiðis komið víðari sum tveyari. André Ayew, sonur Abedi »Pelé« Ayew, skoraði einasta málið, tá hálvur tími var spældur. Burkina Faso fekk eina útvísing ímóti sær, og so eydnaðist ikki at venda dystinum. Umstríddur venjari fekk linari revsing Gunnar Prokop, sum í einum europeiskum dysti fyri felag sítt, Hypo Niederösterreich, sjálvur leyp inn á vøllin og taklaði ein Metz-spælara, so tað beinleiðis ávirkaði úrslitið av dystinum, sleppur nú við linari revsing. Útihýsing frá altjóða kappingum í trý ár er skorin niður í eitt ár, og bótin er skorin úr 335.000 niður í 75.000 krónur. Somuleiðis er bótin upp á 225.000 krónur, sum felagið hjá Prokop fekk, strikað.