mikudagur 20. januar 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 20. januar 2010 – Nr. 13 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 27
Facebook bólkur fyri KÍ
KÍ-fjepparar hava nú stovnað ein bólk á Facebook, har
endamálið er at savna pening inn, nú KÍ skal gjalda
fyrrverandi venjaranum, Tony Paris, beint oman fyri hálva
millión. Í lýsingini av bólkinum verður sagt, at fleiri stórir
stuðlar longu hava verið inni í myndini, og at fleiri privat-
fólk hava spurt, hvussu tey á besta hátt kunnu stuðla
felagnum, áðrenn rokningin skal gjaldast. Og tað skal hon
fríggjadagin klokkan 12.
Lava fer eisini til Frem
Danska Frem hevur boðað frá, at tveir føroyskir
landsliðsspælarar nú eru í hópinum hjá felagnum. Fyrr í
vetur gjørdi felagið avtalu við Boga Løkin, og nú er greitt, at
Andreas Lava Olsen eisini verður partur av hópinum hjá
Frem. Andreas hevur veruliga gjørt um seg, síðani GÍ og LÍF
fyri tveimum árum síðani løgdu saman í Víking. Hetta gav
leirvíkinginum møguleika at spæla í fremstu røð, og tað
hevur hann gjørt somikið sannførandi, at hann eisini hevur
verið partur av føroyska A-landsliðshópinum
Carlos Tevez var stóra
hetjan tá Manchester City
í gjár vann á grannunum
úr Manchester United.
Tevez, sum skifti frá United
til City í summar, skoraði
bæði málini í 2-1 sigrinum
og fekk samstundis sent
eina heilsan til gamla
felagið hjá sær. Sosialurin
var á City of Manchester
Stadium til fyrru
hálvfinaluna í Carling Cup
Stutt fyri hálvleik bríkslar dómarin
fyri brotssparki til Manchester City.
Hjá bóltinum stendur maðurin
við 32 talinum hjá Man City.
Omanfyri talið stendur við hvítum
stavum – TEVEZ.
Fram til í summar umboðaði
Tevez Man United, men skifti reyðu
troyggjuna hjá teimum út við
ljósabláðu troyggjuna hjá Man City.
Tað fall ikki í góða jørð hjá Man Utd
viðhaldsfólkinum, sum ikki hava
fyrigivið honum fyri skiftið.
Nógv er skrivað og sagt síðani tá,
men áðrenn dystin kundi liðskip ar-
in hjá Man Utd, Gary Neville, ikki
halda sær. Við enskar fjølmiðlar
segði hann at Tevez ikki var verdur
teir pengarnir, ið Man City høvdu
goldið fyri hann.
Jú hetta var meir enn bara eitt
vanligt brotsspark. Hetta var møgu-
leikin hjá Tevez svara aftur uppá
ákoyringarnar og visa sítt virði.
Framman fyri endanum har sum
Man Utd áskoðarnir sótu, legði
Tevez bóltin til rættis. Hóast bæði
Edwin van der Sar og Wayne
Rooney royndu at ávirka fyrrvera-
ndi liðfelagin, so var Tevez tryggur
úr 11. metrum. So stór hevur gleðin
ikki verið á City of Manchester
Stad i um hetta kappingarárið, sum
tá bólturin brast í netið handar Van
der Sar.
Tevez sjálvur nýtti høvið til at
senda eina heilsan til Man Utd
áskoðarnir.
Kill him!
Tað eru nógv trygdarfólk og løg-
reglumenn at síggjan rundan um
stadium áðrenn dystin. Millum
annað verður ein bólkur uppá uml
30 Man Utd áskoðarar umringaður
av løgreglumonnum á stórum
flottum hestum. Teir fáa boð um at
bíða, meðan løgreglan saman við
trygdarfólkum kropskannar teir.
Sum vanligt er tá City spælir um
kvøldið, so verður ljósið sløkt á
stadion eina løtu áðrenn spælar-
arnir koma inn á vøllin.
Bara ein bláður máni sæst, með-
an áskoðarnir syngja eyðkennis-
lagið hjá Man City “Blue Moon”.
Tað gevur ein góðan stemning
og tað merkist eisini at hendan
grannauppgerðin er okkurt serligt.
Dysturin er bara nakrar fáar
minuttir gamal, tá Tevez fer tvíspor-
andi eftir einum Man Utd verju-
leikarara, ið gert klárt sparka vekk.
Tað er vanlig í slíkum støðum, at
áskoðarar stilla seg upp og rópa
eitt nú “get in there” ella “tackle
him”. Men í gjár var ongin vanligur
dystur. Í staðin fekk Tevez tey greiðu
boðini frá síðumanninum, sum
reisti seg upp við nevanum á lofti:
“KILL HIM – Kill that f… twat!”
Hann meinti tað nokk ikki í
álvara, men kenslurnar vóru til at
fáa eyga á.
Misti málið
Dysturin var eitt gott korter gamal,
tá Ryan Giggs úr stuttari fjarstøðu
kundi leggja gestirnar á odda. Tað
eru 14 ár síðani at hann seinast
skoraði móti Man City. Stadium
frásøgumaðurin var so spakur á
málinum, at tað ljóðaði sum um
hann hevði gloymt navnið á Giggs.
Tað vóru væl fleiri Man Utd
áskoðarar á City of Manchester
Stadium enn tað er til ein vanligan
Premier League dyst. Teir gingu
eisini á odda eftir leiðslu málið og
vunnið greitt dystin uttanfyri vøllin
fram til útjavnandi málið hjá Tevez.
Hesa ferð var stadium frásøgu mað-
urin ikki iva um hvør tað var, ið
hevði skorað.
Lagið var gott í hálvleikinum.
Nógv smíl vóru at síggja, meðan
folk keyptu sær kaffi og annað gott.
Stórir flatskermar vísu tað besta frá
fyrra hálvleiki. Ikki minst var stórur
áhugi fyri at vita, um brotssparkið
var rætt dømt.
Seinni hálvleikur var hálvrunnin,
tá Tevez úr stuttari fjarstøðu skall-
aði bóltin í málið til 2-1.
Hesa ferð fór hann rennandi allan
vegin yvir til útskiftisbonkin hjá
Man Utd. Her gav hann teimum
boð um at teir bara kundu blíva við
at tosa, tí hann hoyrdi teir so ikki.
Kanska Tevez hoyrdi stadium frá-
søgumann, tí nú rópti hann dupult
so hart, sum tá Tevez javnaði.
Eftir hetta legði Man Utd trýst á
vertirnar, men hóast teir komu til
onkrar møguleikar, eydnaðist tað
ikki at fáa bóltin framvið Shay
Given. Hann var saman við Tevez og
Craig Bellamy teir mest eyðsýntu á
heimaliðnum, meðan serliga Wayen
Rooney gjørdi nógv um seg hjá
gestinum. Um eina viku bresta liðini
saman aftur í seinnu hálvfinaluni á
Old Trafford – Sosialurin fylgir
gongdini.
Fótbólts-
spælarar
gingu
amokk
Steypadystur í Norður-
írlandi mátti steðgast,
tá ið spælarar og
leiðarar stutt fyri leik-
lok brustu sam an.
Norðuríska fótbólts-
sambandið avlýsti aðrar
dystir eftir tilburðin
Tað gekk fullkomiliga galið, tá
ið Newry og Larne spældu
steypadyst í Norðurírlandi um
vikuskiftið.
Tá ið átta minuttir vóru eftir
at spæla, gingu spælarar á
báðum liðum amokk. Tá vóru
tveir spalarar hjá Larne, sum var
aftanfyri 2-1, útvístir, og venj-
arin var eisini biðin um at fara
av vøllinum. Og tað hevði við
sær ein óvanligan samanbrest
millum spælarar og leiðarar á
og uttanfyri vøllin.
– Eg havi ongantíð upplivað
nakað slíkt áður. Tað vóru
bardagar um allan vøllin, og eg
varð noyddur at steðga
dystinum, sigur dómarin
Raymond Crangle við Belfast
Telegraph.
Eftir hendingin avlýsti
Norður írska fótbóltssambandið
aðrar steypadystir, og nú verður
roknað við hørðum revsingum
til feløgini og spælarar, sum
vóru við í roknum.
Norðurírska løgreglan hevur
eisini boðað frá, at hon fer at
kanna málið.
ek
Ikki sá tað vakurt út, tá
spælararnir hjá norðurírsku
liðunum, Newry og Larne,
ruku saman at berjast, so
dysturin mátti steðgast
Tevez 2 – United 1
Tróndur Arge
argetrondur@ofir.dk
Carlos Tevez kundi eftir
øllum at døma ikki
brúkast í Manchester
United. Í gjár staðfesti
hann, at hann hevur
sína egnu meining um
tann spurningin
Mynd: Polfoto/AP